Shipping ein týðandi útflutningsvinna

Menningin av føroyska handilsflotanum hevur ført til nýggjar vinnumøguleikar á sjógvi og landi. Hetta er ein sólskinssøga á maritima økinum, har vit við støði í okkara siðbundna styrki hava ment ein framkomnan nýggjan vinnuveg og starvsmøguleikar.

Handilsskip eru í dag ein týðandi inntøkukelda hjá føroyska samfelagnum og skapar fleiri arbeiðspláss til okkara sjófólk og fólk við høgari serfrøði. Harumframt er handilsflotin við til at javna búskaparligu sveiggini í Føroyum, tí talan um eina altjóða vinnu, sum ikki er knýtt at samfelagsgongdini her heima.