Samskifti

Nud
Niels Uni Dam formaður
Michael Koba næstformaður

Stutt um felagið

Samskifti – sum kallaðist Reklamufelagið fram til 2009 – varð stovnað í 2022. Endamál felagsins er at savna føroysku lýsingarfyritøkurnar og taka sær av teirra yrkisligu, felagsligu og fíggjarligu áhugamálum.

Flestu føroysku lýsingarfyritøkurnar eru limir í Samskifti.

Mál hjá felagnum

Samskifti arbeiðir fyri, at lýsingarfyritøkur skulu hava góðar og javnbjóðis treytir at virka undir. Felagið vil, at útboð eru gjøgnumskygd og væl úr hondum greidd.

Útboð

Útboð

Virðismiklasta vøran í samskiftisvinnuni er góða hugskotið, góða sniðið og smarta loysnin. Vøran verður vanliga skapt í drúgvari tilgongd, og hon skal sjálvsagt verjast og virðast.

Les meira

Sáttmál

Meira um felagið

Um felagið

Reklamufelagið, sum í 2009 hevur broytt navn til Samskifti, varð stovnað í 2002. Endamál felagsins er at savna føroysku lýsingarfyritøkurnar og taka sær av teirra yrkisligu, felagsligu og fíggjarligu áhugamálum.

Flestu føroysku lýsingarfyritøkur eru limir í Samskifti.

Bára Gunnarsdóttir, ráðgevi
Fartlf: 739903 | t-post: bara@industry.fo
Lóg felagsins

Navn og heimstaður


§ 1

Navn felagsins er Samskifti og heimstaður tess er Tórshavn.

Endamál
§ 2

Endamál felagsins er at savna føroysku sniðgávu- og samskiftisvirkini og taka sær av teirra yrkisligu og felagsligu áhugamálum.

Limir og limaskapur
§ 3

Limir í felagnum kunnu gerast øll virki, sum starvast innan samskiftisráðgeving, grafiska sniðgeving og lýsingarsmíð og hvørs leiðsla má haldast at hava neyðuga fakliga útbúgving og/ella arbeiðsroyndir.

Umsókn um limaskap verður latin nevnd felagsins. Í umsóknarskjalinum skal umsøkjarin við undirskrift vátta at fylgja viðtøkum felagsins, sum tær til eina og hvørja tíð eru. Saman við umsóknini skulu vera teir upplýsingar, sum eru neyðugir fyri viðgerð av umsóknini. Nevndin kann gera serstakt umsóknarblað og kann biðja um allar teir upplýsingar, sum nevndin metir neyðugar fyri at viðgera upptøkuna. Nevndin tekur avgerð um upptøku av nýggjum limum. Noktar nevndin umsókn um limaskap, kann viðkomandi leggja málið fyri fyrstkomandi aðalfund felagsins.

§ 4

Limaskapurin heldur uppat um:

  • limur meldar seg út sambært § 5,

  • limur verður koyrdur úr felagnum, sambært § 16.

§ 5

Melda seg úr felagnum kann eingin uttan við skrivligari fráboðan og við 1 mánaða freist.

Fíggjarviðurskifti felagsins
§ 6

Roknskaparár felagsins er álmanakkaárið.

Roknskapur felagsins verður grannskoðaður av einum á aðalfundinum valdum grannskoðara.

Ársaðalfundurin ásetur fyri hvørt ár limagjald.

Fyri limir, sum gerast limir í roknskaparárinum, verður lutfallsligt limagjald roknað.

Beinanvegin eftir ársaðalfundin krevur nevnd felagsins limagjaldið inn. Frá limum, sum gerast limir eftir hetta, krevur nevnd felagsins beinanvegin lutfallsligt limagjald inn.

Limirnir ábyrgdast ikki fyri skyldur felagsins.

