Arbeiðsgevarafelagið hjá fíggjarstovnum í Føroyum

Skærmbillede 2023 08 28 105326
Turið F. Arge Forkvinna
AFF Formaður
Jean Djurhuus Næstformaður

Stutt um felagið

Arbeiðsgevarafelagið hjá fíggjarstovnum í Føroyum arbeiðir fyri áhugamálum hjá limunum tá tað snýr seg um lønar- og setanarviðurskifti.

Felagið virkar fyri áhugamálini hjá limunum í setanarviðurskiftum, útbúgving og góðum arbeiðsviðurskiftum innan fíggjargeiran.

Mál hjá felagnum

Arbeiðsgevarafelagið hjá fíggjarstovnum í Føroyum hevur sum høvuðsendamál at savna føroysku fíggjarstovnarnar. Felagið samráðist um sáttmálar við avvarandi yrkisfeløg.

Meira um felagið

Um felagið

Arbeiðsgevarafelagið hjá fíggjarstovnum í Føroyum arbeiðir fyri áhugamálum hjá limunum tá tað snýr seg um lønar- og setanarviðurskifti.

Felagið virkar fyri áhugamálini hjá limunum í setanarviðurskiftum, útbúgving og góðum arbeiðsviðurskiftum innan fíggjargeiran.

Arbeiðsgevarafelagið hjá fíggjarstovnum í Føroyum hevur sum høvuðsendamál at savna føroysku fíggjarstovnarnar. Felagið samráðist um sáttmálar við avvarandi yrkisfeløg.

Harafturat arbeiðir felagið, at karmarnir hjá fíggjarvinnuni eru teir bestu, og roynir tískil at ávirka politikarar og myndugleikar til at taka røttu avgerðirnar. Felagið umboðar eisini limirnar mótvegis somu pørtum.

Jórun Gardar, ráðgevi

Fartlf: 739913 | t-post: jorun@industry.fo
Lóg felagsins

Navn og heimstaður

§ 1.

