Tíðindi: Kalendari Ι 30. november 2020
Ráðgeving og vegleiðing fyri limir í Suðuroy
Byrjar: mánadagur 30. november 2020 kl. 08:00

Endar: týsdagur 1. desember 2020 kl. 16:00

Hvar/stað: Mánadagin í Brim á Vági og týsdagin í Cafe MorMor á Tvøroyri

Leinkja:

Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur limir um alt landið, og tí fara vit í næstum á ferð kring landið fyri at koma tættari limum okkara í teirra gerandisdegi.

 

Endamálið er, at hitta limirnar í teirra nærumhvørvi fyri at tosa um lønar- og setanarviðurskifti, umframt onnur møgulig evni innan arbeiðsmarknaðarøkið.

 

Mánadagin eru vit á Brim í Vági og týsdagin á Cafe MorMor á Tvøroyri. Limir eru hjartaliga vælkomnir ein túr framvið til kaffi og til prát um ítøkilig starvsfólka- og setanarviðurskifti, ella ávís evni innan tína vinnugrein.

 

Skipað verður eisini fyri einum tiltakið í Suðuroy eftir arbeiðstíð týsdagin 1. desember. Eisini her verður dentur lagdur á setanar- og sáttmálaviðurskifti.