Tíðindi: Kalendari - farin tiltøk Ι 31. oktober 2019
Heimleiðistiltak um nýggja dátuverndarlóg
Byrjar: | hósdagur 31. oktober 2019 kl. 14:00 |
|
Endar: | hósdagur 31. oktober 2019 kl. 15:30 |
|
Hvar/stað: | Vinnuhúsið - Óðinshædd 7, Tórshavn |
|
Leinkja: | |
Løgmansskrivstovan hevur lagt lógaruppskot um nýggja dátuverndarlóg til almenna hoyring á heimasíðu sínari. Hoyringsfreistin er 8. november 2019. Í hesum sambandi skipar Vinnuhúsið fyri heimleiðistiltaki.
Fyri at geva fyritøkum møguleika at fáa svara sínum ivamálum viðvíkjandi nýggju dátuverndarlógini, verður skipað fyri heimleiðistiltaki í Vinnuhúsinum. Tað verður Katrin Thorsvig Hansen, fulltrúi á Løgmansskrivstovuni, sum kemur at greiða frá.
Vinarliga boða frá luttøku á industry@industry.fo ella við at ringja 309900 áðrenn týsdagin 29. oktober kl. 12.00. Tiltakið er bert fyri limir í einum av arbeiðsgevarafeløgunum í Vinnuhúsinum.