Stk. 1. Navn felagsins er: Arbeiðsgevarafelagið hjá fíggjarstovnum í Føroyum stytt AFF.
Stk. 2. Heimstaður tess er Tórshavn, Føroyar
§ 2. 
Endamál
Stk. 1. Endamál felagsins er at fremja áhugamál limanna í øllum málum um lønar- og setanarviðurskifti starvsfólkanna.
Felagið vil tí m.a.virka fyri góðum arbeiðsviðurskiftum og einari hóskandi lønarlegu samráðast um sáttmála við starvsfólka- og fakfeløg, sum hava heimild at samráðast røkja áhugamál limanna í málum um lønar- og setanarviðurskifti, útbúgving o.a. og søkja samskifti við tey starvsfólka- og fakfeløg, sum samráðst verður við virka fyri og ansa eftir, at galdandi sáttmálar verða hildnir gera sítt til, at tað slepst undan trætumálum millum arbeiðsgevara og starvsfólk, ella um hetta ikki ber til, at royna at fáa tey loyst á friðarligan hátt uttan arbeiðssteðg. Verður arbeiðssteðgur ella trætumál, røkir felagið, tá heitt verður á tað, mál arbeiðsgevaranna so langt, sum hóskandi verður hildið virka fyri, at trætumál limanna millum verða loyst.
§ 3
Trætumál
Stk. 1. Verður arbeiðssteðgur ella trætumál millum lim í felagnum og starvsfólk tess, ella starvsfólka- ella fakfelag teirra, binda hinir limirnir í felagnum seg at stuðla og hjálpa viðkomandi limi mest møguligt, heruppií at taka lut í móttiltøkum, sum nevndin í felagnum ella aðalfundurin samtykkir at seta í verk.
Stk. 2. Allir limir binda seg til um nevndin boðar frá tí, ikki at seta fólk hjá teimum limum í starv, har arbeiðssteðgur er, fyrr enn hann er hildin uppat.
§ 4
Upptøka
Stk.1. Limir kunnu gerast peningastovnar, tryggingarfeløg, virðisbrævameklarafeløg og edv-fyritøkur, sum eru tilknýttar áðurnevndu stovnum.
Stk. 2. Limaskapur kann fara fram, tá nevndin einmælt samtykkir hetta. Annars verður umsókn um limaskap at leggja fram á aðalfundi, sum avger málið. Til upptøku krevst, at 3/4 av teim greiddu atkvøðunum á aðalfundinum eru fyri upptøku.
Stk. 3. Allir, sum gerast limir í felagnum, skriva undir viðtøkur felagsins, soleiðis, sum tær eru, ella seinni á lógligan hátt kunnu verða broyttar.
§ 5
Útmeldan
Stk.1. Eingin kann siga seg úr felagnum, uttan við innskrivaðum brævi og við 6 mánaða freist. Tó kann eingin fara úr felagnum, meðan arbeiðstræta er.
Stk. 2. Meðan arbeiðstræta er, verða fráboðaðar uppsagnir frestaðar til endan av tí mánaða, trætan er loyst.
Stk. 3. Hóast limur sigur seg úr felagnum, er hann framvegis bundin av galdandi sáttmálum, til hesir halda uppat.
Stk. 4. Limur, sum fer úr felagnum, hevur einki krav móti felagnum.
§ 6
Útilokan
Stk. 1. Limur, sum í avgerandi mun ella ferð eftir ferð hevur brotið ella vikið uttan um viðtøkur felagsins ella sáttmálar, sum felagið hevur gjørt við bindandi virknaði fyri viðkomandi lim - ella eftir meting aðalfundarinnar - í avgerandi mun ella ferð eftir ferð hevur vanvirt áhugamál felagsins, kann aðalfundurin útiloka og/ella áleggja bót.
Stk. 2. Um aðalfundurin hevur álagt limi bót, kann avgerðin innan ein mánaða eftir at hetta er fráboðað liminum, leggjast fyri gerðarrættin samb. grein 14 stk. 1. Um limur ikki innan ta tilskilaðu freistina skrivliga hevur fráboðað felagnum, at limurin leggur málið fyri gerðarrættin, er avgerðin hjá aðalfundinum endalig.
Stk. 3. Avgerðin hjá aðalfundinum, um at útiloka lim, kann leggjast fyri gerðarrættin.
Stk. 4. Tann sambært stk. 1 álagda bótin lutast felagnum.
§ 7
Limagjald og skuldbinding
Stk. 1. Limagjaldið verður goldið eftir reglum ásettar av nevndini og verður grundað á útgoldna A-inntøku, undantikið lønir til stjórn og nevnd, undanfarna álmanakkaár. Aðalfundurin ásetur gjaldið, eisini møguligt minstagjald fyri hvønn lim.
Gerst felag limur í árinum, verður limagjaldið roknað lutvíst í mun til, hvat eftir er av árinum, tó í minsta lagi minstagjaldið.
Allir limir hava skyldu til at uppgeva til felagið, innan 1. mars, hvussu nógv er útgoldið í A-inntøku undanfarna ár.
Stk. 2. Limirnir ábyrgjast ikki fyri skyldur felagsins.
§ 8
Aðalfundurin
Stk. 1. Aðalfundur felagsins hevur hægsta ræði í øllum viðurskiftum felagsins. Ein og hvør, sum hevur rætt til at koma á fund, kann koma fyri annan við sama fundarrætti, tá hann hevur fingið skrivliga fulltrú til tess.
Stk. 2. Aðalfundur verður hildin á hvørjum ári, áðrenn august mánaður er farin. Nevndin boðar limunum til aðalfundar við brævi minst 14 dagar frammanundan.
Fundarskráin, ið skal sendast saman við innbjóðingini, er soljóðandi:
  • Frágreiðing nevndarinnar frá farna ári
  • Framløga av grannskoðaðum roknskapi til góðkenningar
  • Ásetan av limagjaldi
  • Val av nevnd
  • Val av grannskoðara
  • Møgulig innkomin mál
  • Møgulig upptøka av limi
  • Ymiskt
Aðalfundurin verður stýrdur av fundarstjóra, ið fundurin velur.
Stk. 3. Uppskot, sum limirnir ynskja viðgjørd á aðalfundi, skulu vera skrivlig, og vera felagnum í hendi í seinasta lagi 1. apríl. Roknskapur felagsins skal sendast út til limirnar í seinasta lagi eina viku fyri aðalfundin.
