Handilsvinnufelagið

Handilsvinnufelagið Forkvinna
Eyðvør Berg Forkvinna
HZ8A9158
Claus V. Christensen Næstformaður

Stutt um felagið

Endamál felagsins er at savna allar fyritøkur, sum fáast við handilsvinnu á føroyska marknaðinum. Limirnir í Handilsvinnufelagnum er framleiðslufyritøkur, heilsølur og vanligir handlar, ið selja alt frá knappanálum, góðgæti, matvørum, klæðum, maskinum, byggitilfari til tænastuveitingar av ymsum slag. Handilsvinnufelagið er sostatt meginfelag fyri allar føroyskar handilsfyritøkur, sum selja eitt ella annað, líki mikið um tað eru vørur ella tænastur.   

Mál hjá felagnum

Málið hjá Handilsvinnufelagnum er at menna og styrkja føroyska handilsvinnu sambært raðfestingunum, sum limirnir í Handilnufelagnum seta á skránna, og tað eru tí limirnir í Handilsvinnufelagnum, ið ger av, hvussu felagið skal ávirka gongdina og menningina av føroyskari handilsvinnu, bæði í almenna rúminum og mótvegis politisku skipanini og myndugleikum.

Meira um felagið

Um felagið

Handilsvinnufelagið er vinnugreinafelag, ið umboðar seráhugamálini hjá føroyskum handilsfyritøkum í føroysku vinnuni.

Limirnir í handilsvinnufelagnum eru framleiðslu­fyritøkur, heilsølur og vanligir handlar, ið selja alt frá knappanálum, góðgæti, matvørum, klæðum, teldum, maskinum, byggitilafari til tænastuveitingar av ymsum slag.

Handilsvinnufelagið er sostatt meginfelag fyri allar føroyskar handilsfyritøkur, sum selja eitt ella annað, líka mikið um tað eru vørur ella tænastur.

Handilsvinnufelagið strembar eftir at veita limum sínum best møguliga tænastu.

Málið hjá Handilsvinnufelagnum er at menna og styrkja føroyska handilsvinnu sambært raðfestingunum, sum limirnir í Handilsvinnu­felag­num seta á skránna, og tað eru tí limirnir í Handils­vinnu­felagnum, ið gera av, hvussu felagið skal ávirka gongdina og menningina av føroyskari handilsvinnu.

Menningin av handilsvinnuni snýr seg m.a. um at vísa á týdningin av handilsvinnuni, soleiðis at fleiri fáa áhuga í at velja handilsvinnuna sum sína yrkisleið. Hetta verður gjørt umvegis kunningar- og skeiðsvirksemi, men Handilsvinnu­felagið er eisini virkin partur í tilgongdini at menna og ávirka úbúgvingarskipanina fyri føroyska handilsvinnu.

Ein onnur týdningarmikil uppgáva hjá Handilsvinnufelagnum er at umboða limir sínar mótvegis politisku skipanini og almennu myndugleikunum, soleiðis at føroysk handils­vinna fær best møguligar karmar at virka innanfyri. Hetta ger Handilsvinnufelagið m.a. við viðmerkingum um støðu sína, tá ið lógir og reglur, sum kunnu ávirka limirnar í Handilsvinnufelagnum, verða fyrieikaðar.

Handilsvinnufelagið heldur eisini eitt vakið eyga við galdandi lógum og reglum fyri limir sínar. Endamálið við hesum er at vísa politisku skipanini á, hvørjar lógir og reglur treingja til at verða dagførdar og broyttar, soleiðis at føroysk handilsvinna hevur kappingar­førar og smidligar karmar av virka innanfyri.

Alvi Hjelm, ráðgevi 
Fartlf: 739908 | t-post: alvi@industry.fo

Lóg felagsins

Kapittul 1

Navn, heimstaður og endamál


§ 1

Navn felagsins er Handilsvinnufelagið. Heimstaður felagsins er Tórshavn.

