Byrjar: | fríggjadagur 29. apríl 2022 kl. 09:00 |
|
Endar: | fríggjadagur 29. apríl 2022 kl. 15:00 |
|
Hvar/stað: | Hotel Hilton |
|
Leinkja: | |
Fríggjadagin 29. apríl skipar Ráðgevarafelagið fyri skeiði um AB18 og ABR18 á Hotel Hilton.
Tað er Jesper Petersen Bach, frá danska sakføraravirkinum HORTEN, sum fer at greiða frá AB18 og ABR18 og tann grundleggjandi virkisrættin í sambandi við byggiverkætlanir.
Jesper er serfrøðingur í útboðsrætti og hevur fleiri ára royndir bæði í tí almenna og privata geiranum, millum annað sum stjóri í deildini fyri innkeypi og utboði. Jesper hevur síðani 2009 undirvíst í útboðsrætti og virkisrætti sum lektari á Aarhus Universteti.
Tiltakið er fyri øll sum virka í byggi- og ráðgevaravinnuni ella hava áhuga í AB18 og ABR18.
Nær: Fríggjadagin 29. apríl klokkan 09:00-15:00
Hvar: Hotel Hilton
Luttøkukostnaður:
- Kr. 2.000 íroknað miðmála
Tilmelding fer fram við at gjalda luttøkugjaldið inn á konto 6460-180.008.8 ella 9181-169.018.5. Viðmerk AB18 og navn á fyritøku