Nevnd felagsins
§ 7

Í nevndini sita 3-4 limir. Limirnir sita í 1 ár í senn. Valt verður millum limir felagsins á hvørjum aðalfundi.

Nevndarlimirnir skulu vera eigarar ella stjórar í limafeløgunum, ella persónar, sum hesi skjóta upp.

Nevndin skipar seg sjálv við formanni og næstformanni á fyrsta nevndarfundi eftir aðalfundin.

Verður talið av nevndarlimum minni enn 3 og eru meira enn 2 mánaðir til næsta aðalfund, skal nevndin kalla til eykaaðalfundar at velja nýggjar nevndarlimir fyri teir.

§ 8

Nevndarfundur verður hildin tá ið formaðurin, ella ein annar nevndarlimur ynskja tað.

Í nevndini verða avgerðir tiknar við vanligum meirluta. Nevndin er bert viðtøkufør um í minsta lagi tveir nevndarlimir eru møttir.

Tekningarregla
§ 9

Formaðurin ella skrivari felagsins tekna felagið í sambandi við vanliga raksturin. Formaðurin kann lata øðrum nevndarlimi hesa heimild.

Tó verður felagið teknað av tveimum nevndarlimum, tá tað kemur til óvanligar dispositiónir.

Aðalfundir felagsins
§ 10

Ársaðalfundir felagsins skulu haldast áðrenn apríl mánaður er úti. Nevndin boðar til aðalfundar við freist uppá í minsta lagi 14 dagar og í mesta lagi 28 dagar, hetta við skrivi til hvønn lim. Fundarskráin skal tilskilast í fundarfráboðanina.

Á ársaðalfundinum skulu evnini verða hesi:

    1. val av fundarstjóra,
    2. frásøgn nevndarinnar frá virki felagsins í farna ári,
    3. framløga av ársroknskapi við grannskoðaraátekning til góðkenningar,
    4. avgerð um nýtslu av yvirskoti, ella rindan av halli, sambært góðkenda roknskapinum,
    5. val av nevndarlimum,
    6. val av grannskoðara,
    7. innkomin mál og ymiskt.

§ 11

Eykaaðalfundur verður hildin eftir avgerð nevndarinnar, ella eftir áheitan frá í minsta lagi trimum av limunum.

Áheitan um aðalfund skal tilskila hvørji mál ynskjast viðgjørd á aðalfundinum.

Nevndin skal kalla til eykaaðalfundar sambært § 10, stk. 1 innan 14 dagar eftir at áheitanin er komin til nevndina.

§ 12

Á aðalfundum hevur hvørt felag atkvøðurætt samsvarandi hesum mørkum:

    1. atkvøða, tá talan er um 1-3 ársverk.
    2. atkvøður, tá talan er um 4-9 ársverk
    3. atkvøður, tá talan er um 10 og meira ársverk.

Ársverk verður gjørt upp sambært seinasta tøka ársrokniskapinum hjá liminum. Fyriliggur ársrokniskapur ikki, skal limurin lata grannskoðara felagsins nøktandi skjalaprógv til uppgerð av ársverkum. Limir, sum ikki hava goldið limagjald sambært skrivligum kravi frá felagnum, hava ikki atkvøðurætt á aðalfundi.

§ 13

Á aðalfundi verða avgerðir tiknar við vanligum meiriluta, uttan so at hesar viðtøkur áseta annað.

Til avgerð um at broyta hesar viðtøkur, ella at avtaka felagið krevst at í minsta lagi 2/3 av limum felagsins eru á fundi og at í minsta lagi 2/3 av møttum limum atkvøða fyri.

Atkvøða í minsta lagi 2/3 av møttum limum fyri, men eru ikki 2/3 av limum felagsins á fundi, verður beinanvegin kallað til eykaaðalfund, sum skal haldast innan 28 dagar eftir fyrra fundin.

Á seinna fundinum kann avgerð takast um 2/3 av møttum limum atkvøða fyri, líkamikið hvussu nógvir eru møttir.

