Tíðindi: Kalendari Ι 16. september 2022
Tiltak um burðardygd: Veðurlagsbroytingar
Byrjar: | fríggjadagur 16. september 2022 kl. 14:00 |
|
Endar: | fríggjadagur 16. september 2022 kl. 15:30 |
|
Hvar/stað: | Vinnuhúsið, Óðinshædd 7, Tórshavn |
|
Leinkja: | |
Fríggjadagin 16. september kl. 14:00-15:30 verður tiltak í Vinnuhúsinum, har limafyritøkur fáa høvi at kunna seg um teir mest umráðandi váðarnar fyri fyritøkur í sambandi við útlát og veðurlagsbroytingar. Á tiltakinum verður hugt eftir, hvørji umráðandi tiltøk fyritøkur kunnu seta í verk í stundini.
Skeiðshaldarar eru Ana Holden-Peters og umboð fyri fyritøku, sum arbeiðir skipað við at minka um veðurlagsbroytingarnar hjá fyritøkuni.
Tiltakið er ókeypis fyri limir í feløgunum í Vinnuhúsinum, men neyðugt er at boða frá luttøku í seinasta lagi mikudagin 15. juni kl. 12:00 við at senda ein teldupost til industry@industry.fo ella ringja 309900.