Tíðindi: Kalendari - farin tiltøk Ι 28. februar 2019
FM fyri handverkslærlingar
Byrjar: hósdagur 28. februar 2019 kl. 08:30

Endar: fríggjadagur 1. mars 2019 kl. 18:00

Hvar/stað: SMS

Leinkja:


FM fyri handverkslærlingar verður á Torginum í SMS hósdagin og fríggjdagin. Hetta er aðru ferð skipað verður fyri FM kappingini. Hesaferð verður kappast í timbur, el og hárfríðkan.

 

Kappast verður tveir heilar dagar á Torginum í SMS. Kappingarnar byrja hósadagin longu áðrenn handlarnir hava latið upp. Síðani verður steðgur í, tá FM kappingin verður sett. Tað verður bogarstjórin í Tórshavnar kommunu, Annika Olsen, sum setur FM fyri handverkslærlingar.

 

Síðani kappast teir 11 lærlingarnir víðari til handlarnir lata aftur kl 18. Tó verður hárfríðkannarkappingin nakað øðrvísi enn timbur og el. í hárfríðkan verður kappast í fleiri smærri uppgávu, har tann síðsta endar hósdagin kl 15.15. El- og timburlærlingarnir halda tó fram til kl 18.

 

Fríggjamorgin byrja kappingarnar aftur áðrenn handlarnir hava latið upp. Síðani verður kappast til kl 15, tá dømingin fer fram. Síðani verður steypahandan kl 17.00. Tað verður nýsetta Landsstýriskvinnan í Mentamálum, Hanna Jensen, sum handar vinnarunum steypini.

 

Her er øll skráin:

 

Tíð

El

Timbur

Hárfríðkan

Hósdagur 28. februar

08:30

 

 

Dómarar síggja model

09:00

Byrja

Byrja

Klipping

10:15

 

 

Døming í vátum hári

10:30

Setan: Annika Olsen, Borgarstjóri, setir FM

10:30

Luttakarar hava steðg

10:45

Halda fram

Halda fram

Føn/finish

11:30

 

 

Døming

11:45

 

 

Umfrisering

12:30

 

 

Døming

12:45

Døgurðasteðgur

13:30

Halda fram

Halda fram

Mótaklipp harrar

14:15

 

 

Døming

14:30

 

 

Styling

15:00

 

 

Døming

15:15

 

 

Liðugt fyri í dag

18:00

Liðugt fyri í dag

Liðugt fyri í dag

 

Fríggjadagur 1. mars

08:00

Byrja aftur

Byrja aftur

 

09:30

 

 

Dómarar síggja model

10:00

 

 

Langt hár uppsetan

12:00

 

 

Døming

12:30

Døgurðasteðgur

13:00

Halda fram

Halda fram

Make-up

14:30

 

 

Døming

15:00

Liðugt

Liðugt

Liðugt

15:00

Døming

Døming

 

17:00

Vinnarar funnir

17:00

Steypahandan: Hanna Jensen handar steypini

18:00

Tiltakið liðugt

 

Tey sum skulu kappast eru:

 

Timbur:
Ingmar Dam, Búsetur
Markus Olsen, Articon
Hjarnar Gaard Hansen, JEP Smíð

 

El:
Teitur Johannesen, JT Electric
David Arnhold Hjelm, Pado
Rasmus Poulsen, LM Electric
Rói Zachariassen, LM Electric

 

Hárfríðkan:
Elisabet Dam Jacobsen, Salong Karin’sa
Petra Høgnadóttir Hansen, Adore
Jórunn á Gravarbø, Evoke

 

Føroya Handverksmeistarafelag er høvuðsfyriskipari av FM fyri handverkslærlingar. Tiltakið verður fyriskipað í samstarvi við Føroya Handverkarafelag, Landsfelag Handverkaranna, Yrkisdepilin og Tórshavnar Kommunu.