Føroya Handverksmeistarafelag

Vinnuhusi├░4991
Magnus Magnussen formaður
Urd Potts
Urd Potts næstforkvinna

Stutt um felagið

Føroya Handverksmeistarafelag arbeiðir fyri umstøðunum og áhugamálunum hjá handverksmeistarum. Felagið vegleiðir limunum í sáttmálaspurningum, byggimálum og útboðum. Føroya Handverksmeistarafelag umboðar øll handverk og arbeiðir fyri at betra um tilgongdina av lærlingum.

 

Mál hjá felagnum 

Føroya Handverksmeistarafelag arbeiðir fyri at fremja handverkið og handverksídnað sum heild. Meistaraútbúgving og hartilhoyrandi løggilding av handverksmeistarum er av týdningarmestu málum hjá Føroya Handverksmeistarafelag. Harumframt arbeiðir felagið fyri betri viðurskiftum í sambandi við útboðum. Felagið er aktivur partur av avtalugrundarlagnum ABF06.

Meira um felagið

Um felagið

Føroya Handverksmeistarafelag er stovnað í 1957 sum eitt landsfelag fyri handverksmeistarar. Felagið er meginfelag fyri fimm lokal feløg, sum eru:

  • Havnar Handverksmeistarafelag
  • Meistarafelagið í Klaksvík
  • Eysturoyar Handverksmeistarafelag
  • Suðuroyar Meistarafelag
  • Vága Handverksmeistarafelag

Felagið er limur í Føroya Arbeiðsgevarafelag og einstøku virkini eru tí eisini limir og hava atgongd til allar tænastur hjá Vinnuhúsinum.

Marius Thomassen, ráðgevi
Fartlf: 739905 | t-post: marius@industry.fo

Nevndarlimir

Magnus Magnussen
Formaður | elmek@olivant.fo 

Urd Potts 
Næstforkvinna | urd@kj.fo

Dávur Kunoy Høgnason
Nevndarlimur | davur@blikk.fo

Sjúrður Holm
Nevndarlimur | sjurdur@busetur.fo

Jens Kristian Haraldsen 
Nevndarlimur | klima@klima.fo

Lóg felagsins
samtyktar á aðalfundi 27. mai 2009
 
 

§ 1
Navn, heimstaður og endamál

Navn felagsins er ”Føroya Handverksmeistarafelag”. Felagsøki tess er Føroyar, og heimstaðurin Tórshavn.

 § 2

Mið og mál felagsins eru:

a. At sambinda allar handverksmeistarar í Føroyum í felagsskap, at lívga og verja lívsmálini og siðvenjuna hjá stættini, og at fremja handverkið og handverksídnað sum heild.

b. At virka fyri vælskipaðum næmingaviðurskiftum sum grundarlag undir lítargóðari útbúgving.

c. At taka sær av lønar- og arbeiðsviðurskiftum limanna, at fáa í lag sáttmálar við onnur virkisfeløg, og at taka upp samráðingar við yvirvald og stovnar.

d. Við upplýsandi og upplærandi kjakfundum, fyrilestrum og skeiðum at búgva út limir sum best og stimbra felagsskapin og samanhaldið, at skapa trygg prísviðurskifti til stuðuls fyri krøv limanna og til frama fyri samanhaldið.

§ 3
Limir og limaskapur

1. Limir kunnu gerast:

a. Handverkari, sum tekur upp sjálvstøðugt handverksstarv, hevur útbúgving sambært galdandi yrkisútbúgvingarlóg og hevur yrkisgóðkenning, har slík krevst.

b. Vinnufeløg á privatvinnuligum grundarlagi, eitt nú partafeløg, lutafeløg ella annar felagsskapur, um nevndin metir tey lúka treytirnar fyri upptøku.

c. Almennir, hálvalmennir og kommunalir stovnar og felagsskapir, ið ikki verða riknir á privatvinnuligum grundarlagi. Upptøkan skal fara fram í ávísari/um yrkisgrein/um og uppgevast skal ábyrgdarmaður/menn í hvørji yrkisgrein. Loyvt er ikki at økja um handverksvirksemi stovnsins ella felagsins, at vinna fyri aðrar enn stovninum sjálvum ella at starvast í aðrari yrkisgrein enn teirri/teimum, ið limaskapurin fevnir um, uttan so, at nevndin gevur sítt samtykki.

d. Handverksmeistarafeløg kring landið, um lógir teirra eru í samsvar við mið og mál felagsins og sum seta punkt a, b ella c sum minstukrøv til teirra limaskarað.

