Vælkomin á Ferðavinnustevnuna 2019

 

Fríggjadagin 22. mars verður árliga Ferðavinnustevnan hildin á Panorama á Hotel Hafnia. Byrjað verður við einum seinnapartstiltaki við framløgum og síðani veitslu um kvøldið, tá ið eisini heiðursbrøv verða handað ársins ferðavinnufólki, ársins nýbroti og ársins eldsál.

 

Á skránni verða

-   Robert Thomsen, samtaksstjóri í Arp-Hansen Hotel Group innan rakstur og HR - COO
-   Gunnar Skúvadal, Vestmanna Tourist Centre og Sjóferðir
-   Finnur Yngvi Kristinsson - Borgarstjóri í Eyjafjarðarsveit (Akureyri Country Side) og fyrrv. hotelstjóri á Siglo Hotel í Siglufirði
-   Nýtt frá Ferðavinnufelagnum
 

- Seinnapartstiltakið er frá kl. 15.00 – 17.45

 

- Veitslan er frá kl. 19.00 – 02.00

 

Millum kl. 17.45 og 19.00 verður vælkoma á Katrinu Christiansen fyri tey, sum hava meldað til veitsluna, so neyðugt er ikki at fara heim millum tiltøkini.
 

Luttøkukostnaður:

Limir í Ferðavinnufelagnum:

- Kr. 400,- fyri hvønn luttakara um dagin

- Kr. 995,- fyri luttøku um dagin og kvøldið
 

Luttakarar sum ikki eru limir í Ferðavinnufelagnum:

- Kr. 800,- fyri hvønn luttakara um dagin

- Kr. 1.795,- fyri luttøku um dagin og kvøldið


Ferðavinnustevnan er fyri øll, sum virka í ferðavinnuni.

Tilmeldingarfreistin er 20. mars 2019.                               

 

Tilmeldingarfreistin er farin!

 

 

 

 

Tilnevningar til heiðursbrøvini

Ársins ferðavinnufólk:

Tey, ið gera eitt stórt og týdningarmikið arbeiði í gerandisdegnum, og sum dagliga eru í beinleiðis sambandi við ferðafólkini. Fólk sum eingin í ferðavinnuni kundi verið fyriuttan.

 

Ársins eldsál:

Tey, sum hava útmerkað seg við ótroyttiligum ágrýtni, framsóknum hugburði og brennandi huga fyri tí, sum tey hava lagt fyri dagin.

 

Ársins nýbrot:

Tey, sum hava dirvi og hugflog til at bróta upp úr nýggjum, sum hava fingið eitt nýtt hugskot og gjørt tað til veruleika. Øll kunnu vinna ársins nýbrot: einstaklingar, virkir, stovnar og felagsskapir. Treytin er bert, at tey í farna árinum skulu hava gjørt okkurt serliga nýnhugsandi, sum er við til at menna útboðið og støðið á ferðavinnutænastum í Føroyum.

 

Tilnevningar við grundgevingum kunnu sendast sum boð til Ferðavinnufelagið á Facebook ella við telduposti til birita@industry.fo í seinasta lagi fríggjadagin 15. mars.

 

Í dómsnevndini sita Árni Olsen fyri Ferðavinnufelagið, Guðrið Højgaard fyri Visit Faroe Islands og Tordis K. á Rógvi Simonsen fyri Kunningarstovurnar.