§ 2

Endamál felagsins er at savna føroyska handilsvinnu í ein vinnufelgsskap at útinna felags áhugamál.

 

Í virki sínum skal felagið skipa fyri felags menning í vinnugreinini, bæði í virkjunum, og av teimum karmum virkað verður undir. Millum limirnar skal felagið stuðla undir samskifti og førleikamenning, og úteftir virka sum felags málgagn mótvegis myndugleikum, stovnum og aðrari vinnu, herundir.

  • Menna og ávirka útbúgvingarskipanina fyri handilsvinnuna
  • Betra um rekruttering av arbeiðsmegi til vinnugreinina
  • Menna handilsvinnuna gjøgnum kunning og skeið
  • Greina og vísa á týdningin av handilsvinnuni
  • Ávirka og menna karmarnar fyri at reka handilsvinnu
  • Hoyring av lóggávu
  • Lobbyvirksemi

 

 

Kapittul 2

Limaskapur

§ 3 

Í felagnum kunnu handilsfyritøkur gerast limir.

 

Umsókn um limaskap í felagnum verður send umsitingini av felagnum. Nevndin ger ásetingar fyri møguligar treytir fyri limaskapi.

 

Við innliming í felagið skrivar fyritøkan undir at halda lógir felagsins soleiðis, sum tær eru ella seinni á lógligan hátt kunnu verða broyttar.

 

Limur kann siga seg burturúr felagnum við 6 mánað freist.

 

Limur, sum ikki hevur greitt limagjald kann koyrast út úr felagnum. Henda útkoyring loysir tó ikki viðkomandi lim frá gjaldskyldu síni. Felagið kann krevja limagjald inn umvegis innheinting.

 

Kapittul 3

Limagjald

§ 4 

Limagjaldið verður ásett á hvørjum ársaðalfundi, fyri eitt ár ísenn. Fult limagjald verður eisini goldið fyri innlimingarárið.

 

Limagjaldið fellur til gjaldingar tann 1. mai á hvørjum ári. Tó skulu nýggir limir hava rindað limagjald fyri at fáa atkvøðurætt á aðalfundi sama ár sum innliman.

 

Felagsins inntøkur verða at nýta til rakstur, sum nevndin, ið stendur aðalfundinum til svars, heldur verða neyðugar. Skuldi felagnum verið tørvur á meiri peningi til at fremja ávís mál, hevur aðalfundurin heimild til at útvega neyðuga fígging við tilskotum frá limunum. Eisini kann aðalfundurin til útvegan av slíkum peningi leggja eykagjald á limirnar í hvørjum kalendaraári, tó ikki størri enn tað, ið svarar til tey vanligu limagjøldini.

 

Kapittul 4 

Aðalfundurin

 

§ 5

Aðalfundur felagsins hevur hægsta ræðið í øllum viðurskiftum felagsins.

 

Rætt at koma á aðalfund hava allir limir felagsins.

 

Ein og hvør, sum hevur rætt til at koma á aðalfund, kann koma fyri annan við sama fundarrætti, um hesin limur hevur fingið fulltrú til tess. Limur kann skrivliga geva øðrum persóni fulltrú til at fara á fund og greiða atkvøðu hansara vegna.

 

§ 6

Vanligur aðalfundur verður hildin á hvørjum ári í apríl mánað. Lýst verður til vanliga aðalfundin minst 14 dagar frammanundan. Nevndin ásetir tíð og stað fyri aðalfundin og avger á hvønn hátt hann verður lýstur.

Á aðalfundinum er henda skrá:

 

  1. Val av fundarstjóra
  2. Framløga av limalista
  3. Frásøgn nevndarinnar frá farna ári
  4. Framløga av grannskoðaðum roknskapi
  5. Val av nevnd og tiltakslimum
  6. Val av grannskoðara
  7. Áseting av limagjaldi
  8. Ymiskt

 

Allar avgerðir verða samtyktar við vanligum meiriluta. Atkvøðubýtið er ásett eftir starvsfólkatalinum hjá limunum soleiðis:

 

Limirnir hava eina atkvøðu fyri upp til 3 ársverk

millum 4 og 10 ársverk tvær atkvøður

millum 11 og 20 ársverk tríggjar atkvøður

millum 21 og 50 ársverk fýra atkvøður

fyritøkur við fleiri enn 51 ársverkum fimm atkvøður.