2. Hvílandi limir kunnu gerast:

a. Limur, ið fyribils gevst við sjálvstøðugum handverksstarvi ella fer á aðra vinnu, men má tá ikki taka upp sjálvstøðugt handverksstarv.

b. Limur, ið av sjúku gevst við sjálvstøðugum handverksstarvi. Hann kann tó taka upp ávíst sjálvstøðugt handverksstarv í samráð við nevnd felagsins.

 

Ærutreytir

 

§ 4

Hesar ærutreytir eru galdandi:

a. Altíð í yrki sínum at halda handverkið í æru, vera vandin og vælvirkin í øllum verki.

b. Ongantíð at binda seg til at halda fram við verki, sum starvsbróður innanfelags ella, limur í felagi, ið er undir samlíkum reglum, hevur ávirkað, uttan at hann hevur vent sær til starvsbróður sín, og frá viðskiftafólki sínum hevur fingið skrivliga frágreiðing við upplýsing um, hví hann á henda hátt hevur loyst seg frá sambandinum við hin fyrra handverksmeistaran, ið hevði arbeiðið.

c. Altíð í háttalagnum við felagsins limir og í háttalagnum við aðrar samskipanir, sum semingar eru gjørdar við, at halda tær staðfestu lønartreytir, ið eru galdandi.

d. Í øllum førum, har til ber, fyrst og fremst at styðja starvsbrøður sínar innanfelags.

e. Tá ið ósemja er limanna millum, eiga teir at ganga undir dóm, sum nevndin ella ein ærurættur, sum er settur í slíkum føri, dømir.

f. Tá ið boðið verður upp á eitt arbeiði ella uppskot til eitt boð, verður hetta at merkja: L. av (.) H. til vitnis um, at hann er limur í felagnum.

Innliman

 

§ 5

 

 

Stk. 1 Innliman av handverksmeistarafelag:

Handverksmeistarafelag kann gerast limur, tá ið nevndin samtykkir hesum. Handverksmeistarafelagið skal góðtaka lógirnar hjá FHMF, soleiðis sum tær eru og møguliga verða broyttar.

Er nevndin í iva um upptøku, kann hon leggja málið fyri næsta aðalfund, sum kann játta upptøku, um 2/3 av greiddum atkvøðum eru fyri tí. Atkvøðugreiðslan skal vera skrivlig.

Stk. 2 Innliman av handverksmeistara:

Handverksmeistari og – virki kann gerast limur, tá ið nevndin samtykkir hesum. Annars verður umsókn um at gerast limur at leggja fram á aðalfundi, sum avger málið.

Stk. 3. Í teimum økjum, har lokalt handverksmeistarafelag er, kann staklimur bara gerast beinleiðis limur í FHMF, um tað lokala handverksmeistarafelagið játtar hesum.

Útliman

 

§ 6

 

Ongin kann siga seg úr felagnum uttan við innskrivaðum brævi og við 6 mánaða freist til ársbyrjan, eftir at hava gjørt allar felagsskyldur sínar. Tó kann ongin fara úr felagnum, meðan arbeiðsósemja er.

Ger aðalfundur av, at koyra lim úr felagnum við trimum fjórðingum av teimum greiddu atkvøðunum, kann henda útkoyring fara fram, uttan áðurnevndu tíðarfreist verður givin. Uppskot um útkoyring kann tó ikki verða lagt fram á aðalfundi, fyrr enn málið hevur verið til umrøðu í nevndini.

Harumframt hevur nevndin, tá hon einmælt samtykkir hetta, rætt at koyra lim úr felagnum, hevur hesin ikki goldið eftirstøður av limagjaldi sínum innan 6 mánaðir eftir gjalddag. Henda útkoyring loysir tó ikki viðkomandi frá gjaldsskyldu síni.

Limagjald og limaskyldur

 

§ 7

Stk. 1, Hvør limur greiðir eitt árligt limagjald, sum er 2,75 promillu av allari A-inntøku, limurin hevur útgoldið í Føroyum í farna álmanakkaári. Nevndin ásetur tó eitt minstagjald.

Limagjaldið er grundað á útgoldnar lønir, undantiknar lønir til stjórn og nevnd, undanfarna álmanakkaár.

