Limaskapur í vinnugreinafelag

Fyrimunir við limaskapi í einum vinnugreinafelagi

Betra karmarnar hjá vinnugreinini
Sum limur í einum vinnugreinafelagi verður fyritøkan partur av einum felagsskapi, sum arbeiðir fyri at betra karmarnar fyri júst ta vinnugreinina, sum fyritøkan virkar í. Eitt nú kann vinnugreinafelagið taka spurningar upp, sum eru viðkomandi fyri fleiri fyritøkur í vinnugreinini, og vísa myndugleikunum á, hvar broytingar eiga at verða gjørdar.

Ummæli av lóggávu
Vinnugreinafeløgini fáa møguleika fyri at ummæla lóggávu, sum ávirkar teirra vinnugrein.

Skeið og tiltøk
Flestu vinnugreinafeløg skipa fyri skeiðum og/ella tiltøkum, sum eru viðkomandi fyri fyritøkur, sum virka í vinnugreinini.

Aðrir fyrimunir
Alt eftir hvat nevndin í vinnugreinafelagnum velur at raðfesta, kunnu aðrir fyrimunir verða við limaskapi. Eitt nú ráðgeving um ávís viðurskifti av týdningi fyri vinnugreinina.

Skyldur við limaskapi í einum vinnugreinafelagi

Halda viðtøkurnar hjá felagnum
Ein fortreyt fyri at verða limur í einum felagi er at limurin heldur viðtøkurnar hjá felagnum.

Rinda limagjald
Sum limur í felagnum hevur fyritøkan skyldu at rinda tað ásetta limagjaldið.

Melda til vinnugreinafelag

Tekna teg sum lim í vinnugreinafelag

Trýst her

Depositphotos 159522356 XL