 

Atkvøðugreiðsla á aðalfundinum, ið viðvíkur lógarbroyting, kann bert verða samtykt við ¾ av atkvøðunum. Er fundurin ikki viðtøkuførur, kann verða lýst til nýggjan fund, og ræður tá vanligi meiriluti úrslitinum, uttan mun til fundarluttøku.

 

§ 7

Eykaaðalfundur verður at halda, tá í minsta lagi 2 nevndarlimir, ella minst ¼ av limunum skrivliga krevja tað. Lýst verður til eykaaðalfund á tann hátt og so langa tíð frammanundan, sum nevndin ger av.

 

Kapittul 5

Nevndin

 

§ 8

Felagið verður stjórnað av eini 3 ella 5 manna nevnd. Aðalfundurin velur annaðhvørt ár 1 ella 2 og annaðhvørt ár 2 ella 3 limir í nevnd felagsins, fyri 2 ár ísenn. Valt verður millum limir felagsins.

 

1 ella 2 tiltakslimir verða valdir á hvørjum aðalfundi.

 

Um nevndarlimur tekur seg úr nevndini ella fer úr starvi hjá limi í úrtíð, tekur fyrst valdi tiltakslimurin við nevndarsessinum. Fyrst valdi tiltakslimur situr skeiðið út, ið nevndarlimur, sum tekur seg út í úrtíð, annars hevur sitið.

 

Miðað verður eftir, at nevndarlimir og tiltakslimir umboða tær ymisku handilsgreinirnar og landið so væl sum tilber.

 

Nevndin skipar seg sjálv við formanni og næstformanni beint eftir aðalfundin.

 

Nevndin hevur minst fýra nevndarfundir um árið.

 

Gerðabók verður førd frá nevndarfundum.

 

Kapittul 6

Tekning/ábyrgd

 

§ 9

Nevndarformaðurin teknar felagið. Nevndin hevur heimild at seta fólk til dagligu leiðslu felagsins, og kann veita slíkum umboðsfulltrú.

 

Til at upptaka lán, seta í veð, selja ella keypa fasta ogn krevst aðalfundarsamtykt og undirskrift á viðkomandi skjøl av nevndarformanni.

 

Felagið ábyrgdast bert við teirri til eina og hvørja tíð í felagnum verandi ogn. Í samband við virksemi felagsins, áliggur tað ikki limum og nevnd nøkur fíggjarlig ábyrgd.

 

 

Kapittul 7

Grannskoðan

 

§ 10

Roknskapur felagsins verður grannskoðaður av einum av aðalfundinum valdum grannskoðara.

 

Roknskaparárið er kalendaraárið.

 

Roknskapurin skal liggja til skjals á skrivstovu felagsins, tá lýst er til aðalfund.

 

Kapittul 8

Avtøka av felagnum

 

§ 11

Felagið kann verða tikið av við ¾ av teimum greiddu atkvøðunum eftir samtykt av tveimum aðalfundum, og mugu í mesta lagi verða lidnir 14 dagar millum fundirnar.

 

Skuldi felagið verið tikið av, verða ognir felagsins nýttar, soleiðis sum aðalfundurin tekur avgerð um.

 

Samtyktar á eykaaðalfundi 02. juli 1997.

Broyttar á eykaaðalfundi 06. juni 2001.

Broyttar á eykaaðalfundi 24. august 2011.

Broyttar á eykaaðalfundi 1. mars 2016.

Broyttar á eykaaðalfundi 30. apríl 2019

Broyttar á aðalfundi 17. juni 2020.

