Føroya Arbeiðsgevarafelag

O8A9283
Jón Sigurdsson formaður
Høgni Hansen
Høgni Hansen næstformaður

Stutt um felagið

Føroya Arbeiðsgevarafelag er meginfelag fyri føroyskar arbeiðsgevarar á privata arbeiðsmarknaðinum og er røddin hjá privatu vinnuni á vinnupolitiskum og arbeiðsmarknaðarøkinum. Felagið eigur og rekur Vinnuhúsið, har skrivstovan hjá felagnum heldur til.

Mál hjá felagnum

Týdningarmestu málini hjá Føroya Arbeiðsgevarafelag eru at gera og røkja sáttmálar við løntakarafeløgini og at ávirka yvirskipaða arbeiðsmarknaðar- og vinnulóggávu. Annars í øllum sínum virki at fremja áhugamál hjá arbeiðsgevarum.

Vinnusjónarmið

Vinnusjónarmið

Felagið hevur í fleiri umførum orðað yvirskipaði sjónarmið um tann vinnupolitikk, sum eigur at vera førdur, føroyska samfelagnum til frama. Felagið hevur í 2022 almannakunngjørt dagførd vinnusjónarmið grundað á 10 yvirskipaði prinsipp fyri góðan vinnupolitikk.

Les meira

Tannhjul (1)
Orkusjónarmið+Útgivin

Orkusjónarmið

Tað hevur stóran týdning fyri føroyskt vinnulív, at orkuveitingin er grundað á varandi orkukeldur, at prísurin er lágur, og at veitingin er støðug. Felagið hevur tí orðað nýggj orkusjónarmið við støði í hesum stavnhaldi.

3

Vinnudagurin

Vinnuhúsið skipar seinast í september fyri árliga vinnudegnum, har føroysk vinna hittist fyri at fáa íblástur og netverka. Vinnudagurin er altíð væl vitjaður við omanfyri 350 luttakarum.

Mynd Av Hondini ársins virkið

Meira um felagið

Um felagið

Føroya Arbeiðsgevarafelag varðar av 40 ymiskum sáttmálum á føroyska arbeiðsmarknaðinum. Hesir sáttmálar fevna um meginpartin av privata arbeiðsmarknaðinum á landi umframt farmaflotan.

Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur eina nevnd við 9 nevndarlimum, sum verður vald av limunum í felagnum á árliga aðalfundi felagsins. Limir felagsins eru einstakar fyritøkur, sum eru beinleiðis limir í Føroya Arbeiðsgevarafelag. Harafturat eru fýra arbeiðsgevarasamskipaninar limir í felagnum. Tær eru Føroya Handverksmeistarafelag, Reiðarafelagið fyri Farmaskip, Arbeiðsgevarafelagið hjá Fíggjarstovnum í Føroyum og Føroya Prentsmiðjufelag. Fyritøkur, sum eru limir í hesum fýra arbeiðsgevarasamskipanum, eru umvegis hesar eisini limir í Føroya Arbeiðsgevarafelagi.

Í viðtøkunum hjá Føroya Arbeiðsgevarafelagi stendur, at nevndin skal veljast soleiðis, at hon umboðar tær ymisku vinnugreinarnar og landið, so væl sum til ber.

Føroya Arbeiðsgevarafelag stimbrar sínum limum at taka seg saman í vinnugreinafeløg. Hetta verður gjørt so vinnugreinar hava ein greiðari profil og ávirkan á teirra vinnuøki.
Føroya Arbeiðsgevarafelag stendur fyri og myndar raksturin av Vinnuhúsinum, har eisini skrivstova hjá felagnum er.

Sum meginfelag fyri vinnuna tekur Føroya Arbeiðsgevarafelag sær av nógvum ymiskum uppgávum:

Felags sáttmálar fyri vinnuna: Vegna vinnuna ger Arbeiðsgevarafelagið sáttmálar við løntakarafeløgini, ið tryggja støðug viðurskifti á arbeiðsmarknaðinum og  tryggja eitt burðardygt lønarstøði.

Ráðgeving og tænasta: Felagið veitir limum sínum holla ráðgeving og tænastu, serliga á hesum økjum: Sáttmálaviðurskiftum, starvsfólkaviðurskiftum og leiðslu umframt lógir og reglugerðir á vinnuøkinum. Harumframt virkar umsitingin í Vinnuhúsinum sum sambindingarlið við vinnu í øðrum londum, partvíst gjøgnum samstarv okkara við vinnufeløg og sendistovur í øðrum londum og partvíst, tí at útlendsk feløg, sum vilja samstarva við føroyska vinnu, venda sær til felagið.

Politisk ávirkan: Vinnunnar vegna verður arbeitt við at ávirka allar tær yvirskipaðu lógir og reglugerðir, sum landsstýrið, løgting, umsiting, stovnar og kommunur seta í verk, soleiðis at hesar stuðla uppundir eitt burðardygt og vælvirkandi vinnulív. Arbeiðsgevarafeløgini eru umboðað í nógvum ymiskum stýrum, nevndum og ráðum, ið seta karmar fyri føroyska samfelagið og framtíð okkara, og gera eisini her sína ávirkan galdandi.

Kunning: Føroya Arbeiðsgevarafelag veitir kunning um privatu vinnuna, vinnulig viðurskifti og tann týdning, vinnan hevur fyri samfelagið, bæði úteftir og gjøgnum føroyskar miðlar. Felagið skipar eisini fyri kunningartiltøkum o.l. fyri limunum.

