Føroya Ráfiskakeyparafelag

Jógvan Hansen
Jógvan Hansen formaður
Jens Pauli Petersen
Jens Pauli Petersen næstformaður

Stutt um felagið

Føroya Ráfiskakeyparafelag varð stovnað í 1967 og er vinnufelag fyri føroyskar fiskaframleiðarar. Endamál felagsins er at savna allar føroyskar ráfiskakeyparar til at útinna felags áhugamál, og at verja og umboða áhugamál limanna. Hetta verður gjørt m.a. við kanningum, politiskari ávirkan, samstarvi við útlendska vinnu og gransking og útbúgving.

Mál hjá felagnum

Týdningarmestu málini, sum felagið arbeiðir fyri, eru samanberingar og standardiseringar til frama fyri fyri allar limir í felagnum. Somuleiðis verður arbeitt fyri nýggjum møguleikum við flutningi og samstarvi við aðrar vinnur, og at spjaða hesa vitan til limirnar í felagnum. Onnur mál er samstarv við útlendsk áhugafeløg av sama slagi og saman við teimum vera við til at ávirka føroyskan fiskiídnað, vera við til at seta granskingarverkætlanir ígongd, sum limir í felagnum hava áhugað fyri, og at vera við til at tillaga útbúgvingartilboð til fólk í vinnuni.

Betri marknaðaratgongd

Betri marknaðaratgongd

Ráfiskakeyparafelagið vil hava myndugleikarnar at virka fyri at tryggja føroyskum fiskaútflytarum betri marknaðaratgongd.

Les meira

Flutningur

Meira um felagið

Um felagið

Føroya Ráfiskakeyparafelag varð stovnað í 1967 og er eitt vinnufelag fyri føroyskar fiskaframleiðarar. Á hvørjum árið gevur Føroya Ráfiskakeyparafelag út eina ársfrágreiðing, sum lýsir gongdina í fiskivinnuni og hvørji mál felagið hevur arbeitt við undanfarna ár.

Endamál felagsins
Endamálið hjá Føroya Ráfiskakeyparafelag er at savna allar føroyskar ráfiskakeyparar til at útinna felags áhugamál og at verja áhugamál limanna. Hetta verður gjørt m.a. við :

- Kanningum
- Umboða vinnuna
- Politiska ávirkan
- Samstarv við útlendska vinnu
- Gransking og útbúgving

At arbeiða við samanberingum og standardiseringum, til frama fyri allir limirnir í felagnum. At arbeiða við nýggjum møguleikum t.d. flutningi, samstarv við aðar vinnur o.l., og spjaða hesa vitan til limirnar í felagnum. Umboða felags áhugamál hjá vinnuni m.a. yvirfyri heilsumyndugleikunum, arbeiðseftirlitinum o.ø. At ávirka tær lógir og reglugerðir, sum landsstýrið, løgting o.o. seta í verk, soleiðis at hesar tæna vinnuni. Samstarv við útlendsk áhugafeløg av sama slagi og saman við teimum vera við til at ávirka til frama fyri føroyskan fiskiídnað. Vera við til at seta granskingarverkætlaninir í gongd, sum limir í felagnum hava áhugað í. Harumframt saman við øðrum at vera við at tillaga útbúgvingartilboð til millumleiðarar og arbeiðsfólk í vinnuni.

Øssur M. Dalbúð, ráðgevi
Fartlf: 739911 | t-post: ossur@industry.fo
Lóg felagsins

§ 1
Navn felagsins er FØROYA RÁFISKAKEYPARAFELAG og er heimstaður felagsins í Tórshavn.

§ 2
Endamál felagsins er at savna allar føroyskar ráfiskakeyparar til at útinna felags áhugamál og at verja áhugamál limanna.

§ 3
Ráfiskakeyparar kunnu gerast limir í felagnum við skrivliga at venda sær til felagið, og um nevndin játtar teimum limaskap.

Avgerð nevndarinnar kann av einum limi kærast fyri limfund, sum tekur endaliga avgerð.

§ 4
Aðalfundurin hevur hægsta ræðið í felagnum.

Atkvøðurætt á aðalfundinum hava felagslimirnir. Eitt árs eftirstøða inniber miss av atkvøðurætti.