§ 14

Allar atkvøðugreiðslur á aðalfundum skulu vera skrivligar um ein limur krevur tað.

§ 15

Á hvørjum ársaðalfundi verður ein roknskapargrannskoðari valdur.

Starv hansara stendur við til aðalfundurin hevur valt nýggjan grannskoðara.

Úrkoyring
§ 16

Um ein limur ikki heldur viðtøkur felagsins harundir ikki rindar limagjald, kann nevndin geva honum eina skrivliga ávaring.

Um ein limur – hóast givna skrivliga ávaring – ikki heldur viðtøkur felagsins harundir ikki rindar limagjald, kann nevndin koyra limin úr felagnum. Um limur gjøgnum sitt virksemi skaðar umdømi hjá Samskifti ella limi kann nevndin koyra hann úr felagnum.

Tekur nevndin avgerð um at koyra ein lim úr felagnum, kann viðkomandi limur leggja málið fyri eykaaðalfund, sum nevndin hevur skyldu at kalla til, um viðkomandi limur setir fram áheitan um hetta.

Á hesum eykaaðalfundi hevur viðkomandi limur ikki sjálvur atkvøðurætt.

Avtøka
§ 17

Verður felagið avtikið, skal ogn felagsins verða nýtt til at menna føroyska sniðgávu- og samskiftisvinnu, soleiðis sum aðalfundurin tekur avgerð um.

Hesar viðtøkur eru seinast broyttar á ársaðalfundi tann 10 / 09  2009.

Hesar viðtøkur eru seinast broyttar á ársaðalfundi tann 06 /  09 2012.

 

Fundarstjóri:
Gordon Rajani

 

Nevndin:
Niels Arge Galán, form.
Michael Koba, næstform.
Jan Berg Jørgensen

Vegleiðing í sambandi við útbjóðing

Í sambandi við útboð, luttaka limafeløgini í Samskifti fegin. Fevnir tilboðið um kreativt arbeiði ella ráðgevingararbeiði, eigur hóskandi samsýning at fylgja við.

Limayvirlit

Virki

Bygd/bý

Telefon

Heimasíða

Base Sp/f

Tórshavn

273159

www.base.fo

Grafia Sp/F

Klaksvík

227072

www.gamlaseglhusid.fo

Hugarok

Tórshavn

201515

www.hugarok.fo

Høgra Sp/f

Tórshavn

223366

www.hogra.fo

Kalos v/Jákup Brúsá Ívf.

Argir

720720

www.jakup.fo

Kovboy Film

Hvítanes

www.kovboyfilm.com

LittleManShouting

Argir

785020

www.littlemanshouting.com

Meitilberg Sp/f

Tórshavn

735000

www.meitilberg.com

Nudlavirkið

Argir

761010

www.nudlavirkid.fo

Sansir

Tórshavn

355355

www.sansir.fo

Savna Sp/f

Tórshavn

517950

www.savna.fo

Sendistovan

Tórshavn

347150

www.sendistovan.fo

Teima Ráðgeving

Tórshavn

277474

www,teima.fo

Vasti

Gøta

478500

www.vasti.fo

Virka

Tórshavn

781010

www.virka.fo

Qodio

Saltangará

765000

www.qodio.com

Seinast dagført 18. apríl 2023

Nevndarlimir

Niels Uni Dam, formaðurnud@nudlavirkid.fo
Michael Koba, næstformaðurmichael@kovboyfilm.com
Rókur Jákupsson Jacobsenrjj@virka.f.o
Tór Verland Johansentorverland@sansir.fo
Tekna teg sum lim

Fyri at gerast limur í Samskifti skal tilmeldingarskjal útfyllast og sendast felagnum.

Nevndin tekur støðu til umsóknina á nevndarfundi.

Tilmeldingarskjalið kann takast niður her.

Tilmeldingarskajl