Fundir og orðaskifti fyri leiðslurnar innan vinnuna: Føroya Arbeiðsgevarafelag nýtir Vinnuhúsið sum miðdepil fyri vinnuligum og vinnupolitiskum orðaskifti, og har verða bond knýtt millum leiðarar í privatu vinnunu - eisini tá Vinnuhúsið er karmur um vitjanir uttaneftir. Arbeiðsgevarafelagið setur eisini eftir tørvi arbeiðsbólkar at greina mál og stevnur fyri føroyska vinnu - mál og stevnur, sum ofta gerast hornasteinar í almenna vinnupolitikkinum.

Lóg felagsins

§ 1
Navn, heimstaður og endamál

Navn felagsins er Føroya Arbeiðsgevarafelag.

Heimstaður tess er Tórshavnar kommuna.

§ 2

Felagið er meginfelag fyri arbeiðsgevarasamskipanir og fyri einstakar arbeiðsgevarar.

§ 3

Endamál felagsins er við samanhaldi:

at  fremja og styrkja áhugamál arbeiðsgevaranna,
at  ávirka neyðugar altjóða og innlendis avgerðir innan almenn arbeiðsmarknaðar- og vinnupolitisk øki føroyskum fyritøkum at gagni,
at  skipa fyri ymiskum tiltøkum, sum eftir meting nevndarinnar gagna føroyskum fyritøkum,
at  tala søk arbeiðsgevaranna mótvegis almennum myndugleikum,
at  standa fyri og luttaka í sáttmálasamráðingum við feløg arbeiðstakaranna,
at  gera sítt til at varðveita góð viðurskifti við feløg arbeiðstakaranna og vera við til, at trætumál ímillum arbeiðsgevara og arbeiðstakara, har hetta ber til, verða avgjørd á friðarligan hátt,
at  verja leiðslurættin og friðarskylduna.

§ 4
Limir og limaskapur

Limir í felagnum kunnu gerast:

a)  Arbeiðsgevarasamskipanir
b)  Partafeløg, smápartafeløg, sjálvstøðug vinnurekandi og líknandi løgfrøðiligar eindir

Skrivlig umsókn um limaskap skal sendast felagnum, sum tekur støðu til umsóknina. Nevndin ger reglugerð hesum viðvíkjandi.

Til ber at leggja mál um noktaðan limaskap fyri næstkomandi aðalfund felagsins, sum avger málið.

§ 5

Allir limir í felagnum vátta við undirskrift at  fylgja lógum felagsins, sum tær til eina og hvørja tíð eru.

Innan fyri virkisvídd felagsins eru limirnir skyldugir at fylgja fyriskipanum felagsins.

Arbeiðsgevarasamskipanir, sum eru limir, hava skyldu at tryggja, at lógir ella viðtøkur hjá arbeiðsgevarasamskipanini ikki eru í stríð við lógir Føroya Arbeiðsgevarafelags.

Eisini hava arbeiðsgevarasamskipanir, sum eru limir, skyldu at geva boð frá Føroya Arbeiðsgevarafelag víðari til limir teirra.

 

§ 6
Fíggjarviðurskifti felagsins

Hvør limur greiðir eitt av nevndini ásett árligt limagjald, sum í mesta lagi er 2,75‰ av allari A-inntøku, limurin hevur útgoldið í Føroyum í farna álmanakkaári. Nevndin ásetur tó eitt minstagjald.

Limagjaldið er grundað á útgoldnar lønir, undantiknar lønir til stjórn og nevnd, undanfarna álmanakkaár.

Limur, sum er limur gjøgnum eina arbeiðsgevarasamskipan, rindar umvegis arbeiðsgevarasamskipanina tríggjar fjórðingar av omanfyri ásetta limagjaldi til Føroya Arbeiðsgevarafelag.

Gerst felag limur í árinum, verður limagjaldið roknað lutvíst í mun til, hvat eftir er av árinum, tó í minsta lagi minstagjaldið.

Allir limir hava skyldu til at uppgeva til felagið, innan 15. februar, hvussu nógv er útgoldið í A-inntøku undanfarna ár. Verður hetta ikki upplýst, hevur Føroya Arbeiðsgevarafelag heimild at áseta limagjald grundað á upplýsta A-inntøku árið fyri. Tá Føroya Arbeiðsgevarafelag fær røttu upplýsingarnar, verður limagjaldið javnað.

Limirnir ábyrgdast ikki fyri skyldur felagsins.

Roknskaparárið er álmanakkaárið.

Roknskapur felagsins verður grannskoðaður av einum á aðalfundinum valdum løggildum/ríkisgóðkendum grannskoðara.


§ 7
Aðalfundur felagsins

Aðalfundurin er hægsti myndugleiki felagsins.

Rætt at koma á aðalfund hava allir limir, bæði beinleiðis limir og limir umvegis arbeiðsgevarasamskipan.

Ein og hvør, sum hevur rætt til at koma á aðalfund, kann umboða annan við sama fundarrætti, um hann hevur fingið skrivliga fulltrú til tess.

§ 8

Vanligur aðalfundur verður hildin á hvørjum ári í seinasta lagi 30. juni. Innkalling til aðalfund verður send hvørjum limi við telduposti í minsta lagi 3 vikur áðrenn aðalfundin, tó í mesta lagi 5 vikur áðrenn aðalfundin, til teldupostaddressu, sum limurin sjálvur hevur ábyrgdina av at upplýsa og dagføra yvirfyri felagnum. Limur, sum hevur biðið um tað, fær innkallingina sendandi við posti. Í innkallingini skal standa, hvør stendur fyri vali, og hvør verður skotin upp til nevndarlim.

