KT-Felagið

Ulla
Ulla Joensen forkvinna

KT-felagið arbeiðir miðvíst fyri at betra karmarnar hjá KT-vinnuni og at fáa Føroyar í fremstu røð, tá tað snýr seg um KT. Felagið er bæði fyri tey, ið virka á føroyska marknaðinum, og tey, ið royna seg við útflutningi.

Seinastu árini er serligur dentur lagdur á trý høvuðsøki:

    • Keyp FøroysKT
    • Útbúgving
    • Talgilding

Keyp FøroysKT
Hjartamálið er at føroyska KT-vinnan er eitt sjálvsagt fyrsta val, tá KT-verkætlanir verða íverksettar. KT er ein sjálvsagdur partur av okkara nútíðar samfelag, og verður ein enn meiri sjálvsagdur partur av framtíðar samfelagnum og ein grundleggjandi fortreyt fyri allari vinnuligari og samfelagsligari menning. Tí er umráðandi, at vit tryggja okkara framtíð við eini sterkari føroyskari KT-vinnu, sum hevur teir røttu førleikarnar at menna vælsnikkaðar loysnir til føroyska tørvin.

Útbúgving
KT-felagið hevur leingi arbeitt fyri at betra um møguleikarnar at taka KT-útbúgvingar og at granska KT í Føroyum, soleiðis at tey lesandi sleppa undan at fara av landinum. Lærdómurin tekur støði í føroyska samfelagnum og sannlíkindini eru betri fyri, at KT-fólk støðast her. Hetta er hepnast so mikið væl, at fleiri útbúgvingar eru tøkar í dag. Nevnast kunnu bachelor-útbúgvingin í KT-verkfrøði, master-útbúgvingin í dátuvísindum og diplom-útbúgvingin í web-menning, umframt at arbeitt verður við at flyta KT-lærlingaútbúgvingarnar til Føroya.

Talgilding
KT-felagið arbeiðir fyri einum brúkaravinarligum talgildum samfelagi. Í allari tilgongdini at talgilda føroyska samfelagið hevur KT-felagið verið ein viðleikari, og ynskir at virka saman við tí almenna, soleiðis at Føroyar hava eitt KT-undirstøðukervi í heimsflokki, mest brúkaravinarligu og gagnligu talgildu loysnirnar og eina KT-vinnu, sum kann stuðla upp undir hetta.

Meira um felagið

Lóg felagsins

Navn felagsins er KT-felagið og heimstaður felagsins er Tórshavn.

§ 2

Endamál felagsins er at savna allar KT- og fjarskiftisfyritøkur at útinna felags áhugamál soleiðis at KT- vinnan gerst týðandi táttur í føroyska búskapinum, kend fyri sína dygd.

§ 3

Umsóknir um limaskap skulu sendast nevndini, sum tekur støðu til umsóknina. Avgerð nevndarinnar kann kærast fyri limafund, sum tekur endaliga avgerð.

§ 4

Limirnir hava skyldu at halda lógir felagsins. Tær avgerðir, ið aðalfundurin ella nevndin taka, eru bindandi fyri limirnar.

Um limur ikki vil ganga undir eina tílíka avgerð, kann nevndin koyra viðkomandi úr felagnum uttan ávaring, og kann hesin ikki gerast limur aftur tey næstu tvey árini. Áðrenn viðkomandi verður limur aftur, skal møgulig skuld til felagið verða goldin.

Tvey árs eftirstøða inniber, at limur av sær sjálvum missir limaskapin. Áðrenn limaskapurin kann fáast aftur, skal øll skuld til felagið verða goldin.

§ 5

Árliga limagjaldið verður ásett á ársaðalfundinum. Fult limagjald verður eisini goldið fyri innlimingarárið. Inngoldið limagjald verður nýtt til rakstur felagsins í tann mun, sum nevndin, heldur at tørvur er á.

Skuldi tað í felagnum verið tørvur á meira peningi fyri at fremja serlig mál, so kann nevndin útvega henda pening við tilskotum frá limunum. Eisini kann aðalfundurin, til útvegan av slíkum peningi, álíkna limunum eykagjald.

Nevndin hevur heimild til at tekna lutapening ella partapening í øðrum feløgum eftir góðkenning frá aðalfundinum.

Tekur felagið lán ella veðsetir ogn, mugu minst 2/3 av nevndarlimunum skriva undir.

Felagið verður bundið við undirskrift formansins ella honum, ið er í hansara stað. Til dagligu umsitingina av sjálvum felagnum kann nevndin geva skrivaranum fulltrú.

§ 6

Nevndin tekur sær av áhugamálum felagsins, hevur fyrisætið við sjálvum felagnum og ansar eftir, at felagsins lógir og samtyktir verða hildnar. Allar avgerðir á nevndarfundum verða samtyktar við vanligum meiriluta.

§ 7

Aðalfundurin hevur hægsta ræðið í felagnum.

Limirnir hava eina atkvøðu fyri upp til 3 starvsfólk, millum 4 og 10 starvsfólk tvær atkvøður, millum 11 og 20 starvsfólk tríggjar atkvøður, millum 21 og 50 starvsfólk fýra atkvøður og fyritøkur við fleiri enn 51 starvsfólkum fimm atkvøður.

Eitt árs eftirstøða í limagjaldi inniber miss av atkvøðurætti.

Limur kann geva øðrum skrivliga fulltrú at umboða seg á aðalfundinum.

