Tíðindi: Kalendari - farin tiltøk Ι 20. oktober 2022
Vinnuhúsið vitjar norðurøkið
Byrjar: hósdagur 20. oktober 2022 kl. 09:00

Endar: hósdagur 20. oktober 2022 kl. 16:00

Hvar/stað: Klaksvík

Leinkja:

Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur limir um alt landið, og tí fara vit í næstum á ferð kring landið fyri at koma tættari limum okkara í teirra gerandisdegi. Endamálið er, at hitta limirnar í teirra nærumhvørvi fyri at tosa um lønar- og setanarviðurskifti, umframt onnur møgulig evni t.d. innan byggivinnuna ella arbeiðsmarknaðarøkið.

 

Hósdagin 20. oktober verða starvsfólk frá Vinnuhúsinum at hitta á Finastøðini í Klaksvík, og limir kunnu antin koma inn á gólvið ella gera avtalu við okkum frammanundan á industry@industry.fo.

 

 

Skrá:

 

Hósdagur, 20. Oktober:

Kl. 09.00 - 16.00          

Starvsfólk úr Vinnuhúsinum eru at hitta í Finastøðini. Limir kunnu koma framvið at práta um ítøkilig starvsfólka- og setanarviðurskiftim ella ávís evni innan tína vinnugrein.            

 

Kl. 16.00 - 17.30          

Kunningartiltak í Finastøðini            

 

Lønar- og setanarviðurskifti:

Endamálið er at lýsa nøkur av teimum viðurskiftum, sum oftast koma fyri í samband við starvsfólkasetanir, og sum kunnu skapa avbjóðingar. Eisini verður komið inn á galdandi lóggávu o.l.

 

Burðadygga rákið og krøv til fyritøkur:

Ana Holden-Peters greiðir frá um týdningarmestu rákini og væntandi ávirkan hesi hava á føroyskar fyritøkur. Somuleiðis greiðir hon frá um átakið “Burðardygt Vinnulív” og um hvussu fyritøkurnar hava valt at fara undir arbeiðið at seta burðadygd á dagskránna.

 

Vit bjóða kaffi, te og okkurt leskiligt afturvið.

 

Tiltakið er alment, og øll eru hjartaliga vælkomin.