Mál at leggja fyri aðalfundin, heruppií møgulig uppskot til nevndarlim, skulu vera nevndini í hendi 2 vikur áðrenn aðalfundin. Kunning um innkomin mál verður send limunum í seinasta lagi 1 viku fyri aðalfundin.

Á aðalfundinum skal limalisti og atkvøðubýti millum limirnar verða til taks.

Á dagsskrá til hin vanliga aðalfundin skal vera:
          1. Frásøgn nevndarinnar frá farna ári
          2. Framløga av grannskoðaðum ársroknskapi
          3. Val av nevnd
          4. Val av løggildum/ríkisgóðkendum grannskoðara
          5. Møgulig innkomin mál
          6. Ymiskt

Aðalfundurin verður stýrdur av fundarstjóra, sum nevndin velur.

Allar avgerðir verða samtyktar við vanligum meiriluta av greiddum atkvøðum. Undantiknar eru tó samtyktir eftir greinunum 14 og 15.

Fundarbók, ið verður undirskrivað av fundarstjóranum, verður førd á aðalfundinum.

Hvør limur hevur eina atkvøðu fyri hvørjar byrjaðar 1.000 krónur í goldnum limagjaldi til Føroya Arbeiðsgevarafelag, beinleiðis ella umvegis arbeiðsgevarasamskipan. Atkvøðurætturin verður útintur av teimum einstøku limunum beinleiðis, og greiða arbeiðsgevarasamskipanir ikki atkvøðu sum slíkar.

Limir, sum ikki hava goldið limagjald undanfarna ár, hava ikki atkvøðurætt á aðalfundi.

§ 9

Eykaaðalfundur verður hildin, tá í minsta lagi 2 nevndarlimir ella limir, sum umboða annaðhvørt 10 við fundarrætti ella 10% av atkvøðunum, krevja tað. Innkalling fer fram á sama hátt og við somu freistum, sum til vanligan aðalfund.

§ 10
Nevnd felagsins

Í nevndini sita 9 limir, ið aðalfundurin velur millum felagslimirnar fyri 3 ár í senn soleiðis, at hvørt ár verða valdir 3 limir.

Miðað eigur at vera eftir, at nevndarlimir umboða tær ymisku vinnugreinarnar og landið, so væl sum til ber.

Afturval er loyvt.

Nevndin skipar seg sjálv við formanni og næstformanni og ger eftir tørvi starvsskipan fyri nevndararbeiðið, heruppií skipan fyri sáttmálasamráðingar.

Nevndin kann seta stjóra til dagligu leiðslu felagsins.

Formaðurin og stjórin tekna hvør sær felagið í sambandi við vanliga raksturin. Formaðurin kann lata øðrum nevndarlimi hesa heimild.

Til at binda felagið útyvir vanliga raksturin, herundir at upptaka lán, at seta í veð, at selja ella keypa fasta ogn, krevst nevndarsamtykt og undirskrift á viðkomandi skjøl av nevndarformanni, stjóra ella tveimum nevndarlimum í felag.

Nevndin hevur fund eftir tørvi, tó í minsta lagið fýra ferðir um árið.

Førd verður gerðabók yvir nevndarfundirnar.

Nevndarlimir hava rætt til ferðaendurgjald og fundarpening eftir vanligu almennu reglunum.

Metur nevndin tað neyðugt, kann nevndarlimur ístaðin fyri fundarpening fáa fasta samsýning við støði í mettari arbeiðsbyrðu.

 

 

Úrmelding

 

§ 11

Melda seg burtur úr felagnum kann eingin uttan við skrivligari fráboðan og við 6 mánaða freist. Tó kann eingin fara úr felagnum undir arbeiðstrætu, sum limurin beinleiðis ella óbeinleiðis er partur av.

Úrkoyring

§ 12

Nevndin hevur, tá hon samtykkir hetta, rætt at koyra lim úr felagnum, hevur hesin ikki goldið eftirstøður av limagjaldi sínum innan 6 mánaðir eftir gjalddag, ikki aktað boð felagsins ella á annan hátt ikki hildið skyldur sínar mótvegis felagnum.

Úrkoyrdur limur kann leggja avgerð um úrkoyring fyri aðalfundin til avgerðar.

Felagið kann krevja endurgjald frá limi, um felagið hevur verið fyri fíggjarligum tapi orsakað av omanfyri nevndu brotum.

Felagið kann harafturat áleggja limum bót. Bótin verður ásett við støði í brotinum og í limagjaldinum hjá liminum.

Avgerðir um endurgjald og bót eftir hesi grein kunnu innan 6 vikur eftir, at avgerðin er tikin leggjast fyri gerðarrætt, sambært grein 13.

Úrkoyring loysir tó ikki limin frá gjaldskyldu síni.

Úrkoyrdur limur, kann ikki gerast limur aftur, fyrrenn tey viðurskifti, sum vóru orsøk til úrkoyringina, eru fingin í rættlag.

 

Gerðarrættur

 

§ 13

Trætumál millum felagið og lim kann leggjast fyri gerðarrætt.

