Tíðindi: Kalendari Ι 20. mars 2020
Ferðavinnustevnan 2020
Byrjar: fríggjadagur 20. mars 2020 kl. 15:00

Endar: leygardagur 21. mars 2020 kl. 02:00

Hvar/stað:

Leinkja:

Aftur í ár skipar Ferðavinnufelagið fyri árligu Ferðavinnustevnuni, har ferðavinnufólk koma saman at skjóta ferðavinnuárið í gongd.

 

Stevnan verður í ár, sum vanligt, skipað við einum dagtiltaki, sum byrjar eftir døgurða og eini veitslu um kvøldið, tá eisini heiðursbrøv verða handað.

 

Heiðursbrøvini, ið verða handað á Ferðavinnustevnuni, eru ársins ferðavinnufólk, ársins eldsál og ársins nýbrot.

 

Fremsta ætlanin við Ferðavinnustevnuni er, at hon skal eggja til samstarv, vitanardeiling og nýhugsan í ferðavinnuni.

 

Nærri fæst at vita seinni og boðað verður frá, tá ið til ber at melda seg til stevnuna.