Tryggja kappingarføri í vinnuni

Handilsflotin er ein altjóða vinna, sum virkar undir altjóða treytum um allan heim. Tey lond, sum vilja gera seg galdandi í hesi vinnu, hava serligar altjóða skipaskrásetingar. FAS-skipanin er tískil grundarlagið fyri einum føroyskum handilsflota.

Vinnan virkar undir altjóða reglum, og øll lóggáva og reglur skulu tí fylgja altjóða krøvum.