Í gerðarrættinum eru tveir limir, annar valdur av felagnum og hin av liminum, umframt ástøðumann, sum partarnir velja í felag. Semjast partarnir ikki um ástøðumann, verður hesin tilnevndur av Føroya Rætti.

Avgerðin hjá gerðarrættinum er endalig og kann ikki verða løgd fyri Føroya Rætt. Lóg um gerðarrætt er galdandi.

 

Lógarbroytingar

 

§ 14

Lógir felagsins kunnu verða broyttar á aðalfundi felagsins, um tveir triðingar av teimum greiddu atkvøðunum eru fyri.

Avtøka av felagnum

 

§ 15

Felagið kann verða tikið av eftir samtykt á tveimum aðalfundum, har tveir triðingar av teimum greiddu atkvøðunum eru fyri. Tað mugu í mesta lagi vera lidnar 4 vikur fundanna millum.

Ogn felagsins skal, verður felagið tikið av, verða nýtt at menna føroyska vinnu, soleiðis sum aðalfundurin tekur avgerð um.

________________________________________________

Samtyktar á eykaaðalfundi í Føroya Arbeiðsgevarafelag 5. september 2008

-         § 6 og § 10 broyttar á aðalfundi í Føroya Arbeiðsgevarafelag 1. juni 2011

-         § 6 og § 8 broyttar á eykaaðalfundi í Føroya Arbeiðsgevarafelag 30. oktober 2014

-         § 10 broytt á eykaaðalfundi í Føroya Arbeiðsgevarafelag 27. oktober 2017

-         § 6 og § 8 broyttar á aðalfundi í Føroya Arbeiðsgevarafelag 30. august 2021