Hvør limur hevur eina atkvøðu fyri hvørji byrjandi 1.000 tons av ráfiski, tó í mesta lagi 10 atkvøður.

Er limur eitt felag, eigur hann, ið skal útinna atkvøðurættin, áðrenn aðalfundin at prógva henda rætt fyri felagsformanninum ella fyri aðalfundinum.

Einans limur kann møta sum fulltrúi fyri annan lim og bert við skrivligari fulltrú frá avvarandi limi.

§ 5
Tann vanligi aðalfundurin verður hildin eina ferð um árið - ikki seinni enn 1. mai.

Nevndin ásetir tíð og stað fyri aðalfundin, sum verður kunngjørdur limunum brævliga við minst 8 daga ávaring.

§ 6
Øll mál, felagnum viðvíkjandi, kunnu viðgerast á vanligum aðal- ella eykaaðalfundi. Lógarbroyting kann bert fara fram, tá ið uppskot um lógarbroytingina er sett fram frammanundan, og uppskotið er lýst í kunngerðini um aðalfundin.

Til at broyta felagslógirnar krevst, at í minsta lagi 2/3 av teimum greiddu atkvøðunum eru fyri uppskotinum og at helvtin av limunum hava atkvøtt fyri.

Møta ikki nóg nógvir limir á vanliga aðalfundinum, har uppskot er frammi um at broyta lógirnar ella aðra samtykt, ið krevur í minsta lagi helvtina av øllum, ið eiga atkvøðurætt, skulu atkvøða fyri, kann samtykt verða gjørd um at kalla saman til eykaaðalfundar. Á eykaaðalfundinum kann slíkt uppskot verða samtykt við minst 2/3 av teimum atkvøðum, ið eru umboðaðar á fundinum, sjálvt um ikki helvtin av limunum er á fundi.

Dagsskráin á vanliga aðalfundinum er henda:

    1. Framløga av limalista
    2. Frásøgn nevndarinnar frá farna ári.
    3. Framløga av grannskoðaðum roknskapi frá farna ári.
    4. Val av nevnd.
    5. Val av grannskoðara.
    6. Ymiskt.

Allar samtyktir á aðalfundinum skulu verða skrivaðar í gerðabókina.

Um ikki formaðurin leiðir fundin, kann aðalfundin velja ein fundarstjóra.

Har ikki annað er tilskilað í lógunum, verða allar avgerðir samtyktar við vanligum meiriluta.

Eingin kann greiða atkvøðu í egnari søk.

§ 7
Eykaaðalfundurin kann verða hildin, tá ið nevndin heldur tað verða neyðugt ella tá ið limir, ið umboða minst 10 atkvøður, krevja tað. Nevndin avger tíð og stað. Lýst verður til eykaaðalfund á tann hátt og so langa tíð frammanundan, sum nevndin avgerð.

§ 8
Í nevndini sita 3-5 limir, ið aðalfundurin velur millum felagslimirnar fyri 2 ár ísenn. Annað hvørt ár stendur helvtin av nevndarlimunum fyri vali, og annað hvørt ár stendur hin helvtin fyri vali. Er talið av nevndarlimum ólíka tal, verður talið av nevndarlimum, sum standa fyri vali funnið við at runda upp til nærmasta heila tal annaðhvørt ár, og rundað niður til nærmasta heila tal annaðhvørt ár.

Umframt verður valdur 1 tiltakslimur hvørt ár.

Nevndin velur sjálv formann sín og næstformann. Á hvørjum nevndarfundi verður gerðabók førd, sum verður undirskrivað av hjástøddu nevndarlimum.

Nevndin setur kassameistara og skrivara.

§ 9
Nevndin tekur sær av áhugamálum felagsins, hevur fyrisætið við sjálvum felagnum og ansar eftir, at felagsins lógir og samtyktir verða hildnar.

Eingin kann verða við til av viðgera sína egnu søk. Allar avgerðir verða samtyktar eftir vanligum meiriluta.

§ 10
Felagsins roknskaparár er álmanakkaárið.

Roknskapur verður grannskoðaður av felagsins roknskapargrannskoðara. Rokn-skapurin fyri árið skal liggja frammi, uppgjørdur og grannskoðaður minst 14 dagar áðrenn ársaðalfundin.

