Byrjar: | mikudagur 19. oktober 2022 kl. 10:00 |
|
Endar: | mikudagur 19. oktober 2022 kl. 11:00 |
|
Hvar/stað: | |
|
Leinkja: | |
Mikudagin 19. oktober kl. 10.00 verður skipað fyri kunningartiltakið í Vinnuhúsinum um nýggja handverkarasáttmálan.
Sáttmálin við Handverkarafeløgini kom í gildið 1. oktober í ár og er galdandi til 1. mai 2025, altso í 2 ár og 7 mánaðir.
Semjan hevði við sær eina lønarhækking á 3,80% 1. oktober 2022 og 4,04% 1. oktober 2023, men eisini vóru aðrar tillagingar gjørdar í sáttmálanum. Á kunningarfundinum verður greitt frá um allar broytingarnar, sum eru framdar.
Tað er Føroya Arbeiðsgevarafelag/Føroya Handverksmeistarafelag, sum gera handverkarasáttmálan við Føroya Handverkarafelag/Landsfelag Handverkaranna.
Allir limir felagsins eru vælkomnir, og tað ber eisini til at fylgja við á netinum. Tey, ið ynskja at luttaka á netinum, kunnu senda ein telduspot til industry@industry.fo, og fáa síðani eitt leinki sendandi.