Evnið á Vinnudegnum 2012 verður heimamarknaður og heimsmarknaður, og tað verður viðgjørt og lýst við fyrilestrum og kjaki. Eisini verða Ársins Virki og Ársins Átak kosin.
Vinnudagurin er hátíðardagurin hjá føroysku vinnuni, har umboð úr vinnuni savnast til áhugaverdar fyrilestrar og spennandi kjak. Norðurlandahúsið er aftur í ár karmur um Vinnudagin, har vinnan kann fáa íblástur til framtíðar virksemi umframt at møguleiki er at hitta kundar, veitarar og samstarvsfelagar í óformligum umhvørvi.
Kendi danski vinnulívsmaðurin og kjakarin,Asger Aamund, fer hesuferð at halda fyrilestur um, hvussu ein fyritøka klárar seg á heimsmarknaðinum. Jóannes Niclassen frá MT Højgaard í Grønlandi fer at røða um menningarmøguleikar í Grønlandi. Harumframt fer Ragnar Joensen, stjóri fyri alivirksemi hjá Marine Harvest í Noregi, at hugleiða um, hvør munur er á at vera stjóri í Noregi og Føroyum.
Væl umtókta kjakið verður eisini á skránni hesuferð. Í ár fara Uni Arge, journalistur, og Liljan Weihe, tíðindaleiðari í Kringvarpinum, at stýra kjakinum.
Skráin fyri Vinnudagin 2012 sæst her.
Vinnudagurin 2012 verður 28. september. Tilmeldingarfreistin er 26. september.