§ 11
Hvør limur hevur skyldu til gjølla at halda felagsins lógir. Tær avgerðir, ið aðal-fundurin ella nevndin taka, eru bindandi fyri limirnar.

Um limur tí ikki vil ganga undir eina tílíka avgerð, kann nevndin koyra hann úr felagnum uttan ávaring, og kann hann ikki gerast limur aftur tey næstu tvey árini. Áðrenn hann verður limur aftur, skal hann gjalda alla skuld sína til felagið.

Tvey árs eftirstøða inniber, at limur av sær sjálvum missir limaskapin. Áðrenn hann verður limur aftur, skal hann gjalda alla skuld sína til felagið.

§ 12
Árliga limagjaldið er kr. 2.000 um árið. Innmeldingarlimagjaldið er kr. 2.000 kr. Inngoldið limagjald og innmeldingarlimagjald verður nýtt til rakstur felagsins í tann mun, sum nevndin, ið stendur aðalfundinum til svars, heldur at tørvur er á.

Skuldi felagnum verið tørvur á meira peningi fyri at fremja serlig mál, so kann nevndin royna at útvega henda pening við tilskotum frá limunum. Eisini kann aðalfundurin, til útvegan av slíkum peningi, álíkna limunum eykagjald á hvørjum kalendarári.

Ognir felagsins verða varveittar á tryggan hátt í banka, sparikassa ella í lánsbrøvum.

Nevndin hevur heimild til at tekna lutapening ella partapening í øðrum feløgum eftir góðkenning frá aðalfundinum.

Tekur felagið lán ella veðsetir ogn, mugu minst 4 nevndarlimir skriva undir.

Felagið verður bundið við undirskrift formansins ella honum, ið er í hansara stað. Til dagligu umsitingina av sjálvum felagnum kann nevndin geva skrivaranum fulltrú.

§ 13
Siga seg burtur úr felagnum kann eingin uttan við innskrivaðum brævi til felagið og við 6 mánaða ávaring, til ein 1. juli. Tó kann eingin fara úr felagnum meðan arbeiðstræta er, uttan so er, at nevndin gevur loyvi til hetta.

§ 14
Felagið kann verða tikið av við aðalfundarsamtykt, men einans tá ið minst 2/3 av samlaðu atkvøðunum í felagnum atkvøða fyri. Uppskot um felagsins avtøku má tó verða lýst fyri limunum eins og uppskot um lógarbroyting.

§ 15
Verður felagið tikið av, verða ognir felagsins at nýta til frama fyri føroyska fiskivinnu, soleiðis sum aðalfundirn tekur avgerð um.

Broytt á aðalfundi tann 28. november 2018

Limayvirlit

Limir í Føroya Ráfiskakeyparafelag

VirkiBygd/býTelefonHeimasíða
Atlantic Seafood Sp/fToftir528200www.atlanticseafood.is
Delta SeafoodTvøroyri208800www.deltaseafood.fo
Faroe Origin P/FSaltangará200600www.faroeorigin.fo
Fiskavirkið P/FGøta662200www.prg.fo
FoFish P/FLeirvík472060www.fofish.com
JMA-FRAM SaltfiskavirkiVágur374353
Kósin P/FKlaksvík409900www.jfk.fo
Nevið P/FRunavík447800www.nevid.fo
Rainbow Seafood P/fTórshavn322780www.rainbow.fo
Sandoy Seafood P/FSkopun361316/361860www.sandoyseafood.com
Tavan SP/FLeirvík443355www.tavan.fo
Vaðhorn Seafood P/fStrendur777710www.vadhorn.fo
Vestmanna Seafood P/FVestmanna219898
Nevndarlimir
Ársfrágreiðingar

Ársfrágreiðing Føroya Ráfiskakeyparafelag 2021

Ársfrágreiðing Føroya Ráfiskakeyparafelag 2017

Ársfrágreiðing Føroya Ráfiskakeyparafelag 2016

Ársfrágreiðing Føroya Ráfiskakeyparafelag 2013

Ársfrágreiðing Føroya Ráfiskakeyparafelag 2012

Ársfrágreiðing Føroya Ráfiskakeyparafelag 2011

Ársfrágreiðing Føroya Ráfiskakeyparafelag 2010

Ársfrágreiðing Føroya Ráfiskakeyparafelag 2009

Ársfrágreiðing Føroya Ráfiskakeyparafelag 2008

Ársfrágreiðing Føroya Ráfiskakeyparafelag 2007

Ársfrágreiðing Føroya Ráfiskakeyparafelag 2006

Tekna teg sum lim

Fyri at gerast limur í Ráfiskakeyparafelagnum skal tilmeldingarskjal útfyllast og sendast felagnum. Nevndin játtar limaskap á nevndarfundi.