Limayvirlit
VirkiBygd/býTelefonHeimasíða
05.03.12Tórshavn+298 505550rd@wenzel.fo
11. Apríl 2019 Sp/fTórshavn+298 239708hjl@bilasolan.fo
12-08-09 Sp/FSkálafjørdur+298 282328/281740info@fsuh.fo
20.10.20 Sp/fGlyvrar+298 555000bill@olivant.fo
210678 Sp/fHoyvík+298 212507kjaerbo@gmail.com
6. November 2018 Sp/FHoyvík+298 599969amine@reydleyk.fo
62ºN Hotel (Hostel Punktum FO)Tórshavn+298 500600bokhald@62n.fo
62ºN TravelTórshavn+298 340000airport@62n.fo
Á - Landavegur Sp/FTórshavn+298 313731landavegur@ph.fo
Á - Sundsvegur Sp/FTórshavn+298 311161sundsvegur@ph.fo
AGA-FøroyarTórshavn+298 315544aga@aga.fo
ALSTórshavn+298 349550als@als.fo
Andrias Berg Sp/fTórshavn+298 316558andriasb@kallnet.fo
Ansni Trygdarfelag Sp/fTórshavn+298 606060ansni@ansni.fo
Arctic ImportTórshavn+298 606666info@arcticimport.fo
ASG Sp/fSaltangará+298 225118asg@asg.fo
Asian Food CateringSandavágur+298 592362nharaldsen@yahoo.com
Askham Sp/FKlaksvík+298 226868hansjon@askham.fo
Atlantic AirwaysSørvágur+298 341000administration@atlantic.fo
Atlantic PetroleumTórshavn+298 350100petroleum@petroleum.fo
Atlantic Supply BaseSaltangará+298 203000asb@asb.fo
AVLUX Føroyar Sp/FTórshavn+298 231401haj@avlux.fo
Bakkafrost Farming P/FGlyvrar+298 405117bakkafrost@bakkafrost.com
Bakkafrost HoldingGlyvrar+298 405000bakkafrost@bakkafrost.com
Bakkafrost Packaging P/f, (Fyrr Kassav. Á Bakka)Glyvrar+298 405000bakkafrost@bakkafrost.com
Bakkafrost Processing P/f, (Fyrr Salmon Processing)Glyvrar+298 405000bakkafrost@bakkafrost.com
Bakkafrost Sales P/f, (Fyrr Bakkafrost P/F)Glyvrar+298 405000bakkafrost@bakkafrost.com
BaksarinSandavágur+298 214858baksarin@baksarin.fo
Balslevs Timburhandil & Byggibúð P/FTórshavn+298 345000balslev@balslev.fo
Barðið P/fTórshavn+298 210395nfj@bardid.com
Bátasmíð Fa. V/ Guðmundur S. NorðbúðTórshavn+298 263169batasmid@hotmail.com
BEFO Sp/fTórshavn+298 277300eltondervishi88@gmail.com
BERGFROST P/F, FrystigoymslanFuglafjørður+298 474646bokhald@bergfrost.fo
BerglonRunavík+298 773000faktura@berglon.fo
BiofarKaldbak+298 774000biofar@biofar.fo
BKE sp/fTvøroyri+298 239820bke@bke.fo
BORG P/FRunavík+298 477272borg@borg.fo
Bowlinghøllin á HálsiTorshavn+298 358188/558187bowling@bowling.fo
Brell Sp/fHoyvík+298 220800brell@brell.fo
Breyðvirkið Sp/FTórshavn+298 535053breydvirkid@gmail.com
Brigada Sp/fGøtugjógv+298 710072beinirno@hotmail.com
Burðardygd Sp/fVelbastadur+298 270830anaholdenpeters@hotmail.com
Combine-IT sp/fNólsoy+298 511187info@combine-it.com
Damfar P/FTórshavn+298 359977damfar@damfar.fo
David Nordendal Sp/fTórshavn+298 213550david@nordendal.fo
Delta SeafoodTvøroyri+298 208800magnus@deltaseafood.fo
DimmalættingTórshavn+298 666768dimma@dimma.fo
Duty Free FAE, P/FSørvágur+298 354400jonny@dutyfreefae.fo
Dveylan - ReingerðingTórshavn+298 314175dveylan@dveylan.fo
Dvøljan P/F - Herundir Angus SteakhouseTórshavn+298 341900dvoljan@sms.fo
E. M. Asfalt Sp/FSøldafjørður+298 441166emasfalt@emasfalt.fo
EðgeMikladalur+298 220042jsheldarskard@gmail.com
Effo P/FTórshavn+298 343500effo@effo.fo
ElektronTórshavn+298 345100bokhald@elektron.fo
Enniberg P/FArgir+298 319333enniberg@enniberg.fo
Eurest Føroyar P/F, C/O Poul Hansen P/FTórshavn+298 311161hhansen@ph.fo
Eystur- Og Sandoyartunlar P/FTórshavn+298 231000tesa@estunlar.fo
Eysturoyar ReingerðingshjálpSaltangará+298 591429marita290482@icloud.com
Falkon P/FSaltnes+298 448662falkon@olivant.fo
Faroe AgencyTórshavn+298 351990faroeagency@faroeagency.fo
Faroe Islands by car Sp/fSørvágur+298 239707asi@bilasolan.fo
Faroe Marine Products P/fLeirvík+298 443399fmp@fmp.fo
Faroe Maritime ServicesTórshavn+298 610000fms@fms.fo
Faroe Origin P/FSaltangará+298 200600origin@origin.fo
FAT Sp/fTórshavn+298 355309gudrun@damfar.fo
FF BilaleigaTórshavn+298 733505bokhald@62n.fo
Fiskaaling P/FHvalvík+298 474747fiskaaling@fiskaaling.fo
Fiskavirkið P/FGøta+298 662200prg@prg.fo
Fjósið í Leirvík Sp/fLeirvík+298 271808rasmusnorup@live.dk
Fofish P/FLeirvík+298 202122fofish@fofish.fo
Fonn FlogKlaksvík+298 476363fonnflog@fonnflog.fo
Førka P/FGlyvrar+298 405000post@bakkafrost.com
FORMO P/FGlyvrar+298 782828info@formo.fo
FormulaTórshavn+298 344000formula@formula.fo
Føroya BjórKlaksvík+298 475454bjarnib@foroyabjor.fo
Føroya GrótvirkiSkopun+298 331100fgv@fgv.fo
Føroya KeypssamtøkaHoyvík+298 660000sp@fk.fo
Føroya Møblasøla P/FTórshavn+298 354680ide@ide.fo
Føroya Oljusøla Sp/fTórshavn+298 555200oljusola@oljusola.fo
Føroya Tele P/FTórshavn+298 303030ft@ft.fo
Frami Sp/FTórshavn+298 789585janusep@gmail.com
Fríða Sp/FKlaksvík+298 273344frida@frida.fo
FT SamskiftiHoyvík+298 303030ado@ft.fo
G C Rrieber Føroyar Sp/F, Fyrr: JMO Sp/F (12/06-2009) v/Johannus Martin OlsenSaltangará+298 230710gcrieber@gcrieber.fo
Gardit Sp/fTórshavn+45 86624499info@gardit.fo
Geisa - 12.09.2018 Sp/FTórshavn+298 743333Geisa@geisa.fo
Gist & Vist P/F, Hotel Føroyar P/FTórshavn+298 317500elsi@gistogvist.fo
Gjáargarður P/FGjógv+298 423171info@gjaargardur.fo
Glitnir/Irish PubArgir+298 319091/737400glitnir@glitnir.org
Global Dry Ice Fo Sp/FTórshavn+298 543000info@globaldryice.fo
Globe Tracker Føroyar Sp/FTórshavn+298 215582accounting@globetracker.com
Green IQ Sp/FKollafjørdur+298 663400greeniq@greeniq.fo
