Tíðindi: Kalendari - farin tiltøk Ι 1. apríl 2022
Strategi fyri burðardygd í fyritøkuni
Byrjar: fríggjadagur 1. apríl 2022 kl. 14:30

Endar: fríggjadagur 1. apríl 2022 kl. 16:00

Hvar/stað: Vinnuhúsið, Óðinshædd 7, Tórshavn

Leinkja:

Fríggjadagin 1. apríl kl. 14:30 verður tiltak í Vinnuhúsinum, har limafyritøkur fáa høvi at kunna seg um, hvussu man ger eina strategi fyri arbeiðið við burðardygd í einari fyritøku. Hugt verður eisini eftir ítøkiligum dømum sum íblástur.

 

Tað er Ana Holden-Peters sum fer at greiða frá. Ana er serfrøðingur í vinnuligari burðardygd, og hevur 14 ára arbeiðsroyndir við burðardygd innan ferðavinnu, bankavirksemi, handli og aling.

 

Tiltakið er ókeypis fyri limir í feløgunum í Vinnuhúsinum, men neyðugt er at boða frá luttøku í seinasta lagi týsdagin 29 mars við at senda ein teldupost til industry@industry.fo ella ringja 309900.

 

Síggj yvirlit yvir tey fýra tiltøkini um burðardygd, sum verða í hesum árinum her