Tak tilmeldingarskjal niður her.

Onnur kunning

Kassamiðstøðin

Føroya Ráfiskakeyparafelag eigur saman við Føroya Ráfiskaseljarafelag partapeningin í P/f Kassamiðstøðini. Kassamiðstøðin hevur til endamáls at lata limunum tænastuveitingar á øllum økjum viðvíkjandi plastpakningi til ráfisk. Kassamiðstøðin heldur til á Toftum í egnum virkisbygningi. Allir fiskakeyparar og -seljarar umframt onnur, ið brúka kassar, kunnu gerast limir í Kassamiðstøðini og keypa tænastur hagani.

Kassamiðstøðin P/F

FO-650 Toftir

Tlf: +298 449950

Fax: +298 449953

www.kassi.fo

Reglugerð fyri landingarmiðstøðir

Allýsingar:

    • Landingarmiðstøð: Øll løggildað landingarstøð.
    • Landing: landa fiskin, vaska lastina, kassar/kør umborð, skotta upp.
    • Støddarflokking: sambært skjali um støddarflokking.
    • Ísing: allur fiskur ísast sambært kunngerð nr. 161 frá 18. des.1995.
    • Merking: sambært § 7, stk 3 í hesi reglugerð.
    • Dagmerking: er datomerking har elsti fiskurin verður merktur 1.

§ 1.
Endamálið við reglugerðini

Stk. 1. Endamálið við reglugerðini er at tryggja, at somu mannagongdir verða brúktar til innviging, støddarskiljing, ísing, goymslu, merking, vikling v.m. á øllum landingarmiðstøðum, tá ið fiskur verður keyptur og seldur.

§ 2.
Hvat og hvønn fevnir reglugerðin um

Stk. 1. Reglugerðin fevnir um allar landingarmiðstøðir, sum landa fyri onnur.

Stk. 2. Ein landingarmiðstøð er eitt felag ella ein persónur við einari av fiskiveiðueftirlitinum góðkendari innvigingarskipan, sum landar skip fyri uppboðssølu, fiskakeyparar ella -seljara.

§ 3.
Ábyrgd hjá landingarmiðstøðini

Stk. 1. Landingarmiðstøðin hevur ábyrgd av, at henda reglugerð verður hildin.

Stk. 2. Landingarmiðstøðin hevur ábyrgdina av, at góðskustøðið á fiskinum ikki versnar meira enn tað, ið nátúrliga kemst av handfaringini av fiskinum á landingarmiðstøðini, og at dagmerkingin verður varðveitt undir landingini.

Stk 3. Landingarmiðstøðin hevur ábyrgdina av, at tann fiskur, ið er seldur um uppboðssølu, verður útflýggjaður keypara samsvarandi reglugerð um uppboðssølu, annars sum avtalað millum landingarmiðstøð og keypara.

§ 4.
Avtala um landing

Stk. 1. Báturin/skipið ger avtalu við landingarmiðstøðina um landing.

§ 5.
Innvigan og støddarskiljing

Stk. 1. Fiskurin verður skildur í fiskasløg, aldursbólkar, og evt. støddir, samsvarandi teimum fráboðanum, ið verða givnar frá seljara ella uppboðssøluni.

Stk. 2. Vigað verður soleiðis, at allur fiskur, sum verður støddarskildur, skal vigast. Verður fiskaslag selt samlað í kassum, verður stakroynd tikin av fiskinum. Stakroyndin skal vísa miðalvekt í kassunum, og støddarbýtið á fiskaslagnum.