Stk. 2, Handverksmeistarafeløg rinda vegna sínar limir sama limagjald.

Stk. 3, Tá ið limur sigur seg inn í felagið í árinum, verður limagjaldið roknað lutvíst í mun til, hvat eftir er av árinum, tó í minsta lagi minstagjaldið.

Stk. 4, Limagjaldið fellur til gjaldingar hin 1. mai á hvørjum ári, grundað á útgoldnar lønir fyri undanfarna álmanakkaár. Allir limir hava skyldu til at uppgeva til felagið, innan 15. februar, hvussu nógv er útgoldið í A-inntøku undanfarna ár.

Stk. 5, Limagjaldið fyri hvílandi limir verður ásett av nevndini. Limur kann ikki verða hvílandi limur styttri tíðarbil enn 12 mánaðir.

 

Stk. 6, Limur, ið hevur eftirstøðu eldri enn 1 ár, skal aftaná at hava fingið ávaring uttan at hava goldið, verða strikaður úr felagnum, og skuld verður send til inn­heintingar. Um hesin vil innlimast aftur, verður hann at gjalda felagnum skuldina. Er sjúka atvoldin, kann nevndin víkja frá hesum.

Stk. 7, Hvørt ár um ársbyrjan skulu handverksmeistara­feløgini senda FHMF fullfíggjaðan limalista og roknskap. Eisini skal FHMF beinavegin fáa fráboðan um inn- og útlimanir.

§ 8

Limir skulu halda galdandi lógir, fyriskipanir og sáttmálar felagsins og mega ikki á nakran hátt ella í nøkrum føri mótarbeiða felagnum. Brot móti hesum kann verða sektað við bót, sum nevndin skjýtur upp og aðalfundurin ger av. Í heilt grovum føri kann limur verða koyrdur úr felagnum.

Er limur dømdur í sekt, fellur henda sekt til gjaldingar seinast 1 mánað eftir tað, at hon er áløgd. Verður henda tíðarfreist ikki hildin missir limurin limaskap sín, hóast limagjaldsviðurskiftini annars eru í lagi.

 

Aðalfundur

§ 9

Ársaðalfundurin hevur hægsta ræði í øllum felagsmálum. Bara hann kann broyta, viðtaka ella avtaka lógir.

Ársaðalfundurin verður hildin á hvørjum ári áðrenn apríl mánaði er útgingin. Lýst verður í minsta lagi 2 vikur áðrenn aðalfundin, tó í mesta lagi 4 vikur áðrenn aðalfundin, um fundartíð og -stað. Aðalfundarinnkalling kann eisini lýsast við telduposti til limirnar, við somu freistum.

Fasta ársaðalfundarskráin er henda:

1.   Limalisti verður lagdur fram.

2.   Frásøgn nevndarinnar frá farna ári.

3.   Framløga av grannskoðaðum roknskapi.

4.   a. Val av nevnd

b. Val av tiltakslimum.

5.   Væl av løggildum grannskoðara

6.   Innkomin mál og uppskot.

7.   Ymiskt.

Mál at leggja fyri aðalfundin skulu vera nevndini í hendi í nóg góðari tíð at seta málið á dagsskrá.

§ 10

Eykaaðalfundur verður hildin, tá ið nevndin heldur tað vera neyðugt, ella tá ið limir, ið umboða minst 20% av atkvøðum felagsins skrivliga biðja um tað og skila til, hvat, ið biðið verður um at fáa til umrøðu.

Boðað skal verða til eykaaðalfundar í seinasta lagi 1 viku eftir, at skrivlig áheitan er komin til felagið, við tí tíðarfreist, nevndin ætlar um, tó í minsta lagi 1 viku og í mesta lagi 3 vikur.

§ 11

Hvør staklimur hevur eina atkvøðu fyri hvørjar byrjaðar 500.000 kr. í útgoldnari løn, tó í mesta lagi 10 atkvøður fyri virkið.

Limir, sum ikki hava goldið limagjald undanfarna ár, hava ikki atkvøðurætt á aðalfundi.

Í teimum økjum har staklimir ikki eru beinleiðis limir í FHMF, hava tey lokalu handverksmeistarafeløgini atkvøðurættin vegna sínar limir. Atkvøðurnar verða gjørdar upp á sama hátt sum fyri stakan lim.

