Tíðindi: Kalendari - farin tiltøk Ι 7. oktober 2021
Heimleiðistiltak um burðardygd
Heimleiðistiltak um burðardygd og tær reglur sum eru ávegis í ES, og sum koma at ávirka okkum.
Byrjar: hósdagur 7. oktober 2021 kl. 15:00

Endar: hósdagur 7. oktober 2021 kl. 16:00

Hvar/stað: Vinnuhúsið, Óðinshædd 7, Tórshavn

Leinkja:

Vinnuhúsið skipar fyri einum heimleiðistiltaki um burðardygd, og serliga tær reglur, sum eru ávegis í ES, og sum koma at ávirka okkum, bæði fyrr og seinni. 

 

Tiltakið verður í Vinnuhúsinum hósdagin tann 7. oktober klokkan 15:00.

 

Neyðugt er tó við tilmelding á industry@industry.fo í seinasta lagi mikudagin 29. september. Vinaliga viðmerk nøvnini á teimum, sum vegna tykkara fyritøku luttaka á tiltakinum.

 

Fyrilestrarhaldarin er Idar Kreutzer úr Norra, sum hevur verið forstjóri í Finance Norge síðani í 2012.

 

Framløgan verður á norskum og hann fer at greiða frá EU Taxonomy og hví tað er viðkomandi fyri Føroyar. 

 

 

Les meira um Idar Kreutzer her