Fyrilestrarnir á Vinnudegnum hesuferð eru allir hvør á sín hátt knýttir at teimum avbjóðingum, sum vinnan hevur í løtuni, og vit vænta okkum ein áhugaverdan og fjøltáttaðan dag.
Á degnum verða Ársins Virki og Ársins Átak kosin, eins og veitsla er á Hotel Føroyum um kvøldið. Sum nakað nýtt verður opið hús í Vinnuhúsinum aftan á tiltakið í Norðurlandahúsinum.
Bussar koyra frá Norðurlandahúsinum niðan í Vinnuhúsið kl. 17.45 og úr Vinnuhúsinum niðan á Hotel Føroyar kl. 18.45.
Prísirnir fyri Vinnudagin 2009 eru hesir:
Limaprísur* fyri tiltakið í NLH er kr. 1.300
Limaprísur* fyri tiltakið í NLH og veitsluna á Hotel Føroyum er kr. 2.100
Prísur fyri ikki-limir fyri tiltakið í NLH er kr. 1.700
Prísur fyri ikki-limir fyri tiltakið í NLH og veitsluna á Hotel Føroyum kr. 2.500
Tilmeldingarfreistin er 21. september.
Verið vælkomin.
Skráin til Vinnudagin 2009 sæst her.
Les meira um fyrilestrahaldararnar her.