
Melda til vinnugreinafelag
Meira um felagið
Um felagið
Bilasølufelagið varð stovnað 14. februar 2024. Endamál felagsins er at savna føroyskar bilasølur í eitt felag, sum skal virka fyri felags áhugamál limanna.
Lóg felagsins
Viðtøkur fyri Bilasølufelagið
Navn og heimstaður
§ 1. Navn felagsins er Bilasølufelagið (stytt BSF) og heimstaður felagsins er Tórshavn.
Endamál
§ 2. Endamál felagsins er at savna allar føroyskar bilasølur í eitt felag, sum skal virka fyri og verja felags áhugamál limanna.
Limaviðurskifti
§ 3. Bilasølur í Føroyum kunnu gerast limir í felagnum. Tað er ein treyt fyri limaskapi, at viðkomandi bilasøla kann prógva fyri nevndini, at hon hevur forhandlaraavtalu at umboða bilmerkini, hon selur.
§ 4. Umsóknir um limaskap skulu sendast nevndini, sum tekur støðu til umsóknina.
§ 5. Limirnir hava skyldu at haIda lógir felagsins. Tær avgerðir, ið aðalfundurin ella nevndin taka, eru bindandi fyri limirnar.
Um limur ikki vil ganga undir eina tíika avgerð, kann nevndin koyra viðkomandi úr felagnum uttan ávaring. Áðrenn viðkomandi verður limur aftur, skal møgulig skuld til felagið verða goldin.
Tvey árs eftirstøða hevur við sær, at limur av sær sjálvum missir limaskapin. Áðrenn limaskapurin kann fáast aftur, skal øll skuld til felagið verða goldin.
§ 6. Limur kann siga seg úr felagnum við skrivligari fráboðani til nevndina við seks mánaða ávaring til tann 1. januar.
Fíggjarviðurskifti
§ 7. Árliga limagjaldið verður ásett á ársaðalfundinum. Fult limagjald verður eisini goldið fyri innlimingarárið.
Nevndin ger av, hvussu inngoldna limagjaldið verður brúkt til raksturin av felagnum.
Um felagið fær brúk fyri meira peningi til at fremja serlig mál, so kann nevndin royna at útvega henda pening við tilskotum frá limunum. Eisini kann aðalfundurin, til útvegan av slíkum peningi, álíkna limunum eykagjald.
§ 8. Limirnir ábyrgdast ikki fyri skyldur felagsins.
§ 9. Felagið verður teknað av tveimum nevndarlimum i felag. Til dagligu umsitingina av sjálvum felagnum, kann nevndin geva skrivara ella øðrum persóni fulltrú.
Aðalfundur felagsins
§ 10. Aðalfundurin hevur hægsta ræði í felagnum.
Hvør limur hevur eina atkvøðu. Atkvøðast kann við fulltrú.
Eitt árs eftirstøða í limagjaldi, hevur við sær, at viðkomandi limur missur atkvøðurætt. Limur kann geva øðrum limi skrivliga fulltrú at umboða seg á aðalfundinum.
§ 11. Ársaðalfundurin verður hildin eina ferð um árið, ikki seinni enn 1. juni.
Lýst verður til vanliga aðalfundin við minst 14 og mest 28 dagar freist. Nevndin ásetir tíð og stað fyri aðalfundin. Nevndin boðar til aðalfund við skrivliga at venda sær til hvønn einstakan lim á tí bústaði ella teldubústaði, ið seinast er skrivaður i limalista felagsins ella annars upplýstur fyri felagnum, ella við at lýsa aðalfundin á annan hátt, ið nevndin metir nøktandi.
Dagsskráin á vanliga aðalfundinum er henda:
l. Val av fundarstjóra.
2. Framløga av limalista.
3. Frásøgn nevndarinnar frá farna ári.
4. Framløga av grannskoðaðum roknskapi frá farna ári.
5. Val av nevnd.
6. Val av grannskoðara.
7. Áseting av limagjaldi fyri komandi árið.
