Mikudagin 24. november verður ráðstevna um burðardygga bygging á Hotel Hilton.
Føroyskir og útlendskir fyrilestrarhaldarar greiða frá teirra verkætlanum innan burðardygga bygging.
Luttøkukostnaður:
2.000 kr. pr. luttakara
Ráðstevnan er fyri øll, sum virka í byggivinnuni.
Gev gætur, at prógv um lidna koppseting, um andevni ímóti COVID 19 ella um negativa PCR-koronukanning, ikki eldri enn 48 tímar, skal vísast við komu í Hotel Hilton fyri at kunna luttaka á Ráðstevnuni.
Tilmeldingarfreistin er 22. november 2021.