Heiðursbrøv í ferðavinnuni

 

Aftur í ár verða heiðursbrøv handað á Ferðavinnustevnuni

 

Bólkarnir eru:

 

Ársins ferðavinnufólk:
Tey, ið gera eitt stórt og týdningarmikið arbeiði í gerandisdegnum, og sum dagliga eru í beinleiðis sambandi við ferðafólkini. Fólk sum eingin í ferðavinnuni kundi verið fyriuttan.

 

Ársins eldsál:
Tey, sum hava útmerkað seg við ótroyttiligum ágrýtni, framsóknum hugburði og brennandi huga fyri tí, sum tey hava lagt fyri dagin.

 

Ársins nýbrot:
Tey, sum hava dirvi og hugflog til at bróta upp úr nýggjum, sum hava fingið eitt nýtt hugskot og gjørt tað til veruleika. Øll kunnu vinna ársins nýbrot: einstaklingar, virkir, stovnar og felagsskapir. Treytin er bert, at tey í farna árinum skulu hava gjørt okkurt serliga nýnhugsandi, sum er við til at menna útboðið og støðið á ferðavinnutænastum í Føroyum.

 

 

Tilnevningar við grundgevingum kunnu sendast sum boð til Ferðavinnufelagið á Facebook ella við telduposti til birita@industry.fo í seinasta lagi fríggjadagin 15. mars.

 

Í dómsnevndini sita Árni Olsen fyri Ferðavinnufelagið, Guðrið Højgaard fyri Visit Faroe Islands og Tordis K. á Rógvi Simonsen fyri kunningarstovurnar

 

Ferðavinnustevnan verður á Panorama á Hotel Hafnia fríggjadagin 22. mars og verður skipað við dagtiltaki og veitlsu um kvøldið, tá ið eisini heiðursbrøvini verða handað.

 

Meldið til her