8. Ymiskt.
Allar samtyktir á aðalfundinum skulu verða skrivaðar i gerðabókina.
§ 12. ØII mál, felagnum viðvíkjandi, kunnu viðgerast á vanligum aðal- ella eykaaðalfundi. Til viðtøkubroytingar krevst, at í minsta lagi 2/3 av greiddu atkvøðunum eru fyri.
Har ikki annað er tilskilað í viðtøkunum, verða allar avgerðir samtyktar við vanligum meiriluta.
§ 13. Eykaaðalfundur kann verða hildin, tá ið minsta lagi 2 nevndarlimir ella limir, ið umboða minst 1/5 av atkvøðunum, krevja tað. Nevndin ásetir tíð og stað fyri eykaaðalfundin, sum verður lýstur á sama hátt og við somu freist, sum til vanligan aðalfund.
Nevnd felagsins
§ 14. Nevndin tekur sær av áhugamálum felagsins, hevur fyrisæti og umsjón við sjálvum felagnum og ansar eftir, at viðtøkur felagsins verða hildnar.
Aðalfundurin velur eina nevnd við minst trimum og upp til sjey nevndarlimum. Tað kann í mesta lagi veljast ein nevndarlimur frá hvørjari limafyritøku. Nevndin verður vald fyri eitt ár í senn og fer frá samlað á tí vanliga aðalfundinum. Afturval er loyvt.
Nevndin skipar seg sjálv við formanni og næstformanni beint eftir ársaðalfundin.
Nevndin kann seta skrivara, kassameistara ella gera avtalu við onnur at taka sær av dagligu umsiting felagsins.
Nevndin er viðtøkufør, um meirilutin av nevndarlimunum eru á fundi. Á nevndarfundi verða øll mál at gera av við vanligum atkvøðumeiriluta. Stendur a jøvnum, ræður atkvøða formansins.
Nevndarfundir kunnu verða avgreiddir sum telefon- og teldufundir og eisini a skrivligum grundarlagi herundir umvegis teldupostsamskifti.
Á hvørjum nevndarfundi verður gerðabók førd, sum verður undirskrivað av nevndarlimunum.
Roknskapur og grannskoðan
§ 15. Felagsins roknskaparar er almanakkaárið. Roknskapurin verður grannskoðaður av felagsins grannskoðara. Roknskapurin verður gjørdur í samsvari við góðan roknskaparsið.
Avtøka av felagnum
§ 16. Felagið kann verða avtikið við aðalfundarsamtykt, men einans tá ið minst 2/3 av greiddu atkvøðunum atkvøða fyri.
§ 17. Verður felagið tikið av, verða ognir felagsins at nýta til frama fyri vinnuliga menning, soleiðis sum aðalfundurin tekur avgerð um.
Limayvirlit
Berg Motors | Tórshavn | www.bm.fo | 313535 |
Bilasølan | Hoyvík | www.bilasolan.fo | 359700 |
Komfortbilar | Tórshavn | www.komfortbilar.fo | 358080 |
Nordbil | Tórshavn | www.nordbil.fo | 363738 |
Reyni Service | Hoyvík | www.reyniservice.fo | 353040 |
WAAG bilar | Tórshavn | www.waagbilar.fo | 313666 |
Wenzel | Tórshavn | www.wenzel.fo | 354500 |
Nevndarlimir
Ásfinnur Sigvardsen, formaður | asi@bilasolan.fo |
Saroya Dalsgarð, næstforkvinna | sbd@bergmotors.fo |
Pauli Waag | pauli@waagbilar.fo |
Rúni Djurhuus | rd@wenzel.fo |
Sámal av Reyni | sr@rs.fo |
Palli Skorheim | ps@komfortbilar.fo |
Birgir Dam Jacobsen | birgir@nordbil.fo |