Føroya Havbúnaðarfelag skipar aftur í 2008 fyri aliráðstevnu. Aliráðstevnan er ætla starvsfólki í alivinnuni og teimum, sum hava áhuga fyri vinnuni. Rástevnan var tann 29. februar 2008.
Á skránni: fyrilestrar og høvi at møta samstarvsfeløgum.
Størsta fokus verður sett á, á hvønn hátt alivinnan kann optimalisera framleiðsluna av laksi fram til og við tøkuna. Fyrilestrar verða um marknaðarútlitini fyri alivinnuna, innlitingarstrategiir, hagreiðing av laksi í samband við tøku, heilt frá aliringinum fram til pakking. Somuleiðis verða fyrilestrar um lívfrøðiligu gongdina í føroysku alivinnuni seinasta árið, um kanningarnar, ið eru gjørdar av ILA í Føroyum og royndirnar við toskaaling í Føroyum higartil.
Framløgur:
Optimalisering av innliting av laksi
Kjell-Arne Rørvik, granskari, Akvaforsk.
Turid Mørkøre, granskari, Akvaforsk
Kjell Midling, granskari, Fiskeriforskning.
Hans Jákup Mikkelsen, Marine Harvest Faroes
Knut Gunnes, Monaqua
Rúni Dam
Hvat gera vit
Atli Gregersen, Luna
Toskaaling í føroyum - Royndirnar higartil
Ingolf Joensen, Fiskaaling