Tíðindi: Kalendari Ι 1. desember 2021
Kunningartiltak um nýggju fast-track avtaluna fyri útlendska arbeiðsmegi
Byrjar: mikudagur 1. desember 2021 kl. 15:00

Endar: mikudagur 1. desember 2021 kl. 16:00

Hvar/stað: Vinnuhúsið, Óðinshædd 7

Leinkja:

Mikudagin 1. desember klokkan 15:00 verður kunningartiltak í Vinnuhúsinum, har greitt verður frá um nýggju skipanina og høvi verður eisini hjá arbeiðsgevarum at seta spurningar.
 

Á Vinnudegnum boðaði Magnus Rasmussen, landsstýrismaður í umhvørvis- og vinnumálum, frá, at nýggj fast-track skipan fyri 3. lands borgarar fór at koma í gildi. Skipanin gevur føroyskum vinnulívi betri atgongd til útlendska arbeiðsmegi, umframt at skipanin styttir viðgerðartíðina og lættir munandi um umsitingina av arbeiðsloyvum. Nýggja skipanin fer at virka frá 18. novmeber 2021.

 

Á kunningarfundinum kemur umboð frá Útlendingastovuni at greiða frá um nýggju skipanina, treytir og mannagongdir.

 

Kunningarfundurin er fyri øllum limum í feløgum í Vinnuhúsinum og byrjar klokkan 15:00. Neyðugt er at boða frá luttøku á industry@industry.fo.

 

Gev gætur, at prógv um lidna koppseting, um andevni ímóti COVID 19 ella um negativa PCR-koronukanning, ikki eldri enn 48 tímar, skal vísast við komu í Vinnuhúsið fyri at kunna luttaka á Kunningarfundinum.