Vælkomin á Ferðavinnustevnuna 2022

Fríggjadagin 11. november verður árliga Ferðavinnustevnan hildin á Hotel Hilton. Byrjað verður við ráðstevnu seinnapart og síðani veitslu um kvøldið, tá ið eisini heiðursbrøv verða handað ársins ferðavinnufólki, ársins nýbroti og ársins eldsál.

 

Á skránni verða: 

     - Daniel Byström, Destination Designer at Design Nation

     - Niels Uni Dam, stjóri í Nudlavirkinum og serfrøðingur í samskifti

     - Ana Holden-Peters, serfrøðingur í burðardygd

     - Bergtóra Høgnadóttir, serfrøðingur í starvsfólkaleiðslu
 

Seinnapartstiltakið er frá kl. 15.30 – 18.00

Veitslan er frá kl. 18.00 – 00.00
 

Luttøkukostnaður:

Limir í Ferðavinnufelagnum:

- Kr. 595,- fyri hvønn luttakara um dagin

- Kr. 995,- fyri luttøku um dagin og kvøldið

 

Luttakarar sum ikki eru limir í Ferðavinnufelagnum:

- Kr. 995,- fyri hvønn luttakara um dagin

- Kr. 1.995,- fyri luttøku um dagin og kvøldið

 

Ferðavinnustevnan er fyri øll, sum virka í ferðavinnuni.

Tilnevningar til heiðursbrøvini

Ársins ferðavinnufólk:

Tey, ið gera eitt stórt og týdningarmikið arbeiði í gerandisdegnum, og sum dagliga eru í beinleiðis sambandi við ferðafólkini. Fólk sum eingin í ferðavinnuni kundi verið fyriuttan.

 

Ársins eldsál:

Tey, sum hava útmerkað seg við ótroyttiligum ágrýtni, framsóknum hugburði og brennandi huga fyri tí, sum tey hava lagt fyri dagin.

 

Ársins nýbrot:

Tey, sum hava dirvi og hugflog til at bróta upp úr nýggjum, sum hava fingið eitt nýtt hugskot og gjørt tað til veruleika. Øll kunnu vinna ársins nýbrot: einstaklingar, virkir, stovnar og felagsskapir. Treytin er bert, at tey í farna árinum skulu hava gjørt okkurt serliga nýnhugsandi, sum er við til at menna útboðið og støðið á ferðavinnutænastum í Føroyum.

 

Tilnevningar kunnu sendast sum boð til Ferðavinnufelagið á Facebook ella við telduposti til birita@industry.fo í seinasta lagi fríggjadagin 4. november.

 

Í dómsnevndini sita Árni Olsen fyri Ferðavinnufelagið, Guðrið Højgaard fyri Visit Faroe Islands og Liljan Weihe fyri Kunningarstovurnar.