Á ársaðalfundinum ræður einfaldur meiriluti úrslitinum. Til lógarbroyting krevst tó, at 2/3 av atkvøðum felagsins eru umboðaðar á fundi, og at ¾ av hesum atkvøðum atkvøða fyri. Er ársaðalfundurin ikki viðtøkuførur, verður lýst til nýggjan aðalfund í fyrsta lagi 1 viku og í mesta lagi 3 vikur eftir, og ræður tá vanligur meiriluti úrslitinum, hvussu so nógvar atkvøður eru umboðaðar á fundinum.

§ 12

Formaðurin setir fundin og leggur fram fundarskránna. Síðan velur fundurin fundarstjóra.

Fundarstjórin ansar eftir, at fundurin fer regluliga fram og at limirnir fáa orðið í tí rað, teir hava biðið um tað. Hann skal átala alt, ið órógvar fundin, og hevur rætt til at vísa út tí ella teimum, ið órógva, ella um neyðugt at slíta fundin. Gerðabók skal altíð verða skrivað, og verður hon undirritað av fundarstjóranum og møttum nevndarlimum. Verður biðið um tað, skal gerðabókin verða lisin upp.

Nevndin

 

§ 13

Í nevndini eru 6 limir, ið aðalfundurin velur millum limirnar fyri 3 ár í senn og soleiðis, at triðja hvørt ár verða valdir 2 limir.

Harumframt velur aðalfundurin 6 tiltakslimir á sama hátt sum nevndarlimirnar.

Miðað verður eftir, at limir og tiltakslimir umboða tær ymisku handverksgreinirnar og landið so væl sum tilber.

Á fyrsta nevndarfundi, ið er beint eftir aðalfundin, skipar nevndin seg við formanni, næstformanni og nevndarskrivara.

Nevndarlimir hava rætt til ferðaendurgjald og fundarpening eftir vanligu almennu reglunum. Metur nevndin tað neyðugt, kann nevndarlimur ístaðin fyri fundarpening fáa fasta samsýning við støði í mettari arbeiðsbyrðu.

Nevndarfundir

 

§ 14

Nevndin hevur umsjón við starvsemi felagsins. Hon kann seta fyrisitara og annað starvsfólk.

Nevndarfundur verður hildin, tá ið formaðurin ella 2 nevndarlimir halda tað verða neyðugt. Fyrisitarin kann í samráð við formannin boða til nevndarfundar.

Nevndin er viðtøkufør, tá ið í minsta lagi 2 nevndarlimir umframt formaðurin og/ella næstformaðurin eru á fundi. Stendur á jøvnum í atkvøðugreiðslu, ræður atkvøða formansins úrslitinum.

 

Dagliga felagsarbeiðið

 

§ 15

 

Felagsarbeiðið er í hondum formansins í samráð við nevndina.

Fyrisitari felagsins, ið eisini hevur starvið sum kassameistari, heldur fullfíggjaðan roknskap við inntøkum og útreiðslum felagsins.

Hann heldur gerðabók yvir allar fundir felagsins eins og alt brævaskifti er í hondum hansara í samráð við nevndina. Gerðabókin verður undirritað av teimum nevndarlimum, ið eru á fundi. Tilskilast skal í gerðabókina, hvørjir nevndarlimir møta á nevndarfundi, og hvørjir, ið geva avboð.

§ 16

Roknskaparárið er álmanakkaárið.

Fyrisitarin letur grannskoðarunum fullfíggjaðan roknskap innan 1. februar, ið skulu lata hann frá sær í grannskoðaðum líki innan 15. februar.

Grannskoðarar og nevnd felagsins hava heimild at kanna roknskap og kassapening felagsins.

Formaðurin og fyrisitarin hava ábyrgd av, at ognir felagsins verða nýttar og varðveittar samsvarandi viðtøkum felagsins.

Bara formaðurin ella fyrisitarin í felagnum kunnu taka pening út av bókum felagsins. Bara fyrisitarin ella formaðurin kann felagsins vegna skriva undir kekkar. Í størri peningamálum, ásett av nevndini, verður nevndar-samtykt at fylgja. Skulu fastar ognir verða keyptar ella seldar, skal tað verða við aðalfundarsamtykt.

 

Avtøka felagsins

§ 17

Uppskot um at taka felagið av, kann bara koma til umrøðu á ársaðalfundi, har í minsta lagi ¾ av atkvøðum felagsins eru umboðaðar, og er samtykt, tá ið í minsta lagi ¾ av teimum hava greitt atkvøðu fyri uppskotinum.

