Innkomið til hoyringar
Tíðindi: Hoyringar Ι 8. november 2022
Uppskot til Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um dagstovnar og dagrøkt (Pengarnir fylgja barninum). Hoyringsfreist 8. desember 2022

Vinnuhúsið hevur fingið til hoyringar uppskot til Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um dagstovnar og dagrøkt (Pengarnir fylgja barninum).

 

Endamálið við uppskotinum er at geva kommununum heimild til at geva foreldrum eina veiting, um foreldrini velja at vera heima, til børnini kunnu fara í barnagarð.

 

Uppskotið er sent beinleiðis til ummælis hjá: Føroya  Kommunufelag,  Kommunala Arbeiðsgevarafelagnum, Samtak, Samverk, Føroya Pedagogfelag, Føroya Lærarafelag, Fakfelagssamstarvinum, Barsilsskipanini, Arbeiðsloysisskipanini, Studni, Almannaverkinum, Vinnuhúsinum, Gigni, Fíggjarmálaráðnum, (TAKS), Uttanríkis – og Mentamálaráðnum, og Umhvørvis- og Vinnumálaráðnum, sum umsitur kommunumál.

 

Les uppskotið her