Tíðindi: Kalendari Ι 4. mars 2022
Aliráðstevna
Árliga Aliráðstevnan verður hildin á Hotel Føroyum fríggjadagin 4. Mars 2022
Byrjar: fríggjadagur 4. mars 2022 kl. 10:00

Endar: mánadagur 1. januar 1 kl. 00:00

Hvar/stað: Hotel Føroyar

Leinkja:

Á Aliráðstevnuni er møguleiki hjá fólki úr alivinnuni, myndugleikum, veitarum og annars fólki við áhuga fyri alivinnuni at hittast og fáa nýggja vitan og sambond. Luttakaratalið á Aliráðstevnuni hevur seinnu árini ligið omanfyri 400 fólk.

 

Eingin Aliráðstevna varð hildin í 2021 orsakað av COVID-19, men ætlanin er at halda hana aftur í 2022, við teimum tiltøkum, sum eru neyðug fyri at fyribyrgja smittuspjaðing.

 

Gev gætur, at prógv um lidna koppseting, um andevni ímóti COVID 19 ella um negativa PCR-koronukanning, ikki eldri enn 48 tímar, skal vísast við komu í Hotel Føroyum fyri at kunna luttaka á Aliráðstevnuni.