Tíðindi: Kalendari Ι 30. november 2020
Kunningartiltak um nýggju dataverndarlógina í Suðuroy
Byrjar: mánadagur 30. november 2020 kl. 14:00

Endar: mánadagur 30. november 2020 kl. 15:30

Hvar/stað: Salt á Tvøroyri

Leinkja:

Føroya Arbeiðsgevarafelag og KT-felagið skipa fyri kunnandi tiltøkum um nýggju Dataverndarlógina, sum kemur í gildi 1. januar 2021. Tiltakið er ætlað vinnufyritøkum og er fyri limir í Vinnuhúsinum.

 

Fyrsta tiltakið var í miðhøllini í nýggja skúla á Skúlatrøð mikudagin 11. november kl 14.00.

Næsta tiltakið verður í Vinnuhúsinum mikudagin 18. november kl 14.00.

Seinasta tiltakið verður í Salt á Tvøroyri mánadagin 30. november kl. 14.00.

 

Skráin er hendan:


-   Hvat er Dataverndarlógin og hvør skal liva upp til lógina? - Katrin Thorsvig Hansen, Dataeftirlitið
-   Case: soleiðis komu vit ígongd – Frágreiðing frá fyritøku
-   Gjøgnumgongd av spurningum - Ulla Joensen, KT-felagið

 

 

Tilmelding fer fram við at skriva til industry@industry.fo – minst til at siga, hvat tiltak tit melda til.

 

Tað ber til at senda spurningar og ivamál longu nú, eisini til industry@industry.fo

 

Endamálið við tiltøkunum er, at fáa greiðu á teimum ivamálum, sum vinnufyritøkur hava viðvíkjandi nýggju dataverndarlógini.