Tíðindi: Kalendari - farin tiltøk Ι 21. oktober 2022
Vinnuhúsið vitjar norðurøkið
Byrjar: fríggjadagur 21. oktober 2022 kl. 09:00

Endar: fríggjadagur 21. oktober 2022 kl. 16:00

Hvar/stað: Klaksvík

Leinkja:

Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur limir um alt landið, og tí fara vit í næstum á ferð kring landið fyri at koma tættari limum okkara í teirra gerandisdegi. Endamálið er, at hitta limirnar í teirra nærumhvørvi fyri at tosa um lønar- og setanarviðurskifti, umframt onnur møgulig evni t.d. innan byggivinnuna ella arbeiðsmarknaðarøkið.

 

Fríggjadagin 21. oktober fara starvsfólk á virkisvitjanir í Klaksvík og Leirvík. Til ber at avtala, at vit koma á vitjan í tíni fyritøku, um áhugi er fyri hesum. Um tú ynskir vitjan í tíni fyritøku kanst tú boða okkum frá industry@industry.fo ella ringja á telefon 309900.

 

 

Skrá:

 

Fríggjadagin 21. oktobur

Kl. 09.00 – 16.00         

Vinnuvitjanir í Klaksvík og Leirvík.

 

Limir eru vælkomnir at seta seg í samband við okkum, um tit ynskja at vit koma á vitjan í tykkara fyritøku.