Tíðindi: Kalendari Ι 2. oktober 2020
Vinnudagurin 2020
Byrjar: fríggjadagur 2. oktober 2020 kl. 12:30

Endar: fríggjadagur 2. oktober 2020 kl. 19:00

Hvar/stað: Norðurlandahúsið

Leinkja:

 


Vinnudagurin er eitt tiltak, ið gevur vinnulívsfólki høvi at møtast og kjakast um vinnulig evni og at knýta samskiftisnet, sum er týdningarmikið fyri menningarmøguleikan hjá tí einstøku fyritøkuni. Á skránni plaga at vera fleiri fyrilestrar, ið skulu geva íblástur til vinnulívsfólk.

Eitt av endamálunum við Vinnudegnum er eisini at velja Ársins Virki og Vinnuátakið fyri at menna vinnuligan hugburð og at økja virðingina fyri vinnuni hjá myndugleikunum og vanliga borgarinum. Eisini er hetta at geva virkjum, ið hava klára seg væl, eitt herðaklap.