Nevnd Samskifti
Samskifti

Koba formaður í Samskifti

13. apríl. 2026 | Tíðindi

Nevndin í felagnum Samskifti hevur skipað seg, og undanfarna nevnd heldur fram

Á nevndarfundi hósdagin 9. apríl varð staðfest, at Michael Koba heldur fram sum formaður í felagnum Samskifti. Michael starvast til dagligt hjá lýsingarfyritøkuni Kovboyfilm og hevur verið virkin partur av felagnum í mong ár.

Tá ið felagið hevði aðalfund í farnu viku, varð øll nevndin afturvald, og hon skipaði seg á sama hátt sum undanfarna ár.

Tey, sum manna nevndina, eru:

  • Michael Koba, Kovboyfilm
  • Rókur Jákupsson Jakobsen, Virka
  • Niels Uni Dam, Nudlavirkið
  • Barbara Maria Lamhauge, Sansir

Samskifti er felagið hjá føroyskum lýsingarfyritøkum. Felagið arbeiðir fyri, at lýsingarfyritøkur skulu hava góðar og javnbjóðis treytir at virka undir. Eisini vil felagið, at útboð eru gjøgnumskygd og væl úr hondum greidd.

Les meira um felagið her.

Annað á breddanum

  1. Semja millum Føroya Arbeiðsgevarafelag og arbeiðarafeløgini

    Føroya Arbeiðsgevarafelag og arbeiðarafeløgini hava gjørt semju um nýggjan tvey ára sáttmála

    07. mai. 2026 | Arbeiðsmarknaður
    Semja 2
  2. Sáttmálarnir longdir til midnátt hóskvøldið

    Samráðingarnar halda fram hósdagin

    06. mai. 2026 | Arbeiðsmarknaður
    Vinnuhusid 4
  3. Sáttmálarnir longdir til midnátt mikukvøldið

    Samráðingarnar halda fram mikudagin

    05. mai. 2026 | Arbeiðsmarknaður
    Vinnuhusid 4