Ferðavinnufelagið

Árni Olsen BW
Árni Olsen formaður
Henny
Henny á Líknargøtu næstforkvinna

Stutt um felagið

Høvuðsendamál felagsins er at savna allar ferðavinnufyritøkur at útinna felags áhugamál og at skapa karmarnar fyri, at ferðavinnan kann vera ein týðandi táttur í føroyska búskapinum. Ferðavinnufelagið fevnir breitt um alla ferðavinnuna, røkir áhugamál limanna og er felags málgagn mótvegis myndugleikunum. Felagið skipar regluliga fyri skeiðum og tiltøkum, sum stimbra førleikar og samstarv í vinnuni.

Mál hjá felagnum

  • Tryggja at lógir og regluverk í størst møguligan mun eru í tráð við áhugamálini hjá ferðavinnuni
  • Umboða áhugamálini hjá ferðavinnuni í øllum vinnugreinamálum mótvegis myndugleikum og stovnum av øllum slag
  • Skipa fyri tiltøkum og skeiðum við tí endamáli at hækka yrkiskunnleikan og førleikarnar í vinnuni
  • Fáa í lag tiltøk til limirnar sum stimbra samstarv í vinnuni og eggja til vitanarútbýting og íblástur.
Gongd í haga

Gongd í haga

Ferðavinnufelagið ynskir, at ein landsfevnandi skipan fyri gongd í haga verður sett í verk, og at atlit verður tikið til gongd í haga í eini nútíðarhóskandi og dagførdari lóggávu og regluverkið á økinum.

Les meira

Depositphotos 308077622 XL
Einkarinnkeypið hjá Rúsdrekkasølu Landsins

Einkarinnkeypið hjá Rúsdrekkasølu Landsins

Tað er neyðugt at avtaka einkarinnkeypið hjá Rúsdrekkasølu Landsins, soleiðis at matstovuvinnan fær ræði á egnum innkeypi og kann keypa inn á handilsligum grundarlagi.

Les meira

1Sep20 75A4201
Ein burðardygg ferðavinna

Ein burðardygg ferðavinna

Ferðavinnufelagið ynskir eina ferðavinnu, sum bæði er fíggjarliga, sosial og umhvørvisliga burðardygg. Vit taka undir við ábyrgdarfullari planlegging av ferðavinnuni, náttúruvernd og spjaðing av ferðavinnuni í Føroyum.

Les meira

Dylan Shaw Aavr8hb75ko Unsplash

Meira um felagið

Um felagið

Ferðavinnufelagið varð stovnað sum vinnugreinafelag í Vinnuhúsinum í 2008 við tí endamáli at savna allar ferðavinnufyritøkur at útinna felags áhugamál, soleiðis at ferðavinnan gerst týðandi táttur í føroyska búskapinum.

Gistingarhús- og matstovufelag Føroya, sum varð stovnað í 1995, var avtikið í  2010 og læt ognir sínar til Ferðavinnufelagið.

Ferðavinnufelagið fevnir í dag breitt um alla vinnuna og røkir áhugamál limanna. Felagið skipar regluliga fyri skeiðum og fyrilestrum og leggur seg eftir at samansjóða vinnuna við ymsum tiltøkum, sum eggja til samstarv í vinnuni.

Ferðavinnufelagið er sjálvstøðugt felag, sum heldur til í skrivstovufelagsskapinum í Vinnuhúsinum saman við øðrum vinnugreinafeløgum.

Ferðavinnufelagið ynskir framhaldandi at styrkja seg sum felag. Tað verður mett týdningarmikið at styrkja felagið við fleiri limum og at tryggja, at felagið hevur limir kring allar Føroyar.

Støðan í heiminum er framvegis óviss, og tað er ilt at meta um, hvat er í hondum. Virksemið í Ferðavinnufelagnum er tengd at hesi støðu. Seinastu tvey árini eru farin til at tryggja umstøðurnar hjá ferðavinnuni so væl sum gjørligt í eini krepputíð.

Vónin er, at felagið nú aftur kann fara í holt við at kanna grønar loysnir fyri lívrunnið burturkast, tørv á ferðavinnuútbúgvingum, rekrutering til ferðavinnuna og líknandi átøk.

Felagið hevur altíð raðfest limatiltøk og førleikamenning høgt, og tað er eisini ætlanin frameftir.

Ferðavinnufelagið fær javnan uppskot til lógir, kunngerðir og vegleiðingar til hoyringar og umboðar limirnar mótvegis politisku skipanini og almennum myndugleikum í málum, sum eru viðkomandi fyri vinnuna. Hetta hevur verið og er framvegis ein týdningarmikil partur av uppgávuni hjá Ferðavinnufelagnum.

Bára Gunnarsdóttir, ráðgevi
Fartlf: 739903 | t-post: bara@industry.fo
Lóg felagsins

§ 1

Navn felagsins er Ferðavinnufelagið og heimstaður felagsins er Tórshavn.

