Tíðindi: Kalendari - farin tiltøk Ι 11. november 2022
Ferðavinnustevna
Byrjar: fríggjadagur 11. november 2022 kl. 15:00

Endar: fríggjadagur 11. november 2022 kl. 00:00

Hvar/stað:

Leinkja:

Árliga Ferðavinnustevnan, sum Ferðavinnufelagið skipar fyri, verður á Hotel Hilton tann 11. november. Á stevnuni verða aftur í ár ársins ferðavinnufólk, ársins eldsál og ársins nýbrot kosin

 

Ferðavinnustevnan verður sum vant skipað við ráðstevnu um dagin og veitslu um kvøldið, tá eisini heiðursbrøv í ferðavinnuni verða handað. Skráin verður kunngjørd í næstum.

 

Boðað verður frá, tá ið møguligt verður at tekna seg til Ferðavinnustevnuna.

 

Tilnevningar til heiðursbrøv kunnu saman við grundgevingum sendast sum boð til Ferðavinnufelagið á Facebook ella við telduposti til birita@industry.fo. Freistin er fríggjadagin 4. november.

 

Í dómsnevndini sita Árni Olsen fyri Ferðavinnufelagið, Guðrið Højgaard fyri Visit Faroe Islands og Liljan Weihe fyri kunningarstovurnar.