Betra karmarnar hjá vinnugreinini
Sum limur í einum vinnugreinafelagi verður fyritøkan partur av einum felagsskapi, sum arbeiðir fyri at betra karmarnar fyri júst ta vinnugreinina, sum fyritøkan virkar í. Eitt nú kann vinnugreinafelagið taka spurningar upp, sum eru viðkomandi fyri fleiri fyritøkur í vinnugreinini, og vísa myndugleikunum á, hvar broytingar eiga at verða gjørdar.
Ummæli av lóggávu
Vinnugreinafeløgini fáa møguleika fyri at ummæla lóggávu, sum ávirkar teirra vinnugrein.
Nevndin tekur so støðu til umsóknina á nevndarfundi.
Leiðreglur fyri hvør kann gerast limur í KT-felagnum:
- Fyritøkan skal virða lógir og reglugerð hjá KT-felagnum.
- Fyritøkan skal framvísa roknskap, sum vísir “going-concern”
- Fyritøkan skal vera eitt KT- og / ella fjarskiftisfelag
- Fyritøkan skal vera eitt føroyskt skrásett felag
- Fyritøkan skal vera KT-veitari á føroyska marknaðinum
- Fyritøkan skal fylgja góðum KT-siði og galdandi lóggávu á økinum
Tekna teg sum lim í KT-felagnum her: