Hoyringssvar
Tíðindi: Hoyringssvar Ι 13. desember 2018
Uppskot til samtyktar um heimild at siga upp Hoyvíkssáttmálan

 

 

Uppskot til samtyktar um heimild at siga upp Hoyvíkssáttmálan til hoyringar.

 

Svar frá Føroya Arbeiðsgevarafelag

 

Viðv. uppskoti til samtyktar um at uppsiga Hoyvíkssáttmálan­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­

 

Samandráttur:

 

-   Føroya Arbeiðsgevarafelag heldur tørv vera á fleiri, ikki færri handilssáttmálum.
-   Um Uttanríkis- og Vinnumálaráðið metir, at Hoyvíkssáttmálin í verandi líki ikki er nøktandi, verður mælt til at samráðast um at broyta hann, heldur enn at uppsiga hann. Um tað ikki ber til at fáa semju við íslendsku stjórnina um ein broyttan Hoyvíkssáttmála, er helst eisini torført innan eitt ár at samráða seg til ein nøktandi nýggjan handilssáttmála.
-   Føroya Arbeiðsgevarafelag mælir tí staðiliga frá, at Hoyvíkssáttmálin verður uppsagdur, uttan at onnur avtala verður sett í staðin.
-   Fer Hoyvíkssáttmálin úr gildi, uttan at onnur avtala kemur í staðin, verður støðan á handilspolitiska økinum, sum hon var áðrenn 1992, og verður hetta eitt bakkast fyri føroyskt vinnulív, og serliga fyri ávísar partar av føroyskum vinnulívi.
-   Í viðmerkingunum til uppskotið til samtyktar er eingin neyv lýsing av avleiðingunum fyri føroyskt vinnulív, um Hoyvíkssáttmálin verður uppsagdur. Tað átti at verið ein neyv lýsing av avleiðingunum, serliga fyri tær vinnugreinar, sum kunnu verða hart raktar av vantandi fríhandilsavtalu, herundir hvønn GATT-toll, hesar kunnu vænta at rinda.
-   Fóðurframleiðsla er dømi um vinnuvirksemi, sum eftir øllum at døma verður rakt serliga hart, um eingin handilssáttmáli verður. Sum skilst er íslendski GATT-tollurin á fiskafóðri 55%. Um føroyskir fóðurframleiðarar skulu gjalda so høgan GATT-toll, ber ikki til at útflyta til Íslands, og ein vakstrarmarknaður verður tá reelt stongdur fyri føroyskt fiskafóður.
-   Umframt fiskafóður eru eisini aðrar fyritøkur, sum útflyta ymiska tøkniliga útgerð og útgerð til fiski- og alivinnuna. Hjá fleiri fyritøkum er íslendski marknaðurin eitt av fleiri týðandi beinum at standa á.
-   Føroyskar fyritøkur innflyta eisini eina røð av vørum úr Íslandi, og ein partur av hesum verða raktar av GATT-tolli, um eingin avtala verður. Í seinasta enda verður tað føroyski brúkarin, sum verður raktur av einum hægri prísi og/ella minni vøruúrvali.
-   Landsstýrismaðurin hevur saman við Uttanríkis- og Vinnumálaráðnum staðið á odda fyri handilsferðum til Íslands, seinast í september í ár. Hetta hevur verið viðvirkandi til, at summar føroyskar fyritøkur nýliga eru byrjaðar at útflyta til Íslands. Tí virkar tað púra øvugt, at man nú ætlar at uppsiga Hoyvíkssáttmálan uttan at hava nakra aðra avtalu at seta í staðin.

 

Almennar viðmerkingar

Uppskot til samtyktar um at uppsiga Hoyvíkssáttmálan er sent til ummælis í Vinnuhúsinum. Vinnuhúsið hevur fingið minni enn tvey samdøgur til at viðmerkja ætlanina um at uppsiga Hoyvíkssáttmálan, og tað sigur seg sjálvt, at tað ikki ber til at hava eina djúptøkna viðgerð av avleiðingunum upp á so stutta tíð. Tað er eisini torført at skilja, hví málið hevur so stóran skund, at stundir ikki eru at gera eina neyva lýsing av avleiðingunum av at uppsiga sáttmálan. Sáttmálin kann uppsigast at fara úr gildi við 12 mánaða fráboðan til tann 1. í einum mánaða, og málið hevur so stóran týdning, at neyðuga tíðin má brúkast at viðgera málið.

 

Sum skilst á viðmerkingunum til uppskotið, eru tað ásetingarnar um útlendskan eigaraskap í Sjófeingislógini, sum eru orsøkin til, at ætlanin er at uppsiga Hoyvíkssáttmálan. Í viðmerkingunum sæst, at ætlanin er at uppsiga Hoyvíkssáttmálan innan 1. januar 2019, so avtalan kann fara úr gildi 1. januar 2020. Fer Hoyvíkssáttmálin úr gildi, uttan at onnur avtala kemur í staðin, merkir hetta, at støðan verður sum hon var áðrenn 1992, tá Føroyar á fyrsta sinni fingu fríhandilsavtalu við Ísland.

 

Í viðmerkingunum til uppskotið til samtyktar átti at verið ein neyv lýsing av avleiðingunum fyri ymsar partar av føroyskum vinnulívi, serliga fyri tær vinnugreinar, sum kunnu verða harðast raktar av vantandi fríhandilsavtalu millum Føroyar og Ísland. Somuleiðis átti at verið ein lýsing av, hvør GATT-tollurin verður á teimum vørum, sum vit útflyta til Íslands og innflyta úr Íslandi.

Vinnuhúsið hevur tó verið í sambandi við fyritøkur, sum samhandla við Ísland, og samskiftið bendir á, at tað verður eitt týðandi bakkast fyri partar av føroyskum vinnulívi, um Hoyvíkssáttmálin fer úr gildi, uttan at annar handilssáttmáli kemur í gildi í staðin.

 

Í viðmerkingunum til uppskotið til samtyktar skrivar Uttanríkis- og Vinnumálaráðið (UVMR), at ætlanin er at gera handilsavtalu við Ísland, áðrenn Hoyvíkssáttmálin fer úr gildi, men tað skulu tveir partar til at gera eina nýggja handilsavtalu, og vit hava onga trygd fyri, at íslendska stjórnin er sinnað at skunda sær at gera nýggja handilsavtalu innan eitt ár. Um tað ikki ber til at fáa semju um ein broyttan Hoyvíkssáttmála, er spurningurin, hví tað so innan eitt ár skal bera til at samráða seg til ein nøktandi handilssáttmála. Uttanríkis- og Vinnumálaráðið átti um nakar at vita, at eitt ár er sera stutt tíð at fáa semju um ein handilssáttmála. Og skuldi tað hóast hetta borið til, vita vit ikki, hvat innihaldið verður í einum slíkum sáttmála, og hvørjar vørur verða fevndar av sáttmálanum.

 

Vinnuhúsið hevur nú í fleiri ár arbeitt við at sannføra føroysku myndugleikarnar um at gera fleiri handilssáttmálar, sum geva føroyskum fyritøkum betri møguleikar fyri at innflyta og útflyta, og sum harvið stimbra samfelagsbúskapin. Vinnuhúsið fegnaðist tí, tá tað herfyri loksins eydnaðist at gera fríhandsilavtalu við Turkaland. Nú er ætlanin so at uppsiga eina av teimum 5 fríhandilsavtalunum, sum Føroyar hava, og tað er hinvegin skeiv leið at ganga.

Uttanríkis- og Vinnumálaráðið hevur staðið á odda fyri handilsferðum til Íslands, og hevur hetta verið viðvirkandi til, at summar føroyskar fyritøkur eru byrjaðar at útflyta til Íslands. Tí virkar tað púra øvugt, at man nú ætlar at uppsiga Hoyvíkssáttmálan, uttan at hava nakra aðra avtalu at seta í staðin.

 

 

Serligar viðmerkingar

 

Útflutningur

Í viðmerkingunum til lógaruppskotið verður skrivað, at føroyski útflutningurin til Íslands er 2,5% av samlaða útflutninginum, og at tað tí ikki fer at hava tær stóru búskaparligu avleiðingarnar, at sáttmálin verður uppsagdur. Tað er rætt, at Ísland sum heild ikki er okkara størsti útflutningsmarknaður, men um man hyggur nærri at einstøkum vinnugreinum og fyritøkum, er útflutningurin til Íslands ein størri partur av virkseminum, og á fleiri økjum eru møguleikar og útlit fyri vøkstri. Fyri summar fyritøkur kann útflutningurin til Íslands vera altavgerandi.

 

Eitt dømi um eina týðandi vøru er útflutningurin av fiskafóðri. Føroyski útflutningurin av fiskafóðri til Íslands verður í ár uml. 50 mió kr., og roknað verður við, at hann kann økjast munandi komandi árini, tí íslendska alivinnan er í vøkstri. Undir Hoyvíkssáttmálanum sleppa føroyskir fóðurframleiðarar undan tí íslendska GATT-tollinum á 55%, tá vøran verður útflutt til Íslands. Fer Hoyvíkssáttmálin úr gildi, uttan at onnur avtala kemur í staðin, verður GATT-tollur á 55 % lagdur á føroyskt fiskafóður, og tá verða føroyski framleiðarar ikki kappingarførir við framleiðarar innan ES/EBS, sum sleppa undan hesum tolli. Roknast kann tí við, at útflutningurin av fiskafóðri til Íslands steðgar, um hetta verður støðan.

 

Nakrar føroyskar fyritøkur útflyta eisini til Íslands ídnaðarvørur s.s. skip, bátar, maskinur, maskinlutir, aðra tøkniliga útgerð, kemikaliir og útgerð til fiski- og alivinnuna. Orsakað av stuttu hoyringsfreistini, hevur Vinnuhúsið ikki haft stundir til at eftirkanna GATT-tollin á øllum vørunumrunum, men mælt verður til, at Uttanríkis- og Vinnumálaráðið eftirkannar og lýsir ávirkan av møguligum GATT-tolli á hesar vørubólkar.

 

Ógreitt er, hvussu stóra ávirkan ein uppsøgn av Hoyvíkssáttmálanum fær á vaksandi útflutningin av tænastum til Íslands. Tá sáttmálin fer úr gildi, verða formligu rættindini hjá føroysku tænastuveitarum tó skerd. Viðurskiftini verður generelt ótryggari, men tað er tó torført at siga nakað um, hvør praktiska avleiðingin av hesum kann verða.

 

Innflutningur

Fleiri føroyskar heilsølur og handilsfyritøkur innflyta matvørur av ymsum slag úr íslandi, herundir kjøt og søtmeti. Á fleiri av hesum vørum verður GATT-tollur, um handilssáttmáli ikki er millum londini. Hetta fer at gera tað torførari at innflyta slíkar vørur. Hetta eru í flestu førum vørur, sum ikki verða framleiddar í Føroyum, og tí verður avleiðingin, at vit gerast meira tengd av innflutningi frá øðrum marknaðum, sum vit innflyta frá, og úrvalið minkar. Í seinasta enda verður tað føroyski brúkarin, sum verður raktur av einum hægri prísi og/ella minkandi vøruúrvali.

Sama er galdandi fyri ávíst byggitilfar, sum verður innflutt úr Íslandi, í tann mun, at GATT-tollur er á hesum.

 

Eisini eru íslendskar fyritøkur veitarar av maskinum og aðrari útgerð til føroyskar fiskaframleiðarar, umframt at veita eykalutir til somu. Orsakað av stuttu hoyringsfreistini hava ikki verið stundir til at eftirkanna GATT-tollin á hesum vørum.

Føroyska alivinnan innflytir rognkelsi og rogn úr Íslandi. Vanliga er lítil ella eingin GATT-tollur á livandi fiski, men mælt verður til, at Uttanríkis- og Vinnumálaráðið tryggjar sær, at GATT-tollur ikki er á hesum vørubólkum, um eingin handilssáttmáli verður.

 

Samanumtikið

Vinnuhúsið fer tí staðiliga at mæla frá, at Hoyvíkssáttmálin verður sagdur upp, fyrr enn annar handilssáttmáli er klárur at seta í staðin; ein handilssáttmáli, sum gevur føroyskum inn- og útflytarum líka góðar møguleikar sum undir Hoyvíkssáttmálanum.