§ 2

Endamál felagsins er at savna allar ferðavinnufyritøkur at útinna felags áhugamál soleiðis at ferðavinnan vinnan gerst týðandi táttur í føroyska búskapinum, kend fyri sína dygd.

§ 3

Umsóknir um limaskap skulu sendast nevndini, sum tekur støðu til umsóknina. Avgerð nevndarinnar kann kærast fyri aðalfund, sum tekur endaliga avgerð.

§ 4

Limirnir hava skyldu at halda viðtøkur felagsins. Tær avgerðir, ið aðalfundurin ella nevndin taka, eru bindandi fyri limirnar.

Um limur ikki vil ganga undir eina tílíka avgerð, kann nevndin koyra viðkomandi úr felagnum uttan ávaring, og kann hesin ikki gerast limur aftur tey næstu tvey árini. Henda avgerð kann tó kærast til aðalfundin, sum tekur endaliga støðu.

Tvey árs eftirstøða inniber, at limur av sær sjálvum missir limaskapin. Áðrenn limaskapurin kann fáast aftur, skal øll skuld til felagið verða goldin.

Um limir melda seg úr felagnum skal hetta gerast skrivliga við 3 mánaða freist til tann 1. januar.

§ 5

Árliga limagjaldið verður ásett á ársaðalfundinum. Fult limagjald verður eisini goldið fyri innlimingarárið. Inngoldið limagjald verður nýtt til rakstur felagsins í tann mun, sum nevndin, heldur, at tørvur er á tí.

Skuldi tað í felagnum verið tørvur á meira peningi fyri at fremja serlig mál, so kann nevndin útvega henda pening við tilskotum frá limunum. Eisini kann aðalfundurin, til útvegan av slíkum peningi, álíkna limunum eykagjald.

Nevndin hevur heimild til at tekna lutapening ella partapening í øðrum feløgum eftir góðkenning frá aðalfundinum.

Felagið verður bundið við undirskrift formansins ella við undirskrift frá tveimum nevndarlimum. Til dagligu umsitingina av sjálvum felagnum kann nevndin geva skrivara/samskipara fulltrú.

Tekur felagið lán ella veðsetir ogn, mugu minst 2/3 av nevndarlimunum skriva undir.

§ 6

Nevndin tekur sær av áhugamálum felagsins, hevur fyrisætið við sjálvum felagnum og ansar eftir, at viðtøkur og samtyktir felagsins verða hildnar. Allar avgerðir á nevndarfundum verða samtyktar við vanligum meiriluta.

§ 7

Aðalfundurin hevur hægsta ræðið í felagnum.

Limir við bert einum ársverki hava eina atkvøðu. Limir við meira enn einum ársverki hava eina atkvøðu fyri fyri hvørjar 2.000 kr. í limagjaldi. Eingin limur kann hava meir enn 10 atkvøður.

Eftirstøða í limagjaldi inniber miss av atkvøðurætti.

Limur kann geva øðrum limi skrivliga fulltrú at umboða seg á aðalfundinum.

§ 8

Ársaðalfundurin verður hildin á hvørjum ári - ikki seinni enn 1. november.

Lýst verður til vanliga aðalfundin minst 14 dagar frammanundan. Nevndin ásetir tíð og stað fyri aðalfundin, og avgerð á hvønn hátt hann verður lýstur.

Dagsskráin á vanliga aðalfundinum er henda:

    1. Val av fundarstjóra
    2. Framløga av limalista
    3. Frásøgn nevndarinnar frá farna ári.
    4. Framløga av grannskoðaðum roknskapi frá farna ári.
    5. Val av nevndarlimum og eykalimum
    6. Val av grannskoðara.
    7. Áseting av limagjaldi fyri komandi árið.
    8. Ymiskt.

Allar samtyktir á aðalfundinum skulu skrivast í gerðabókina.

§ 9

Øll mál, felagnum viðvíkjandi, kunnu viðgerast á vanligum aðal- ella eykaaðalfundi. Viðtøkubroyting kann bert fara fram, tá ið uppskot um broytingina er sett fram frammanundan, og uppskotið er lýst í kunngerðini um aðalfundin.

Har ikki annað er tilskilað í viðtøkunum, verða allar avgerðir samtyktar við vanligum meiriluta.

Til at broyta viðtøkur felagsins krevst, at í minsta lagi 2/3 av teimum greiddu atkvøðunum eru fyri uppskotinum, og at minst helvtin av øllum limunum eru umboðaðir á aðalfundi.

Er vanligi aðalfundurin ikki viðtøkuførur, verður kallað til eykaaðalfund sambært ásetingunum í grein 11. Á eykaaðalfundinum kann slíkt uppskot verða samtykt við minst 2/3 av greiddu atkvøðunum, hóast minni enn helvtin av limunum eru umboðaðir á fundi.

§ 10

Á hvørjum aðalfundi kann hvør yrkisgrein velja eitt ella fleiri umboð, sum vísa til nevndina og eru ráðgevandi hjá nevndini í spurningum, ið viðvíkja ymsu yrkis­greinunum.