Green MarineFuglafjørður+298 770060greenmarine@live.com
Greengate Incoming LtdTórshavn+298 350520info@greengate.fo
Grettir Sp/fNorðadalur+298 224639grettir@grettir.fo
Guðrun & GuðrunTórshavn+298 512961gr@gudrungudrun.com
H Sp/fNordragøta+298 553500jmh@hogn.fo
Handilshøllin Sp/fSkopun+298 281620samal@asandoy.fo
Handilshúsið Sp/F, Bygdaleiðir SandoyTórshavn+298 210077djurhuus@olivant.fo
Handilsvirkið NiclasenSørvágur+298 332001niclasen@niclasen.fo
Hans Egil Joensen og Synir Sp/fEiði+298 214849hansegil@hansegil.fo
Havsbrún P/FGlyvrar+298 414400bakkafrost@bakkafrost.com
HFG Sp/f (Djórahandilin)Tórshavn+298 227226hg@djor.fo
Hilton Garden Inn Faroe Islands (Hotel Atlantic P/F)Tórshavn+298 414000accounting@hiltongardeninn.fo
HJ Asfalt Sp/FKlaksvík+298 458800hj@hj.fo
Hjá Rafik Sp/fSøldarfjørdur+298 592006bg@gs.fo
HK Bussar Sp/fStreymnes+298 233320hk@hk.fo
HK Verk Sp/FEidi+298 565700hkverk@hkverk.fo
Hotel Djurhuus Sp/F - AutotransTórshavn+298 355500hd@hd.fo
Hotel HafniaTórshavn+298 313233pt@hafnia.fo
Hotel Runavík, Toft Sp/fRunavík+298 663333toft@toft.fo
Hoyvík Sp/fTórshavn+298 219696manaiben@hotmail.com
HS Consultancy Sp/fHoyvík+298 525200hs@fishfacts.fo
HTH FøroyarTórshavn+298 611611jobr@hth.fo
Húsamørk Sp/fLeirvík+298 443399/588000eh@fmp.fo
Húsbak Sp/FLeirvík+298 222711husbak@olivant.fo
HZ Bussar (Fyrr: Gundurs Bussar Sp/f)Tórshavn+298 575756gbussar@gbussar.fo
I. R. Lastbilar Sp/FKollafjørður+298 421123ir@ir.fo
Í/f SandáTórshvan+298 220035tecsanda@gmail.com
Íshav Sp/fFunningsfjørdur+298 611111john@ishav.fo
Jákup Eli Joensen Sp/fTórshavn+298 585222jakupelijoensen@yahoo.com
Joe Pizza Sp/fStrendur+298 279996joe.collins69@yahoo.com
Jógvan Weihe P/F, WholesaleTórshavn+298 353897weihe@weihe.fo
Kaffihúsið - 12/04-2009 Sp/F, Herundir Hotel Havgrím - 01.02.2017 Sp/fTórshavn+298 358787skrivstova@kaffihusid.fo
Kaj Andreasen & CoHoyvík+298 315600info@andreasen.fo
Kassamiðstøðin P/FToftir+298 449950kari@kassi.fo
KBI Sp/FKlaksvík+298 230200rc@kbi.fo
KemiluxTórshavn+298 662000kemilux@kemilux.com
Kirvi Sp/fLopra+298 276111kirvi@kirvi.fo
Kjølbro Heilsøla P/F J. F.Klaksvík+298 471111bokhald@kjolbro.com
KjøthandilinKlaksvík+298 286150langgaardoli@gmail.com
Knassar Sp/fHvannasund+298 208080bkn@knassar.fo
Komfortbilar Sp/FTórshavn+298 290080samband@komfortbilar.fo
Konsax v/Zacharias Reinert Jakobsen Sp/fLeynar+298 421643seja@olivant.fo
Kósin P/FKlaksvík+298 409900jfk@jfk.fo
Kreton Sp/FNordragøta+298 597070kreton@kreton.fo
KT HÚSIÐ Sp/FTórshavn+298 205555info@kthusid.com
La Goulette Sp/fTórshavn+298 219696manaiben@hotmail.com
Landing Sp/FKlaksvík+298 287767kfo@landing.fo
Landingarmiðstøðin Á ToftumTOFTIR+298 230022niclas@lmf.fo
Landleiðin Sp/FHoyvík+298 514400jon@thomasen.fo
Landshandilin P/FTórshavn+298 311385finn@landshandilin.fo
Leif Mohr P/FTórshavn+298 351220lm@lm.fo
LGH Sp/fTórshavn+298 790092gellertlakatos@gmail.com
Litaval P/FTórshavn+298 342500litaval@litaval.fo
LOOKNORTH P/FKlaksvík+298 458100looknorth@looknorth.fo
Løvubetong P/FNorðskála+298 666800bokhald@betong.fo
Lucet ReingerðTórshavn+298 255583lucet@lucet.fo
Luna P/FSørvágur+298 662100luna@luna.fo
M. J. Saltsøla P/FTórshavn+298 311295mjsalt@mjsalt.fo
Magn, TórshavnTórshavn+298 347400lon@magn.fo
Maskinkoyring Sp/fHoyvík+298 316653mkoyring@mkoyring.fo
MatasTórshavn+298 314888bc11576@matas.dk
Matr. Nr. 1326 S Sp/FTórshavn+298 233360fs@hjafroda.fo
Matr. nr. 138cy, Hoyvík Sp/fHoyvík+298 510300lkh@lkh.fo
Meginfelag Búnaðarmanna L/FHoyvík+298 309000mbm@mbm.fo
Mortan Í Hamrabyrgi, Tannlækni Sp/FTórshavn+298 225599mortan@hamrabyrgi.fo
Mouritsens Bussar Sp/f, MB-ToursTórshavn+298 322121mb@mb.fo
Mowi FaroesStrendur+298 444733mowi.faroes@mowi.com
Muehlhan A/STórshavn+45 64 47 13 13moerk@muehlhan.com
Muntra Sp/fFUGLAFJØRÐUR+298 444081muntra@olivant.fo
MyndlistHoyvík+298 315566bokhald@myndlist.fo
N. J. Mortensen P/FTvøroyri+298 371002njm@email.fo
NAD Seafood ÍVFToftir+298 230021nadseafood@nadseafood.com
Navia Sp/FToftir+298 739091ok@navia.fo
NAX, Fyrr CoastZone North AtlanticTórshavn+298 207676info@nax.fo
Nema P/F, NemaTórshavn+298 347347info@nema.fo
Nemlia Sp/FTórshavn+298 556600nemlia@nemlia.com
Nest Take AwayTórshavn+298 289696nesttakeaway22@gmail.com
Netamontering Sp/FOyrarbakki+298 422465netamontering@netamontering.fo
Nevið P/F, FiskasølaRunavík+298 447800nevid@nevid.fo
NJORD Sp/F, C/O Arni CarlsenTórshavn+298 218900arni.carlsen@gmail.com
NN Holding Sp/fTórshavn+298 290080gr@mark.fo
Nortek Sp/fHoyvík+298 737430nortek@nortek.fo
North PelagicKlaksvík+298 475611cig@cig.fo
Northern Fish Cold StorageKlaksvík+298 455199nfcs@nfcs.fo
Norwegian Fishfarming Technologies A/SArgir+298 299700hogni@nofitech.com
NudlavirkiðArgir+298 761010bokhald@nudlavirkid.fo
Nýbygging ívfTórshavn+298 219596bokhald@zbgrevstur.fo
O. C. D. Sp/FSaltangará+298 477200ocd@ocd.fo
O. C. Joensen, P/FHósvík+298 422256account@thor.fo
Ocean Rainforest Sp/FKaldbak+298 233080info@oceanrainforest.com
Ognartænastan Sp/fTórshavn+298 790062ognartanastan@ognartanastan.fo
OIKOS Sp/fSandavágur+298 288705info@faroesheep.fo
Omaná Sp/fTórshavn+298 787912bokhald@omana.fo
Optika, Akitpo Sp/fTórshavn+298 510015optika.heidi@gmail.com
Optikbúðin Sp/FTórshavn+298 280022optik@optik.fo
