Innleiðsluskeið í ráðgeving fyri arkitektar, byggifrøðingar og verkfrøðingar
Málbólkur:
Skeiðið er ætlað yngri starvsfólkum í ráðgevarafyritøkum, sum ikki – ella sum møguliga í lítlan mun – kenna til arbeiðsgongdina í einari ráðgevarafyritøku.
Endamál:
Fyri at kunna stýra og at eydnast sum arkitekt, ella ráðgevandi verkfrøðingur, er tað ikki nokk bara at vera væl grundaður í ástøðini. Har er eisini ein tørvur á einum grundleggjandi kunnleika til vinnugreinapartarnar, typiskar áhugamálsósemjur, viðkomandi handilshugleiðingar, samstarvshættir – og einari røð av øðrum viðurskiftum, sum man sum arkitektur, byggifrøðingur ella verkfrøðingur ikki av sær sjálvum hevur við sær í bagasjuni.
Endamálið við skeiðnum er tí at geva skeiðsluttakarunum bæði eina fatan og verklig amboð, til at virka sum ráðgevi í arkitekta- og verkfrøðingafyritøkum.
Við støði í skipanini fyri vinnugreinina, og viðkomandi partar, viðgerð skeiðsrøðin praktiskar, handils og løgfrøðilig evni, frá teimum innleiðandi tilboðshugleiðingum yvir projektfasuni og fram til avhending frá verkfrøðinginum.
Endamálið er at geva skeiðsluttakaranum eina ítøkiliga førleikabetran, harumframt eisini at vísa á eina røð av viðkomandi hugleiðingum, sum í longdini helst enda í einari betri og einari projektfullføring sum ber til at siga nakað um frammanundan.
Tað eru 1-2 skeiðshaldarar til hvørt skeiði.
Longd:
Skeiðsárshjólið hjá FRI er í 5 modulum. Skeiðini verða hildin ávikavist tann 9. september, 7. oktober og 11. november 2022. Skeiðini verða hildin á Hotel Brandan. Hvørt skeið er í 3 ½ tímar. Teir dagarnar har tvey skeið eru, verður byrjað við morgunmati ½ tíma áðrenn skeiðið byrjar og miðmáli er millum skeiðini.
Prísur:
7.500 kr. fyri alla skeiðsrøðina við 5 skeiðum.
1. Vinnugreinapartarnar – og ymisku áhugamál teirra |
Skeiðshaldarar
|
Skeið 1 umrøður fylgjandi evnir:
|
Tekniskur stjóri John Varastjóri, sakførari Ulla |
2. Avtalur – møguleikar og fellur
|
Skeiðshaldarar
|
Skeið 2 umrøður fylgjandi evnir:
|
Samtaksløgfrøðingur Lars Hauberg, Varastjóri, sakførari Ulla
|
3. Avhending av tilboði – útrokning av samsýningum og treytir |
Skeiðshaldarar
|
Skeið 3 umrøður fylgjandi evnir:
|
Sivilverkfrøðingur, partnari Mads og Christoffer Krarup, ABC |
4. Projektering – ástøði og praktisk atlit
|
Skeiðshaldarar
|
Skeið 4 umrøður fylgjandi evnir:
|
Fyrisitingarstjóri, arkitektur Morten Stahlschmidt, Dominia,
|
5. Útinning – samanspælið við arbeiðstakarar |
Skeiðshaldarar
|
Skeið 5 umrøður fylgjandi evnir:
|
Verkætlanarstjóri, partnari Eva Zib, Nordiq Group og Avtalustjóri Henrik Ingeman Nielsen, Enemærke og Petersen |