§ 8

Ársaðalfundurin verður hildin eina ferð um árið - ikki seinni enn 1. mai.

Lýst verður til vanliga aðalfundin minst 14 dagar frammanundan. Nevndin ásetir tíð og stað fyri aðalfundin, og avger á hvønn hátt hann verður lýstur.

Dagsskráin á vanliga aðalfundinum er henda:

    1. Val av fundarstjóra
    2. Framløga av limalista
    3. Frásøgn nevndarinnar frá farna ári.
    4. Framløga av grannskoðaðum roknskapi frá farna ári.
    5. Val av nevnd.
    6. Val av grannskoðara.
    7. Áseting av limagjaldi fyri komandi árið.
    8. Ymiskt.

Allar samtyktir á aðalfundinum skulu verða skrivaðar í gerðabókina.

§ 9

Øll mál, felagnum viðvíkjandi, kunnu viðgerast á vanligum aðal- ella eykaaðalfundi.

Lógarbroyting kann bert fara fram, tá ið uppskot um lógarbroytingina er sett fram frammanundan, og uppskotið er lýst í kunngerðini um aðalfundin.

Til at broyta felagslógirnar krevst, at í minsta lagi 2/3 av teimum greiddu atkvøðunum eru fyri uppskotinum, og at helvtin av øllum limunum hava atkvøtt fyri.

Har ikki annað er tilskilað í lógunum, verða allar avgerðir samtyktar við vanligum meiriluta.

Er vanligi aðalfundurin ikki viðtøkuførur, kann samtykt verða gjørd um at kalla saman til eykaaðalfundar. Á eykaaðalfundinum kann slíkt uppskot verða samtykt við minst 2/3 av teimum atkvøðum, ið eru umboðaðar á fundinum, sjálvt um ikki helvtin av limunum er á fundi.

§ 10

Í nevndini sita 3 til 5 limir. Limirnar sita í 2 ár[1]. Valt verður millum limir felagsins. Harumfamt verður 1 tiltakslimur valdur hvørt ár.

Nevndin skipar seg sjálv. Á hvørjum nevndarfundi verður gerðabók førd, sum verður undirskrivað av hjástøddu nevndarlimum.

Nevndin kann seta kassameistara og skrivara.

§ 11

Eykaaðalfundurin kann verða hildin, tá ið í minsta lagið 2 nevndarlimir ella limir, ið umboða minst 1/5 av atkvøðunum, krevja tað. Nevndin ásetir tíð og stað fyri eykaaðalfundin, sum verður kunngjørdur við minst 7 daga ávaring

§ 12

Felagsins roknskaparár er álmanakkaárið.

Roknskapur verður grannskoðaður av felagsins grannskoðara.

§ 13

Felagið kann verða avtikið við aðalfundarsamtykt, treytað av at minst 2/3 av samlaðu atkvøðunum í felagnum atkvøða fyri. Uppskot um felagsins avtøku má tó verða lýst fyri limunum eins og uppskot um lógarbroyting.

§ 14

Verður felagið tikið av, verða ognir felagsins at nýta til frama fyri menning av kunningartøkni, soleiðis sum aðalfundurin tekur avgerð um.


[1] Nevndarvalið verður skipað soleiðis: 2 limir verða valdir annað hvørt ár og 3 limir annað hvørt ár.

Limayvirlit
VirkiBygd/býTelefonHeimasíða
Bi3Velbastaður283238www.bi.fo 
Combine-ITNólsoy511187www.combine-it.com
EIRINToftir784070www.eirin.fo
ElektronTórshavn345100www.elektron.fo
Flowcore Sp/fTórshavn556600www.flowcore.com
FormulaTórshavn344000www.formula.fo
FramskákTórshavn717100
Føroya Tele P/fTórshavn303030www.ft.fo
Globe Tracker Føroyar Sp/fTórshavn215582www.globetracker.com
Globi sp/fTórshavn596061
Halling Sp/fHoyvík219797www.halling.fo
IntraSaltangará727200www.intra.fo
Klintra Sp/fTórshavn794284www.klintra.fo
KnassarHvannasund208080www.knassar.fo
Lunnar Sp/fSaltangará204020www.lunnar.fo
NemaTórshavn347347www.nema.fo
Nemlia Sp/fTórshavn556600www.nemlia.fo
NET P/FTórshavn303600www.net.fo
Stýr Sp/fTórshavn551550www.styr.fo
Tøkni Sp/fTórshavn356600www.tokni.com
Wired Relations IVFTórshavn712121
FarPay Sp/fTórshavn667700
Norliga Sp/fTórshavn205060
Nevndarlimir
Tekna teg sum lim

Fyri at gerast limur í KT-felagnum skal tilmeldingarskjal útfyllast og sendast aftur til felagið.

Nevndin tekur so støðu til umsóknina á nevndarfundi.

Leiðreglur fyri hvør kann gerast limur í KT-felagnum:

- Fyritøkan skal virða lógir og reglugerð hjá KT-felagnum.

- Fyritøkan skal framvísa roknskap, sum vísir “going-concern”

- Fyritøkan skal vera eitt KT- og / ella fjarskiftisfelag

- Fyritøkan skal vera eitt føroyskt skrásett felag

- Fyritøkan skal vera KT-veitari á føroyska marknaðinum

- Fyritøkan skal fylgja góðum KT-siði og  galdandi lóggávu á økinum

Tilmeldingarskjalið kann takast niður her