Stk. 2. Um umboð ikki verða vald á aðalfundinum, kann nevndin seta hesi umboð seinni.

Stk.3. Nevndin kann gera starvsskipan fyri umboðini.

§ 11

Í nevndini sita 3 ella 5 limir, ið verða valdir millum limir felagsins.

Nevndarlimirnir verða valdir fyri 2 ár í senn, soleiðis at annað hvørt ár stendur 1 (2) og annað hvørt ár 2 (3) limir fyri vali.

Harumfamt verður 1 tiltakslimur valdur á hvørjum ári.

Nevndin skipar seg sjálv. Á hvørjum nevndarfundi verður gerðabók førd, sum verður undirskrivað av hjástøddu nevndarlimunum.

§ 12

Eykaaðalfundurin kann verða hildin, tá ið í minsta lagið 2 nevndarlimir ella limir, ið umboða minst 1/5 av atkvøðunum, krevja tað. Nevndin ásetir tíð og stað fyri eykaaðalfundin, sum verður kunngjørdur við minst 7 daga ávaring

§ 13

Felagsins roknskaparár er álmanakkaárið.

Roknskapurin verður grannskoðaður av felagsins grannskoðara.

§ 14

Felagið kann verða avtikið við aðalfundarsamtykt eftir somu ásetingum, sum eru galdandi í sambandi við viðtøkubroytingar.

§ 15

Verður felagið avtikið, verða ognir felagsins at nýta til frama fyri ferðavinnuna, soleiðis sum aðalfundurin tekur avgerð um.

- 0 -

Viðtøkurnar eru samtyktar á stovnandi aðalfundi 31. oktober 2008. 

Broytingar eru samtyktar á aðalfundi 30. oktober 2009.

Seinni broytingar samtyktar á aðalfundi 7. mai 2013. 

Viðtøkurnar eru seinast broyttar á aðalfundi 22. september 2023.

Limayvirlit

62ºN Travel

Tórshavn

340000

www.62n.fo

62ºN hotel

Tórshavn

500600

www.62n.fo/hotel

AP Busskoyring Sp/F

Leirvík

235250

Atlantic Airways

Sørvágur

341000

www.atlantic.fo

boat.fo

Argir

589977

www.boat.fo

CommIT Í/F

Tórshavn

285010

Fonn Flog

Klaksvík

476363

www.fonnflog.fo

Fríða Sp/f

Klaksvík

273344

www.frida.fo

Gásadalsgarður Sp/f

Sandavágur

277013/580473

Gist & Vist P/F

Tórshavn

317500

www.hotelforoyar.com

Gjáargarður P/F

Gjógv

423171

www.gjaargardur.fo

GoLocal

Mykines

285597

www.golocal.fo

Go South

Sandvík

780180

GreenGate Incoming Ltd

Tórshavn

350520

www.greengate.fo

Guide to Faroe Islands

Tórshavn

273044

www.guidetofaroeislands.fo

Heimablídni hjá Onnu og Óla

Velbastaður

216026

Hilton Garden Inn Faroe Islands (Hotel Atlantic P/F)

Tórshavn

414000

www.hiltongardeninn.fo

HK Bussar Sp/f

Hvalvík

233320

www.hk.fo

Hotel Djurhuus Sp/f - Autotrans

Tórshavn

355500

www.hotelstreym.fo

Hotel Hafnia

Tórshavn

313233

www.hafnia.fo

Húsamørk

Leirvík

443399

www.brimborg.fo

MJ Catering sp/f

Tórshavn

591011

Kaffihúsið - 12/04-2009 Sp/F

Tórshavn

358787

www.kaffihusid.fo

Kajakk.fo

Hósvík

286975

www.kajakk.fo

Make Travel

Sørvágur

232100

www.make.fo

Mouritsens Bussar Sp/f

Tórshavn

322121

www.mb.fo

NAX

Tórshavn

207676

www.nax.fo

Norðurlandahúsið

Tórshavn

351351

www.nlh.fo

Poulsen/Ludvig Bussar Í/F

Sumba

370552

REMÓT Travel

Vatnsoyrar

Rib62 Sp/f v/Sigmund Signarsson

Velbastaður

566262

www.rib62.com

Smyril Line P/F

Tórshavn

345900

www.smyril-line.fo

TN24 - Norðlýsið

Hoyvík

321945

www.nordlysid.com

Toft Sp/f, Hotel Runavík

Runavík

663333

www.hotelrunavik.fo

Tora Tourist

Tórshavn

215667

www.tora.fo

Tutl P/F

Tórshavn

225034

Vága Floghavn P/F

Sørvágur

354400

www.floghavn.fo

Vestmanna Tourist Centre

Vestmanna

471500

www.visit-vestmanna.com

Dagført 20. oktober 2022

Nevndarlimir
Tekna teg sum lim

Fyri at gerast limur í Ferðavinnufelagnum skal tilmeldingarskjal útfyllast og sendast aftur til felagið.

Nevndin tekur støðu til umsóknina á nevndarfundi.