Sveisari

Limaskapur í arbeiðsgevarafelag

Limaskapur í einum arbeiðsgevarafelag merkir, at fyritøkan hevur rætt til allar tær tænastur, sum arbeiðsgevarafelagið veitir. Hetta er m.a. ráðgeving um sáttmála- og lønarspurningar, um setanir, uppsagnir og líknandi starvsfólkamál og um arbeiðsmarknaðarlóggávu.

Vel felag niðanfyri

Føroya Arbeiðsgevarafelag

Felagið ger og røkir sáttmálar við løntakarafeløgini, ávirkar yvirskipaðu arbeiðsmarknaðar- og vinnulóggávu og fremur áhugamál hjá arbeiðsgevarum.

Føroya Handverksmeistarafelag

Felagið arbeiðir fyri at fremja handverkið og handverksídnað sum heild. Meistaraútbúgving og hartilhoyrandi løggilding er av týdningarmestu málum.

Føroya Prentsmiðjufelag

Felagið hevur til endamáls at fremja samstarvið millum limir sínar fakliga, tekniskt, útbúgvinarliga og vinnuliga og umboðar prentsmiðjur og grafiskar fyritøkur.

Reiðarafelagið Fyri Handilsskip

Felagið savnar allar reiðarar fyri føroysk handilsskip til at útinna felags áhugamál eins og á øðrum økjum at verja felags áhugamál limanna.

Ofta spurdir spurningar

Hvat er eitt arbeiðsgevarafelag?

Eitt arbeiðsgevarafelag er ein felagsskapur, sum umboðar fyritøkur og arbeiðsgevarar í samstarvi við fakfeløg og myndugleikar og veitir ráðgeving, sáttmálatrygd og ávirkan á arbeiðsmarknaðin.

Hvørjar skyldur fylgja við einum limaskapi?

Við limaskapinum í FAG fylgja nakrar skyldur.

Fylgja viðtøkum og fyriskipanum
Sambært viðtøkunum hjá FAG skulu limirnir fylgja viðtøkum og fyriskipanum felagsins og akta boð felagsins til limin ella limirnar. Hetta merkir m.a. at limir hava skyldu til at virða teir kollektivu sáttmálar, sum felagið ger við fakfeløgini um løn, arbeiðstíðir og treytir annars.

Rinda ásett limagjald
Limir felagsins hava skyldu til at rinda limagjaldið, sum verður ásett einaferð árliga.

Limaskapur undir arbeiðstrætu
Limir kunnu vanliga melda seg úr felagnum við skrivligari fráboðan og einari freist á 6 mánaðir. Tó kann eingin melda seg úr felagnum undir einari arbeiðstrætu, sum limurin er partur av.

Limur, sum ikki heldur sínar skyldur mótvegis felagnum, kann sambært viðtøkunum verða koyrdur úr felagnum, ella verða álagdur bót.

Hvørjar fyrimunir fær fyritøkan við at vera limur í arbeiðsgevarafelag?

Sum limur í Føroya Arbeiðsgevarafelagi fær fyritøkan hesar fyrimunir:

Hent amboð á heimasíðuni
Sum limur fær fyritøkan atgongd til bóklingin Vegleiðing um setanarviðurskifti, sum liggur á heimasíðuni industry.fo, og sum svarar mest vanligu spurningunum í sambandi við setanir. Eisini er atgongd til ymiskar skabelónir og standardskriv í sambandi við setanarviðurskifti.

Serfrøðingaráðgeving um setanarviðurskifti
Sum limur er fyritøkan eisini vælkomin at seta seg í samband við okkara ráðgevar, sum hava servitan innan setanarviðurskifti. Eitt nú veita vit ráðgeving í mun til kollektivu sáttmálarnar, sum FAG hevur gjørt við fakfeløgini, og um aðrar spurningar innan eitt nú setan, uppsøgn, feriu, barsil o.s.fr. Eisini hava ráðgevarnir holla vitan um arbeiðsmarknaðarlóggávu.

Ráðgeving um handilsviðurskifti
Limir kunnu seta seg í samband við ráðgeva í Vinnuhúsinum, um spurningar eru um útflutning ella innflutning, eitt nú handilsavtalur, toll, uppruna o.l.

Avsláttur av tiltøkum, sum Føroya Arbeiðsgevarafelag skipar fyri
Sum limur fær fyritøkan kunning um og møguleika at luttaka í kunningartiltøkum o.l., sum felagið skipar fyri. Flestu tiltøk eru ókeypis fyri limirnar. Tó fært tú sum limur eisini avsláttur til tey tiltøk, sum hava eitt luttøkugjald, eitt nú til árliga Vinnudagin.

Hjálp til ósemjur
Sum limur kann fyritøkan fáa hjálp til møguligar ósemjur við fakfeløg.

Ávirkan á lóggávu
Sum limur verður fyritøkan partur av einum felagsskapi, sum hevur tætt samband við myndugleikarnar, tá lóggáva verður smíðað, sum ávirkar vinnuna.

Skipaði viðurskifti á arbeiðsmarknaðinum
Sum limur verður tú partur av einum felagsskapi, sum gjøgnum kollektivar sáttmálar við fakfeløgini tryggjar skipaði viðurskifti á arbeiðsmarknaðinum. Partur av hesum er eisini ein friðarskylda, sum tryggjar at verkfall ikki kann verða lýst meðan sáttmálin er í gildi.

Hvat fær fyritøkan sum limur?

Fyritøkan fær atgongd til fakliga ráðgeving, vegleiðingar og skabelónir, hjálp til ósemjur, sáttmálavernd, tiltøk og møguleika at ávirka arbeiðsmarknaðartreytir.

Hvør kann gerast limur?

Allar fyritøkur, allir stovnar og arbeiðsgevarar, sum hava starvsfólk í løntum størvum, kunnu søkja um limaskap.

Kostar tað at vera limur?

Ja, limagjaldið verður vanliga roknað eftir stødd og slagi av fyritøku. Tú kanst venda tær til felagið fyri ítøkiligt gjald.

Hvussu kann arbeiðsgevarafelagið hjálpa við setan og uppsøgn?

Fyritøkan fær skabelónir og vegleiðing til setanarbrøv, uppsagnarskriv og annað í sambandi við setan og starvsfólkaviðurskifti.

Hvat hendir, um fyritøkan fær eina ósemju við eitt fakfelag?

Felagið veitir ráðgeving og hjálp við at loysa ósemjur, eitt nú um løn, uppsøgn, arbeiðstíð ella rættindi, og kann umboða fyritøkuna í samskiftinum.

Er fyritøkan fevnd av sáttmálunum, um hon er limur?

Ja, sum limur er fyritøkan fevnd av kollektivu sáttmálunum, sum felagið hevur gjørt við fakfeløg – og fyritøkan er samstundis fevnd av friðarskyldu.

Hvat er friðarskylda?

Friðarskylda merkir, at hvørki arbeiðsgevari ella fakfelag kunnu seta í verk verkfall ella arbeiðssteðg, meðan ein galdandi sáttmáli er í gildi. Hetta tryggjar arbeiðsfrið.

Fáa limir kunning um lógir og reglur, sum ávirka teir sum arbeiðsgevara?

Ja, limir fáa regluliga kunning um broytingar í lóggávu og reglum, sum hava týdning fyri arbeiðsgevarar og fyritøkur.

Hvussu verður fyritøkan limur?

Fyritøkan teknar seg sum lim á hesu síðu ella setir seg í samband við arbeiðsgevarafelagið, sum sendir upplýsingar um limaskap og vegleiðir í tilgongdini.