Lýsing eftir skrivstovufólki/samskipara

 

Føroya Arbeiðsgevarafelag søkir eftir skrivstovufólki/samskipara til Vinnuhúsið. Sum skrivstovufólk/samkipari ert tú akkerið innanhýsis og hevur sera fjølbroyttar uppgávur. Tú situr í móttøkuni og umsitur skrivstovuarbeiði og samskifti í Vinnuhúsinum. Haraftrat luttekur tú í fleiri verkætlanum, har tú millum annað hevur ábyrgdina av at loysa praktiskar uppgávur í sambandi við ráðstevnur og onnur tiltøk.

 

Hevur tað týdning fyri teg at veita góða tænastu og hava ábyrgd? Ynskir tú eitt fjølbroytt og áhugavert starv, har tú í gerandisdegnum hevur samband við nógv ymisk fólk? So eigur tú at søkja hetta starvið í Vinnuhúsinum.

 

 Høvuðsuppgávur

      -  Umsita limaviðurskifti, senda rokningar v.m.
      -  Umsita heimasíðu
      -  Dagføra sáttmálar og lønartalvur
      -  Savna inn upplýsingar
      -  Samskipa tiltøk í samstarvi við onnur
      -  Umsita móttøkuna, skrivstovuhald og skrivaraarbeiði
      -  Samskipa innanhýsis mannagongdir í samráð við stjóra og starvsfólk
      -  Vera ábyrgdarpersónur av CRM-skipanini

      -  Fylgja upp uppá GDPR-politikkir og -mannagongdir

 

 Førleikar:

      -  Hevur hóskandi útbúgving og arbeiðsroyndir
      -  Dugir at arbeiða sjálvstøðugt og hevur góð samstarvsevni
      -  Dugir væl at samskifta á føroyskum
      -  Hevur góðan telduførleika
      -  Evnar at fara í smálutir

 

Tað er ein fyrimunur, um tú hevur arbeitt við heimasíðuskipanum, hevur kunnleika til arbeiðsmarknaðin og vinnuna umframt dugir væl at samskipa. Alt eftir profilinum hjá tí, sum verður sett/ur, kann talan gerast um aðrar uppgávur umframt tær, sum eru lýstar omanfyri.

 

Vit kunnu bjóða tær eitt fjølbroytt og áhugavert starv í einum mennandi arbeiðsumhvørvi. Løn eftir avtalu.

Fleiri upplýsingar fáast við at venda sær til stjóran Niels Winther niels@industry.fo ella við at ringja 739906.

 

Umsókn skal sendast til Vinnuhúsið við telduposti til industry@industry.fo frámerkt “starv”. Umsóknin skal vera okkum í hendi í seinasta lagi mánadagin 21. november 2022, kl. 12.00.