Tíðindi: Kalendari - farin tiltøk Ι 10. mars 2022
Tiltak við Bjarna Arge, miðlafrøðingi
Byrjar: hósdagur 10. mars 2022 kl. 15:00

Endar: hósdagur 10. mars 2022 kl. 16:00

Hvar/stað: Vinnuhúsið

Leinkja:

Eru sosialir miðlar góðir fyri fólk og fyritøkur? 

 

Hetta er heitið á framløgu, sum Bjarni Arge, miðlafrøðingur, fer at halda fyri limunum í Handilsvinnufelagnum, hósdagin 10. mars kl. 15 í Vinnuhúsinum

 

Sosialir miðlar lumpa okkum hvønn dag. Vit lesa uppsløg, sum eru sniðgivin til okkum. Tað, vit halda, verður styrkt, og tað, vit ikki halda, verður fjalt.

 

Spyrt tú serfrøðingar, so eru nógvar góðar orsøkir hjá fyritøkum at brúka sosialar miðlar. Tað selur vørur. Og tað passar eisini. Men eru fyritøkur ikki eisini við til at skapa fortreytirnar fyri, at vit liva í hvør sínum veruleika í dag gjøgnum sosialar miðlar? Kundu lýsingapengarnir, sum fara til Facebook, gjørt størri samfelagsligt gagn aðrastaðni? Er tað skilabetri í longdini at lýsa á Facebook enn at banka upp á dyrnar hjá fólki?

 

Tað fer Bjarni Arge, miðlafrøðingur, at hugleiða um í Vinnuhúsinum, hósdagin 10. mars kl. 15.

 

Bjarni Arge er eisini kendur sum annar av vertunum í Amatøroyar.

 

Tiltakið er ókeypis fyri limir í Handilsvinnufelagnum

 

Tey, sum ætla sær at koma til tiltakið, verða vinarligast biðin um at boða Vinnuhúsinum frá luttøka í seinasta lagi mikudagin 9. mars á middegi.  

 

 

 

Bjarni Arge, miðlafrøðingur.