Verður felagið tikið av, skulu allar ognir felagsins verða settar inn á bundna bók í føroyskum peningastovni.

Hesar ongir kunnu latast felag við sama endamáli sum Føroya Handverksmeistarafelag, tá ið hetta felag hevur virkað í 5 ár.

Um ongin innan 15 ár setur krøv sambært hesum, skulu ognir felagsins verða nýttar til at stuðla handverki í Føroyum.

Um felagið verður tikið av, skal avtakandi aðalfundurin taka støðu til, hvør skal umsita ognir felagsins, eftir ásetingunum omanfyri, og hvør skal avgerða, hvussu ognir felagsins verða nýttar til at stuðla handverki í Føroyum. Hesar avgerðir verða tiknar við vanligum meiriluta á aðalfundinum.

 

Lógarbroytingar

 

§ 18

 

Hesar lógir kunnu bert broytast á aðalfundi sambært § 9, 10 og 11.

 

Gildi lógarinnar

 

§ 19. 

Henda lóg hevur gildi frá 27. mai 2009.

Stk. 2.  Samtykt á stovnandi aðalfundi 27. september 1957.

 

Stk. 3.  Lógin er síðani broytt: á ársaðalfundi 27. mars 1980, 15. apríl 1988, 31. mars 1989, á eykaaðalfundi 1. september 1989,  á ársaðalfundi 21. apríl 1999, 31. mars 2003, 20. apríl 2005, 27. mai 2009, 16. mai 2012, 8. apríl 2015 og 29. mars 2017.