Orkað Sp/fSydrugøta+298 206500orkad@orkad.fo
Oy P/FTórshavn+298 782200petur@oy.fo
P. P. Faroe Pelagic Sp/FKollafjørður+298 478888production@ppfaroe.fo
Paname Café - Spiders From Mars Sp/FTórshavn+298 788288paname@paname.fo
Pelagos P/fFuglafjørður+298 777000pelagos@pelagos.fo
Pilot Sp/FFuglafjørður+298 285577linda.toftegaard@gmail.com
Pitsa 530 Sp/fFuglafjørður+298 235332pitsa530@gmail.com
Plan Sp/f, V/ Jóhannis HellisdalTórshavn+298 314937plan@plan.fo
PM Pluss P/FTórshavn+298 354656info@pmpluss.fo
POSTATórshavn+298 346000posta@posta.fo
Poul Hansen P/FTórshavn+298 311161ph@ph.fo
Poul Joensen Fa.Fuglafjørdur+298 213195pjoensen@pjoensen.fo
Poul Michelsen P/FTórshavn+298 354650pm@pm.fo
PulsHR ÍVFTórshavn+4527270404mrd@pulshr.dk
Raclip Sp/fRunavík+298 288008mail@raclip.com
Rafiksa Sp/fSaltangará+298 748925bill@olivant.fo
Reint og LættArgir+298 229992reintoglatt@gmail.com
Richard B. Thomsen P/FTvøroyri+298 371005rbt@olivant.fo
Rit & Rák Sp/fTórshavn+298 225324ritograk@ritograk.fo
Rock Trawldoor Sp/FVágur+298 225619rock@rock.fo
ROJH Sp/fSkálafjørdur+298 211767rojh@olivant.fo
Rókin Sp/FGlyvrar+298 588080rokin@rokin.fo
Roknskaparfelagið Skrásettir Grannskoðarar Sp/fTórshavn+298 309400roknskap@roknskap.fo
Rose´S Cafe Restaurant & CateringLjósá+298 596803/596800rosepoulsen2015@gmail.com
RTR, NorcrewHoyvík+298 231340terji84@hotmail.com
Salmon Proteins P/FEiði+298 477500sp@sp.fo
Sandavágs Timburhandil P/FSandavágur+298 332700timbur@timbur.fo
Sandoy Seafood P/FSkopun+298 361316/361860m.olsen@sandoyseafood.fo
SansirTórshavn+298 355355bokhald@sansir.fo
Scan Con Nordic ApsTórshavn+45 32820000info@scan-con.dk
SEBRO Sp/F V/Sólvu & BeritTórshavn+298 353000tanngard@kallnet.fo
SendistovanTórshavn+298 347150cna@sendistovan.fo
Sheep Sp/fHoyvík+298 211131sheep@sheep.fo
Shipping.FoTórshavn+298 200999shipping@shipping.fo
Sirkus Føroyar Sp/FTórshavn+298 323135sirkus@sirkus.fo
Sjógæti Sp/fNorðskáli+298 422600hm@sjogati.fo
SjókovinLeirvík+298 558500unn@sjokovin.fo
SkaðadjóratænastanTórshavn+298 517711heinimagnus@gmail.com
Skákið Sp/fSaltnes+298 596868skakid2022@gmail.com
Skansi Offshore P/FTórshavn+298 614900skansi@skansi.fo
Skemman P/FTórshavn+298 315588skemman@skemman.fo
Skilling Sp/F (SMS)TÓRSHAVN+298 312225/315656skilling@skilling.fo
SMS P/FTórshavn+298 341900susanne@sms.fo
SnældanStrendur+298 447154snaeldan@olivant.fo
Snarhús Sp/FSaltangará+298 596100Hpe@vind.fo
Solar P/FHoyvík+298 357933bokhald@solar.fo
Solberg Sp/FKollafjørður+298 602800bokhald@solberg.fo
Solea Sp/fTórshavn+298 515551vingardurin@gmail.com
SPEKT løggildir grannskoðarar Sp/fTórshavn+298 343434spekt@spekt.fo
Sri Sp/FTórshavn+298 227215sri@sri.fo
Steingrund Akustik Sp/FSaltangará+298 448680info@steingrundakustik.fo
Suðuroyar Bygdaleiðir Sp/fSumba+298 593552, 370552poulj@kallnet.fo
Sunda Sp/f (PE Heykavegur)Tórshavn+298 564005bokhald@pe.fo
Svend Krosstein P/FTórshavn+298 344600/344670krosstein@krosstein.fo
SynergiHoyvík+298 322355synergi@synergi.fo
Systrar, kafe í NorðurlandahúsinumTórshavn+298 535455systrar@systrar.fo
T. S. TattooTórshavn+298 789454terji@tattoo.fo
Tannfegin Sp/fStrendur+298 747068eydna@tannfegin.fo
Tannlæknamiðstøðin, V/Unnur Jensen og Eiriki HofgaardTórshavn+298 315300tonn@tonn.fo
TannlæknastovanSaltangará+298 447407tannsalt@tannsalt.fo
Tannlæknastovan Í DalatúniTórshavn+298 315158tannlaknin@olivant.fo
TannspennKlaksvík+298 666030nordtonn@nordtonn.fo
TannstovanHvalvík+298 422422tannstovan@tannstovan.fo
TatankaTórshavn+298 214500tatanka@tatanka.fo
Tavan SP/FLeirvík+298 443355tavan@tavan.fo
TG-Seafood P/FHvalba+298 375400olavur@deltaseafood.fo
Thai Style Sp/f+298 211234
Thomsen & Co Sp/FTórshavn+298 211921thomsen@koyring.fo
Tor Shipping P/FTórshavn+298 358531torship@tor-shipping.fo
Tórhall Hansen P/FKollafjørður+298 421471thansen@thansen.fo
Toscana - Mohsen Darvishi Sp/FTórshavn+298 211109mohsen@olivant.fo
Trolverkstaðið Bergið SP/FHvalba+298 375350bergid@olivant.fo
TrygdartøkniTórshavn+298 550055info@trygdartokni.fo
Tváttur Sp/fHoyvík+298 308585tvattur@tvattur.fo
Unicar Sp/fSandavágur+298 532527unicar@unicar.fo
Urtagarðstænastan Sp/fHvalvík+298 513031bokhald@blomuhusid.fo
Úti Á Gjógv Sp/FSandavágur+298 250600fiskastykkid@fiskastykkid.fo
Vaðhorn Seafood P/FStrendur+298 777710bokhald@vadhorn.fo
Vága Floghavn P/FSørvágur+298 354400floghavn@floghavn.fo
Vágs Timburhandil P/FVágur+298 373800vt@vt.fo
Varðin PelagicTvøroyri+298 610680info@vardinpelagic.fo
Vaskihjálpin Sp/FTórshavn+298 283030hermundj@olivant.fo
Vest Pack P/FVestmanna+298 424107jos@vestpack.fo
VestBúVestmanna+298 226320uffe@email.fo
Vestmanna Seafood P/FVestmanna+298 219898bokhald@vfv.fo
Vestmanna Tourist CentreVestmanna+298 471500touristinfo@olivant.fo
Vik Nordik Sp/f+298 787006david@viknordik.com
Vind Sp/FSaltangará+298 596100hpe@vind.fo
Virkisráðgeving Sp/FSaltangará+298 666600vrg@vrg.fo
Vita Sp/fKollafjørður+298 299300martin@jupiter.fo
Vøggan Sp/FTórshavn+298 519088voggan@voggan.fo
VollabúðinSaltangará+298 449649vollabudin@mail.fo
Vónin P/FFuglafjørður+298 474200info@vonin.fo
West Engineering IVFHoyvík+298 287601bogi.martinsson@gmail.com
Zorva Sp/fSørvágur+298 214734cafezorva@gmail.com

