Gongd í haga

Nú ferðavinnan er í vøkstri, er freistandi at taka inn gjøld við kassa eitt uttan at bjóða nakað afturfyri. Korona er við at hæsa av, og størsta avbjóðingin í ferðavinnuni er aftur óskilið, sum valdar í regluverkinum viðvíkjandi gongd í haga.

Seinastu árini hava ymisk hagastýri og bóndir boðað frá gjøldum og serligum treytum fyri at fáa atgongd til lendi, sum teir eiga ella leiga.

Skulu vit tryggja eina burðadygga menning av ferðavinnuni, mugu vit spjaða ferðavinnuna – bæði á árinum, men eisini kring landið, soleiðis at so nógv øki í landinum sum gjørligt kenna ágóðarnar av ferðavinnuni við øktum vøkstri, fleiri starvsmøguleikum, øktum virksemi og fleiri tænastuveitingum.

Tess fleiri ymisk gjøld og ymiskar skipanir verða galdandi kring landið, tess torførari og ólagaligari verður tað hjá ferðasmiðjunum at selja túrar kring oyggjarnar, og málið um at spjaða ferðafólkini kring landið gerst torførari at røkka.

Tørvur er á at skipa økið, dagføra lóggávuna og seta í verk eina gjøgnumskygda og landsfevnandi skipan, sum tryggjar hóskandi og rímiligar treytir.  Ferðavinnufelagið hevur ta áskoðan, at vit eiga at stimbra menningina av vørum og tænastum kring landið. Heldur enn at taka gjøld eiga vit at hava tilboð at bjóða ferðafólkunum, sum vit kunnu taka pening fyri.

Ferðavinnufelagið mælir frá at falla fyri freistingini at leggja gjøld á ferðavinnuna við tí fyri eyga at fáa so nógvan pening sum gjørligt burtur úr hvørjum einstøkum ferðandi. Hetta hevði gjørt at føroyska ferðavinnan hevði mist kappingarføri. Ferðavinnan er útflutningsvinna og er í kapping við allan heimin. Sum ferðamál eru Føroyar, sum er, eitt kostnaðarmikið ferðamál.

Tað kann skaða umdømi hjá Føroyum sum ferðamál, um vit ikki hava gjøgnumskygdar skipanir við innkrevjing av gjøldum fyri atgongd til náttúruna. Gjald ella ikki gjald, so skal sama reglugerð verða galdandi í øllum landinum.

Hóast gongd í haga framvegis er eitt stórt mál í ferðavinnuni, er leikluturin hjá Ferðavinnufelagnum ikki stórur løtuni. Ferðavinnufelagið arbeiddi fyri at fáa hetta mál á skrá hjá politiska myndugleikanum, og tað eydnaðist. ‘Gongd í haga’ kom í samgonguskjalið, lógaruppskot er greitt úr hondum, uppskotið hevur verið og er helst framvegis í politiskari viðgerð. Ferðavinnufelagið fylgir málinum og metir støðugt um støðuna.