Tíðindi: Kalendari Ι 3. mars 2023
Aliráðstevnan 2023
Byrjar: fríggjadagur 3. mars 2023 kl. 09:30

Endar: fríggjadagur 3. mars 2023 kl. 23:59

Hvar/stað: Hotel Føroyar

Leinkja:

Aliráðstevnan 2023 verður fríggjadagin tann 3. mars á Hotel Føroyum. 

 

Aliráðstevnan savnar fólk úr føroyskum havbúnaði, undirveitarum, tí almenna og fólk við áhuga fyri føroyskum havbúnaði til ein dag við framløgum, netverkan og íblástri. Sum vanligt verða framløgur frá føroyskum og útlendskum fyrilestrarhaldarum.

 

Latið verður upp fyri tilmeldingum týsdagin 7. februar. Seinasta freist at melda seg til er mikudagin 1. mars. Tað kann tó henda, at latið verður aftur fyri tilmeldingum áðrenn hetta, um Aliráðstevnan er fullsett. Luttakaratalið á Aliráðstevnuni liggur um 400 fólk.

 

Framløgurnar verða simultantulkaðar til enskt mál

 

Skráin verður kunngjørd seinni.