Stk. 3. Stakroynd verður tikin soleiðis um og í tann mun keypari og seljari koma ásamt um tað:

  • Partí størri enn 10 tons - 10% til stakroynd
  • Partí millum 5 – 10 tons -15 % til stakroynd
  • Partí minni enn 5 tons -20 % til stakroynd
  • Minsta stakroynd er 10 kassar, ella 2 kør.

Eru fleiri keyparar, sum hava keypt meira enn 5 tons av sama partíði, skal stakroynd takast av fiskinum hjá hvørjum keypara sær. Um keypari og seljari koma ásamt um tað, kann undantak gerast frá hesi reglu.

Stk. 4. Við innviging verða 3% roknað frá fyri vatn og drypptap.

§ 6.
Uppgerð av landingum

Stk. 1. Tá landað er, skal uppgerð yvir landingina sendast seljara ella uppboðssølu. Hetta verður gjørt beinanvegin báturin/skipið eru liðugt landað.

Stk. 2. Uppgerðin skal vísa vekt, dagmerkingar og støddarbýtið av hvørjum partíði. Eisini skal uppgerðin vísa, hvussu nógv hvør einkultur keypari hevur fingið av fiski, kassum/kørum og plattum og skal sendast keypara, seljara, uppboðssølu skjótast møguligt eftir, at fiskurin er vigaður.

Stk. 3. Allar útreiðslur viðv. landingini, sum landingarmiðstøð/uppboðssøla krevur inn, skulu eisini standa á uppgerðini.

§ 7.
Fráboðan og avskipan

Stk. 1. Landingarmiðstøðin skal boða seljara (uppboðssøluni) frá, um tað útbjóðaða ikki samsvarar við útbjóðingarupplýsingarnar. Hesir boða síðani keypara frá.

Stk. 2. Tá liðugt er at landa, og fiskurin er klárur at avskipa, skal keyparin skjótast gjørligt hava fráboðan um vekt, støddarbýtið, og um hvussu nógvir kassar/kør og plattar fylgja við fiskinum.

Stk. 3. Áðrenn fiskurin verður avskipaður, skal hann ísast væl. Kassar skulu viklast í plast og frámerking skal setast á hvørt einkult partí, um keypari ynskir tað.

Stk. 4. Frámerkingin av fiskinum skal innihalda fylgjandi upplýsingar um partíðið:

  • Keypari
  • Seljari
  • Fiskaslag og stødd
  • Aldursbólkur
  • Veiðubyrjan
  • Landingarstað og dagfesting

§8
Rigga skipið til

Stk. 1. Tá liðugt er at landað, skal fiskalastin vaskast væl. Hevur báturin/skipið hylla last, verður skottað uppaftur. Hevur báturin/skipið kassar ella kør, skulu hesi vaskast og flýggjast umborðaftur.

Stk. 2. Skal landingarmiðstøðin útvega bátinum/skipinum ís ella agn, verður hetta gjørt uppá rokning.

§ 9
Endurgjaldskrøv

Stk 1. Um keypari klagar um, at fiskurin ikki er samsvarandi útbjóðingarupplýsingarnar, skal hetta gerast áðrenn fiskurin ferð av landingarmiðstøðini.

Stk 2. Um keyparin, tá hann hevur móttikið fiskin sær, at fiskurin ikki er samsvarandi upplýsingum givnir sambært grein 6 stk 2 og tí hann væntaði, skal hann boða uppboðssøluni og landingarmiðstøðini frá beinanvegin.

Stk. 3. Um tað kann ávísast, at landingarmiðstøðin hevur misrøkt sínar skyldur sambært hesi reglugerð, kann tað viðføra endurgjaldkrøv og/ella, at tiltøk verða sett í verk mótvegis landingarmiðstøðini.

Reglugerð fyri FMF
Stutt um reglugerðir og standardiseringar

Føroya Ráfiskakeyparafelag arbeiðir áhaldandi við at uppbyggja og seta í verk reglugerðir sum standardisera viðurskiftini í føroyska fiskiídnaðinum. Felagið hevur sjálvt sett arbeiðsbólkar, og veri umboða í arbeiðsbólkum sum hava viðgjørt tær reglugerðir og standardir sum er lýstir á undir kunningartilfarinum, herundir

- støddarflokkingina av ráfiski
- reglugerðina um Fiskamarknað Føroya
- reglugerð fyri landingarmiðstøðir