Bygging
Limayvirlit - Havnar Handverksmeistarafelag

Alerio Faroe
Havn 

Argjasmíð 
Argir | 776600

Armering og Betong
Havn | 287000

Articon
Havn | 350700 | articon.fo

Atlantic Bygging
Havn | 217689

Atlanticpane
Kollafjørður | 421405 | atlanticpane.fo

ÁTS v/ Karstin Vang
Kaldbak | 217546 | ats.fo

B. Joensen 
Argir | 224960

B. P. Bygging
Hoyvík | 219631

Baldvin Baldvinsson
Havn | 211239

Berg Motors
Havn | 313535 | bm.fo

Bilasølan
Havn | 359700 | bilasolan.fo

Bjørnin
Havn | 281817

Bogi Hermansen
Hósvík | 565674

BTS
Hoyvík | 509410

Bulur
Signabøur | 421564 | bulur.fo

Búsetur
Argir | 355830 | busetur.fo

Byggivitan
Havn | 505075/518636

Byggivirkið H.H
Havn | 317274

Debes Danberg
Havn | 211192

Demich
Havn | 290333 | demich.fo

Djóni í Geil Johansen
Havn | 519597

DPR Snikkaravirkið
Havn | 317082

el|net
Havn | 600060 | elnet.fo

EL.FO
Havn | 739500 | el.fo

Elmek
Havn | 317352

Eysturlon
Havn | 283577

Falkenberg Málarameistarar
Havn | 213151

EKSO
Hoyvík | 239707

Frost
Havn | 217320 | frost.fo

Gervi
Hoyvík | 204400

Havin.fo
Argir | 221793 | havin.fo

Havnar Træsmiðja
Havn | 204000 | havnartrasmidja.fo

Hárlist v/ Súsanna Wardum
Kollafjørður | 273621

HC Smíð
Havn | 581008

Henning Hansen
Havn | 317274

Hjálpirót
Havn | 316505 | hjalpirot.fo

HVT
Argir | 290029 | hvt.fo

HV. Lutzen
Havn | 219098

Ingi W. á Torgarði
Havn | 226112

Install
Hoyvík | 505801 | install.fo

I-Tak
Hoyvík | 225977 | itak.fo

ÍVF Ísetan
Vestmanna | 790182

J & B Kyster
Havn | 358188 | kyster.fo

J & K Petersen Contractors
Havn | 315060 | jkp.fo

Jarðhiti
Havn | 278400

Jørgen Christiansen
Hvítanes | 221384

Jákup Johannesen
Argir | 585850

Jákup Martin Sørensen
Húsavík | 361980

JEP Smíð
Hoyvík | 525050 | jep.fo

Johnson Controls Faroe Islands
Højbjerg, DK | johnsoncontrols.dk

Jóni Durhuus
Vestmanna | 223124

Kawlalon
Havn | +351 968238537

KN Tagdækning
Struer, DK | kn-tag.dk

Kølemadsen
Hirtshals, DK

Køtlum Hárfríðkan
Havn | 590559 | kotlum.com

KONE
Herlev, DK

Krossteig
Havn | 310696 | krossteig.fo

KS Timburhús
Havn | 216187 | kstimburhus.fo

Lakkering
Hoyvík

LM Electric
Havn | 351220 | lm.fo

Málarameistari Justinussen
Havn | 280340

Málaravirkið Tjørná
Vestmanna | 212929

Málarin
Havn | 580198

Maria Poulsen & Co.
Havn | 359100 | mariapoulsen.fo

Mækja
Argir | 281911

Metrostav Norge

MEST
Havn | 301100 | mest.fo

MT Højgaard Føroyar
Søborg, DK | mth.dk

M.B. Overgaard
Havn | 272627

Múraravirkið Líðin

Kollafjørður | 220583

Müller
Kvívík | 560560/560561

NCC Føroyar
Hoyvík | 783801 | ncc.fo

NK-entreprenørar
Havn | 790422

Nomatek
Havn | 356900 | nomatek.fo

Orkuloysnir
Velbastaður | 586113

Ormasmiður
Havn | 913481

Pado el-virki
Argir | 281911 | pado.fo

PAM Offshore
Havn | 301139 | mest.fo

Phønix Tag Esbjerg
Esbjerg N, DK | phoenix-tag.dk

PIX-El
Havn | 217212 | pix-el.fo

Rangi
Hoyvík | 232190

Reel
Hoyvík | 318713

Reno-Vent
Hósvík | 661100 | renovent.fo

Reyni Service
Havn | 353040 | reyniservice.fo

RND v/Ransin Napoleon Djurhuus
Hoyvík | 310024

Rólant Vidtfeldt
Sandur | 361610

RTS Bygging
Havn | 200860

Rør-Tænastan v/Eyðfinn Hansen Fa.
Havn | 328180

Snikkaravirkið undir Varða
Havn | 312902

Steintór Fagradal
Sandur | 361046

Støðla
Argir | 595140

Svágrar
Vestmanna | 227073

Takplan
Kaldbak | 322077

Timbur og snikkaratænastan
Vestmanna | 212275

Tummas Eli Hansen
Hoyvík | 211440

Uni Zachariasen
Hoyvík | 319299 | uni-z.com

Valaverk
Havn | 217090 | valaverk.fo

VM Gólv
Havn | 228300

Wenzel
Havn | 354500 | wenzel.fo

West-Trading
Argir | 316183

Waag & Company
Havn | 313666 | waagbilar.fo

24.10.2023 ÍVF
Argir | 285129

 

 

Seinast dagført 21. juli 2026

Limayvirlit - Meistarafelagið í Klaksvík

AM Máling Fa. v/ André Matras
Norðoyri | 758070 

Amarant 
Klaksvík | 455314

Anskar Hansen
Klaksvík | 455519

Bakaríið hjá Vígdis
Klaksvík | 454400

Bil- og Dekkverkstaðið 
Klaksvík | 456959

Blikksmiðjan 
Klaksvík | 455579

Býlið
Klaksvík | 528080

EL-IN 
Klaksvík | 474500 | el-in.fo

Fremja 
Klaksvík | 211182

Hanus Højgaard 
Klaksvík | 216846

JN Timburhús 
Klaksvík | 210689

Johs Elektro 
Klaksvík | 232080

Kanjon
Klaksvík | 456444 | kanjon.fo

Kjartan Simonsen 
Klaksvík | 456252 | man.fo

Klaksvíkar kommuna
Klaksvík | 410000 | klaksvik.fo

Klaksvíkar Sleipistøð
Klaksvík | 472030 | kss.fo

Malltek 
Klaksvík | 457335

Mekanor
Klaksvík | 225714

Norðhús
Klaksvík | 237501 | nh.fo

Skjøldur
Klaksvík | 212921

Signar Kallsberg
Viðareiði | 519597 | skallsberg.fo

Plan-Asfalt
Klaksvík | 221748

Pomek
Klaksvík | 558455

RV Tøkni
Klaksvík | 230230 | rvt.fo

TTS
Klaksvík | 565640

Victor á Lakjuni
Klaksvík | 456068

Vakurt
Klaksvík | 221040

 