Seinast dagført 21. apríl 2023

Nevndarlimir

Jón Sigurdsson, formaður
Jón Sigurdsson, formaður
jon@articon.fo


Høgni Hansen, næstformaður
hhansen@ph.fo


Kristoffur Laksá, nevndarlimur
kl@estra.fo


Jóhann á Bergi, nevndarlimur
johanna@atlantic.fo


Fróði Magnussen, nevndarlimur
fm@formula.fo


Jens Meinhard, nevndarlimur
jmr@skansi.fo


Árni Ellefsen, nevndarlimur
arel@banknordik.fo


Odd Ellefsen, nevndarlimur
ode@havsbrun.fo

Ólavur Bjarkhamar, nevndarlimur
olbj@vardin.fo

Ársfrásøgnir og útgávur

Ársfrágreiðingar og útgávur hjá Føroya Arbeiðsgevarafelag


   - Ársfrágreiðing fyri 2021
   - Ársfrágreiðing fyri 2020
   - Ársfrágreiðing fyri 2019
   - Ársfrágreiðing fyri 2018
   - Ársfrágreiðing fyri 2017
   - Ársfrágreiðing fyri 2016
   - Ársfrágreiðing fyri 2015
   - Ársfrágreiðing fyri 2014
   - Ársfrágreiðing fyri 2013
   - Ársfrágreiðing fyri 2012
   - Ársfrágreiðing fyri 2011
   - Ársfrágreiðing fyri 2010
   - Ársfrágreiðing fyri 2009
   - Ársfrágreiðing fyri 2008
   - Ársfrágreiðing fyri 2007
   - Ársfrágreiðing fyri 2006