Tíðindi: Kalendari - farin tiltøk Ι 19. november 2021
Ferðavinnustevna
Árliga Ferðavinnustevnan, sum Ferðavinnufelagið skipar fyri, verður í ár hildin í Kongshøll og SILO tann 19. november. Á stevnuni verða aftur í ár ársins ferðavinnufólk, ársins eldsál og ársins nýbrot kosin
Byrjar: fríggjadagur 19. november 2021 kl. 15:00

Endar: fríggjadagur 19. november 2021 kl. 23:55

Hvar/stað: Kongshøll og SILO

Leinkja:

Í fjør vóru tíverri ikki umstøður at halda Ferðavinnustevnu. Tvær ferðir var hon á skrá í 2020. Fyrru ferð var hon útsett, og aðru ferð var hon avlýst. Tíbetur eru umstøðurnar broyttar, og Ferðavinnufelagið fegnast um aftur at kunna bjóða ferðavinnufólki á Ferðavinnustevnu.

 

Ferðavinnustevnan verður í ár hildin í Kongshøll, og veitslan um kvøldið verður í SILO. Høvuðsevnið á Ferðavinnustevnuni í ár er vinnuferðavinna, ofta nevnd MICE ferðavinna (Meetings, Incentives, Conferences og Exhibitions). Ferðavinnustevnan verður sum vanligt skipað við ráðstevnu um dagin og veitslu um kvøldið, tá eisini heiðursbrøv í ferðavinnuni verða handað. 

 

Tilnevningar til heiðursbrøv kunnu saman við grundgevingum sendast sum boð til Ferðavinnufelagið á Facebook ella við telduposti til birita@industry.fo til og við fríggjadagin 12. november.

 

Í dómsnevndini sita Henny á Líknargøtu fyri Ferðavinnufelagið, Guðrið Højgaard fyri Visit Faroe Islands og Liljan Weihe fyri Kunningarstovurnar.

 

Heiðursbrævabólkarnir: 

 

Ársins ferðavinnufólk
Tey, ið gera eitt stórt og týdningarmikið arbeiði í gerandisdegnum, og sum dagliga eru í beinleiðis sambandi við ferðafólkini. Fólk sum eingin í ferðavinnuni kundi verið fyriuttan.

 

Ársins eldsál
Tey, sum hava útmerkað seg við ótroyttiligum ágrýtni, framsóknum hugburði og brennandi huga fyri tí, sum tey hava lagt fyri dagin.

 

Ársins nýbrot
Tey, sum hava dirvi og hugflog til at bróta upp úr nýggjum, sum hava fingið eitt nýtt hugskot og gjørt tað til veruleika. Øll kunnu vinna ársins nýbrot: einstaklingar, virkir, stovnar og felagsskapir. Treytin er bert, at tey í farna árinum skulu hava gjørt okkurt serliga nýhugsandi, sum er við til at menna útboðið og støðið á ferðavinnutænastum í Føroyum.

 

Gev gætur, at prógv um lidna koppseting, um andevni ímóti COVID 19 ella um negativa PCR-koronukanning, ikki eldri enn 48 tímar, skal vísast við komu í Kongshøll/SILO fyri at kunna luttaka á Ferðavinnustevnuni.

 

Les skránna her