Stk. 4. Eykaaðalfundur verður hildin, tá ið minst 3 limir ella limir, sum tilsamans umboða í minsta lagi 1/5 av teimum av felagsins fulltíðarstarvsettu, skrivliga biðja um tað. Innkalling til eykaaðalfund fer fram á sama hátt og við somu freist sum til vanligan aðalfund. Nevndin kann tó í serligum føri innkalla við styttri freist.
Stk. 5. Allar avgerðir verða samtyktar við vanligum meiriluta. Tó kunnu spurningar viðvíkjandi:
a. Lógarbroyting
b. Støðutakan til verkbann og boykotting
c. Útilokan av limi
d. Upptøka av limi
e. Støðutakan til lógarbrot
f. Avtøku av felagnum
bert samtykkjast, um limir umboðandi í minsta lagi 3/4 av teimum av felagsins fulltíðarstarvsettu eru á aðalfundinum, og um í minsta lagi 3/4 av greiddum atkvøðum eru fyri uppskotinum.
Stk. 6. Eru færri enn 3/4 av felagsins fulltíðarstarvsettu umboðaði á aðalfundinum, men uppskotið samtykt við 3/4 av greiddum atkvøðum, kallar nevndin innan 8 dagar til nýggjan aðalfund, har uppskotið kann samtykkjast við vanligum meiriluta, sama hvussu nógvir limir eru á fundi.
Stk. 7. Hvør limur hevur eina atkvøðu fyri hvørjar byrjandi 1.000 kr í goldnum limagjaldið.
Um tað, sum fer fram á aðalfundinum, verður førd gerðarbók, ið verður undirskrivað av fundarstjóranum.
§ 9 
Nevnd
Stk.1. Aðalfundurin velur eina nevnd manna við 3 til 5 persónum. Í nevndina kunnu bara veljast stjórnarlimir í limafeløgunum.
Hvør nevndarlimir tilnevnir ein persónligan tiltakslim.
Nevndarlimirnir verða valdir í 3 ár. Um nevndin telur 3 limir stendur ein nevndarlimur fyri vali á hvørjum ári eftir tørni. Um nevndin telur 4 limir stenda nevndarlimir fyri vali eftir tørni soleiðis: 1. árið 1 nevndarlimur, 2. árið 1, og 3. árið 2. Um nevndin telur 5 limir stenda nevndarlimir fyri vali eftir tørni soleiðis: 1. árið 1 nevndarlimur, 2. árið 2, og 3. árið 2. Afturval kann fara fram.
Stk. 2. Nevndin velur sjálv formann og næstformann. Nevndin kann seta skrivara.
Nevndarfundur er so ofta, formaðurin metir tað vera neyðugt, ella um ein nevndarlimur setir ynski fram um tað.
Nevndin er viðtøkufør, tá hon er fullmannað.
Hvør nevndarlimur hevur eina atkvøðu, og avgerðir verða tiknar við vanligum meiriluta, samanber tó grein 4 stk. 2.
Um tað, sum fer fram á nevndarfundi, verður førd gerðabók, ið allir nevndarlimirnir undirskriva.
Nevndararbeiðið er ólønt.
§ 10
Tekning
Stk. 1. Felagið verður teknað av nevndarformanninum saman við einum nevndarlimi, og um honum berst frá, næstformanninum saman við einum nevndarlimi.
§ 11
Samráðingarnevnd
Stk. 1. Nevndin er eisini samráðingarnevnd. Nevndarformaðurin er samstundis formaður í samráðingarnevndini. Við sáttmálasamráðingar kann samráðingarnevndin, eftir meting nevndarinnar, víðkast við umboðum fyri tað einstaka sáttmálaøkið.
Samráðingarnevndin kann, um nevndin ynskir tað, leita sær sakkunnleika aðrastaðni.
Stk. 2. Uppgávan hjá samráðingarnevndini er at samráðast við tey starvsfólka- og fakfeløg, sum hava heimild at samráðast um sáttmála og høvuðsavtalu.
Stk. 3. Um so er at samráðingar eru við fleiri starvsfólka- og fakfeløg, verður eingin sáttmáli undirskrivaður fyrr enn allar samráðingar eru at enda komnar og sáttmálarnir greiðir at undirskriva samstundis.
§ 12
Roknskapur og grannskoðan
Stk. 1. Roknskaparárið er álmanakkaárið.
Stk.2. Roknskapur felagsins skal grannskoðast av einum grannskoðara, ið aðalfundurin velur.
Stk. 3. Roknskapur skal vera endaður og grannskoðaður, áðrenn juni mánaður er farin, og verður síðani sendur limunum.
§ 13
Tagnar- og upplýsingarskylda
Stk. 1. Limir felagsins hava tagnarskyldu viðvíkjandi upplýsingum um innanhýsis viðurskifti í felagnum.
Stk. 2. Limirnir hava skyldu til eftir áheitan frá nevndini at lata tær upplýsingar, ið hava týdning fyri at kunna útrokna limagjald og atkvøðutal, umframt upplýsingar um lønar-, arbeiðs- og útbúgvingarviðurskifti fyri starvsfólkið. Hesar upplýsingar verða viðgjørdar í trúnaði.
§ 14
Gerðarrættur
Stk.1. Trætumál millum felagið og lim kann leggjast fyri gerðarrætt.
Stk. 2. Í gerðarrættinum eru tveir limir, av hvørjum felagið velur annan og limurin hin, umframt ástøðumann, sum verður tilnevndur av Føroya Rætti.
Stk. 3. Avgerðin hjá gerðarrættinum er endalig, og kann ikki leggjast fyri Føroya Rætt.
§ 15
Avtøka av felagnum
Ognir felagsins skulu, verður felagið tikið av, býtast millum limir felagsins á tann hátt, at miðaltalið fyri limagjaldið trý tey seinastu árini gevur lutfalstalið til hvønn lim.
§ 16
Gildiskomu og skiftisreglur
Stk. 1. Hesar viðtøkur fáa gildi frá 16. mars 1998.
Stk. 2. Av teimum í grein 9 valdu nevdnarlimunum, stendur ein fyri vali til aðalfundin 1999, ein í ár 2000 og ein í ár 2001. Nevndin avger sjálv raðfylgjuna.
Soleiðis samtyktar á stovnandi aðalfundi hin 16.03.1998, broyttar á eykaaðalfundi 23.02.1999, á aðalfundi 26.06.2000 og á aðalfundi 13 oktober 2008.
Tórshavn tann 13. oktober - 2008
Limayvirlit
Nevndarlimir
Tekna teg sum lim

Limir í felagnum kunnu gerast

Limir kunnu gerast peningastovnar, tryggingarfeløg, virðisbrævameklarafeløg og edv-fyritøkur, sum eru tilknýttar áðurnevndu stovnum.

Ynskir tú at tekna teg sum lim, set teg í samband við felagið.