 

Seinast dagført 21. juli 2026

Limayvirlit - Eysturoyar Handverksmeistarafelag

31. mai 2024
Runavík | 218240

Áway  
Norðragøta | 231719

Autolakkering
Leirvík | 742020 | autolakkering.fo

Brim Boats
Eiði | 28223 | brimboats.fo

Búð 
Eiði | 213564

Byggimeistarin Thomsen 
Syðrugøta | 580044

Byggiráð
Saltangará | 519749 | byggirad.fo

Elcon
Saltangará | 616060 | elcon.fo

Element- & Betongvøruvirkið við Gjógv 
Gjógv | 423173

Elpólar 
Saltangará | 787972

El-Service 
Skála | 471900 | el-service.fo

El-Teknik 
Leirvík | 443313 | elteknik.fo

El-Trygd
Strendur | 227574 | el-trygd.fo

EL-Veit 
Eiði | 219177

ETV
Norðragøta | 477733 | etv.fo

Faroe Offshore Service
Skála | 442000 | faroeoffshore.com

Flísamúrarin
Søldarfjørður | 598840

Fríðfinn Jacobsen Fa.
Glyvrar | 787585

FT Bygging
Norðskála | 722078

GroAqua
Kambsdalur | 204444 | groaqua.io

Hammer-Smíð
Eiði | 224030

Heildarverk
Fuglafjørður | 444929/219949

Heinesen
Leirvík | 210350

Hógv
Runavík | 739500 | hgv.fo

HK Verk
Eiði | 565700

Holm Bygging
Saltangará | 215600 | holmbygging.fo 

J+H v/ Arnbjørn Hansen
Leirvík | 443150

JL-Smíð
Hvalvík | 210085

Jóan Petur Vang
Oyrarbakki | 422568

JP Byggivirkið
Leirvík | 566666

JP Contractors
Leirvík | 225101

Kambsenni
Fuglafjørður | 774443

KJ
Kambsdalur | 407000 | kj.fo

Klima Energi Service
Fuglafjørður | 258030

Kontek
Norðragøta | 222898

Leitisstein
Runavík | 448233 | leitisstein.fo

Málaram. Signar á Fríðufløtum
Saltangará | 772100

Mekanik
Runavík | 447425 | mekanik.fo

MEST (deildin á Skála)
Havn | 301160 | faroeyard.fo

Miðberg
Saltangará | 447366 | midberg-bakari.com

Múrverk
Skipanes | 441280

Norðsetur
Hvalvík | 422277 | nordsetur.fo

Petur Larsen
Fuglafjørður | 775775 | pl.fo

PFJ-EL
Eiði | 423388

Radiobúðin
Saltangará | 228025 | radiobud.fo

RÓK-EL
Saltnes | 448384

Skarðsá Smíð
Fuglafjørður | 587957 | skardsasmid.fo

Snikkaravirkið í Rituvík
Rituvík | 447706

Stórbilar
Rituvík | 765765 | storbilar.fo

TJ Smíð
Leirvík | 733233

TN Bygging
Saltangará | 449510 | tnb.fo

Univice
Runavík | 449100 | univice.fo

Seinast dagført 21. juli 2026

Limayvirlit - Suðuroyar Meistarafelag

Bea Køkar
Vágur | 591309 

Bærendsen Teknik 
Tvøroyri | 371296

Biltek
Trongisvágur | 371466

Birgir Dimon fa.
Trongisvágur| 211937

BST Byg 
Vágur | 591309

Gudmund Larsen
Vágur | 373070

Júma Byggivirkið
Tvøroyri | 221510

KS-Elektro v/ Kristian Stórhamar
Trongisvágur | 225098

Mortan Petersen
Tvøroyri | 372300

MTV-Byggivirkið 
Froðba | 371787

Norcon 
Øravík | 222174/289520

Roest 
Trongisvágur | 371310

SH-BYGG
Hvalba | 212434

Tangavirkið
Vágur | 373065

Terje Nielsen Fa.
Froðba | 228135

Vágs Smipasmiðja
Vágur | 373010

Verkstaðið hjá Eyðun 
Froðba | 212626

Seinast dagført 21. juli 2026

Limayvirlit - Vága Handverksmeistarafelag

CJ Bygg
Sørvágur | 580632 

Grant 
Vatnsoyrar | 355000 | grant.fo

Jaspur Joensen
Sørvágur | 222061

Jim S.
Sørvágur | 228384

Klima.fo 
Sandavágur | 333555

Motor- og Køliteknik 
Miðvágur | 332392

Múrarin v/ Kell Jensen
Miðvágur | 332779

Neinbjørn Nattestad 
Miðvágur | 332727