Nevndarlimir

Eyðvør Berg
Forkvinna | eydvor@berglon.fo

Claus V. Christensen
Næstformaður | cvc@solar.fo

Jacob Dam
Nevndarlimur | dam@intersport.fo

Gunnar Mohr
Nevndarlimur | gunnar@pm.fo

Hilmar Sam Lamhauge 
Nevndarlimur | hsl@effo.fo

Limayvirlit

Alvaró
Hoyvík | 250911 | alvaro.fo 

Asile
Havn | 229043

Bakkhús
Hvalba | 375436

Bygma Balslev
Havn | 345000 | balslev.fo

Berglon 
Saltangará | 773000 | berglon.fo

Bókabúðin 
Saltangará | 449292 | bb.fo

Borg
Glyvrar | 477272 | borg.fo

Brillusmiðjan við Streymin
Norðskála | 222422

Colorama, CO. Petur Gaardlykke 
Saltangará | 449149

Effo 
Havn | 343500 | effo.fo

Eikin 
Argir | 321030 | eikin.fo

Eldhús 
Sandur | 361002

Elding
Havn | 529038/529039 | elding.fo

Føroya Bjór 
Klaksvík | 475454 | bjor.fo

Føroya Keypssamtøka
Hoyvík | 660000 | fk.fo

Føroya Møblasøla
Havn | 354680 | ide.fo

FTZ - billutir og amboð
Havn | 611010

H. N. J. Bókhandil
Havn | 311036

Haraldsen
Fuglafjørður | 384418

HFG - Djórahandilin
Syðrugøta | 227226

hjá Fróða
Havn | 350900 | hjafroda.fo

HTH Føroyar
Havn | 611611 | hth.fo

Inventar Tænastan
Havn | 613800 | inventar.fo

Jensen, Carl A.
Kollafjørður | 669000

Jógvan Weihe
Havn | 353897 | weihe.fo

John Poulsen
Vatnsoyrar | 332034

Kaj Andreasen & co.
Hoyvík | 315600 | andreasen.fo

KBI
Klaksvík | 230200 | kbi.fo

Kemilux
Havn | 662000 | kemilux.fo

Kósabúðin
Klaksvík | 455000/268777

Landshandilin
Havn | 311374 | landshandilin.fo

Leif Mohr
Havn | 351220 | lm.fo

Litaval
Havn | 342500 | litaval.fo

Magn, Havn
Havn | 347400 | magn,fo

Magnstøðin við Streymin
Oyrarbakki | 422255

MBM Búrøkt
Hoyvík | 292048

Nema
Havn | 202020 | nema.fo

Netto
Klaksvík | 225959

Niels L. Arge
Havn | 311731 | nlasilvur.fo

Optikbúðin
Havn | 280022 | optik.fo

Orkis
Glyvrar | 252097 | orkis.fo

PE
Havn | 311055

hjá Pidda
Toftir | 447103

Poul Hansen, PH
Havn | 311161 | ph.fo

Poul Michelsen, PM
Havn | 354650 | pm.fo

Radiobúðin
Saltangará | 228025 | radiobud.fo

Rit & Rák
Havn | 225324 | ritograk.fo

ROSAH
Skála | 227888 | rosah.fo

Shari
Saltangará | 219350 | shari.fo

Shop-In
Glyvrar | 212814

Skálkur Holding
Havn | 315402 | skalkur.fo

Skóhornið
Havn | 321326 | skohornid.fo

SMS
Havn | 341900 | sms.fo

Solar
Hoyvík | 357933 | solar.fo

Svend Krosstein
Havn | 344600 | krosstein.fo

Thomas Dam á Hálsi
Havn | 311400

Thomas Dam Ítróttur
Havn | 355300

Várperla Blómuhandilin
Runavík | 213012 | varperla.fo

Vest Pack
Vestmanna | 424107 | vestpack.fo

OY
Havn | 782200 | oy.fo

Zach. Müller Fa.
Porkeri | 373179

 

Dagført 23. juli 2026