J. K. Joensen 
Sandavágur | 333222 | oilwind.fo

Ove Heinesen - VVS
Bøur | 216141

Thorfinn Nielsen 
Miðvágur | 333117

Trøðhamar 
Miðvágur | 333082

Vest-Mek
Sørvágur | 332045 | kanjon.fo

West Tech 
Sørvágur | 333366 | wt.fo

 

 

Seinast dagført 21. juli 2026

Mál og mið felagsins
  • At sambinda øll handverksmeistarafeløg í Føroyum í felagsskap, at lívga og verja lívsmálini og siðvenjuna hjá stættini, og at fremja handverkið og handverksídnað sum heild.

  • At virka fyri vælskipaðum næmingaviðurskiftum sum grundarlag undir lítargóðari útbúgving.

  • At taka sær av lønar- og arbeiðsviðurskiftum limafelaganna, at fáa í lag sáttmálar við onnur virkisfeløg, og at taka upp samráðingar við yvirvald og stovnar.

  • Við upplýsandi og upplærandi kjakfundum, fyrilestrum og skeiðum at búgva út limir felaganna sum best og stimbra felagsskapin og samanhaldið, at skapa trygg prísviðurskifti til stuðuls fyri krøv limafelaganna og til frama fyri samanhaldið.

  • At koma sum best undan trætumálum millum handverksmeistarar og handverkarar, og at royna at fáa trætumál avgjørd í sátt og semju og sleppa undan arbeiðssteðgi. Um trætumál tekur seg upp, fremur felagið áhugamál handverksmeistaranna so langt sum rímiligt er, og so langt vald tess røkkur.

    Handverksvinnan í Føroyum er sett saman av nógvum ymiskum fakum ella vinnugreinum, so sum skipasmíð, bilverkstøð, elektrikarar, matvøruframleiðsla (slaktari, bakari v.m.), húsasmíð, hárfríðkanaryrkið, tænari. Sáttmálin millum Føroya Handverksmeistarafelag og Føroya Handverkarafelag fevnir tí um øll handverk.
Eftirútbúgvingargrunnurin Vitan

Vitan er ætlaður at skipa fyri eftirútbúgvingarskeiðum, sum eru viðkomandi fyri handverksvinnuna og at veita fíggjarligan og tekniskan stuðul til luttøku hjá handverkarum og handverksmeistarum á eftirútbúgvingarskeiðum, sum eru viðkomandi fyri handverksvinnuna.

Reglugerð fyri Vitan

Umsóknarskjal

Trygging millum Føroya Handverksmeistarafelag og LÍV

Føroya Handverksmeistarafelag hevur gjørt avtalu við LÍV um samlagstrygging fyri allar limir í Føroya Handverksmeistarafelag. Avtalan umfatar lívstrygging og trygging ímóti ávísum hættisligum sjúkum.

Neyðugt er at taka støðu til, um tú ynskir at vera knýttur at tryggingini hjá Meistarafelagnum.

Kostnaðurin er 154 kr/mðr fyri hvønn tryggjaða. Ikki er neyðugt við læknaváttan. Tryggingarnar eru fyrst og fremst ætlaðar meistaranum sjálvum, men eisini ber til at tryggja maka og lyklastarvsfólk.

Limir skulu taka støðu til, um teir ynskja tryggingarnar. Tað ber til at siga tryggingarnar frá sær, og tekna tær seinri. Men tá skal læknaváttan vísast.

Hagtøl

Lønarútgjaldingar í handverksvinnunum ímun til samlaðu lønarútgjaldingarnar.

Íløgur í byggiverkætlanir fyri land, kommunur og almenn partafeløg (so sum Tunnlarnir, Bústaðir, FT og Posta)

Íløgur í annlegsverkætlanir fyri land, kommunur og almenn partafeløg (so sum Tunnlarnir, Bústaðir, FT og Posta)

Nýbygging: sethús, raðhús og íbúðir – fordeilt yvir kommunur.

Lærlingatilgongd

Tiltøk
  • FM fyri handverkslærlingar
  • Greið frá tínum yrki