Vinnudagurin 2014 - vinnan hittist til samveru og íblástur

Melda til Vinnudagin 2014 her

 

Ymisk evnið verða á Vinnudegnum 2014 viðgjørd og lýst við fyrilestrum og kjaki. Eisini verða Ársins Virki og Ársins Átak kosin.

Vinnudagurin er hátíðardagurin hjá føroysku vinnuni, har umboð úr vinnuni savnast til áhugaverdar fyrilestrar og spennandi kjak. Norðurlandahúsið er aftur í ár karmur um Vinnudagin, har vinnan kann fáa íblástur til framtíðar virksemi umframt at møguleiki er at hitta kundar, veitarar og samstarvsfelagar í óformligum umhvørvi.

Dr. Jonas Ridderstråle, ið er serliga kendur fyri sínar fyrilestrar og bøkur um leiðslu og vinnuligar avbjóðingar, fer at halda fyrilestur um, hvussu nýskapandi fyritøkur endurnýggja strategi, leiðslu og fyrisiting, og hvussu tær soleiðis verða betri kappingarførar. Dr. Jonas Ridderstråle gjørdist heimskendur sum annar av rithøvundunum av metsølubókini “Funky Business - Talent Makes Capital”.

Johan Bülow, stjóri og stovnari av Lakrids by Johan Bülow, fer at greiða frá, hvussu hann, einans 23 ára gamal, byrjaði egna fyritøku á Bornholm, sum í dag er á luksusmarknaðinum í ikki færri enn 16 londum.

Triði fyrilesturin verður við Boga Bech Jensen, stjóra og professara á Fróðskaparsetur Føroya. Bogi er júst fluttur heim til Føroya eftir í nøkur ár at hava undirvíst á Danmarks Tekniske Universitet, har hann m.a. fekk eina virðisløn fyri at vera besti undirvísari. Bogi fer á Vinnudegnum at greiða frá, hvussu lærdir háskúlar kunnu hjálpa vinnuni við kanningararbeiði og við strategiskari vørumenning.

Væl umtókta kjakið verður eisini á skránni hesuferð. Í ár fara Stefan í Skorini og Óluva Zachariassen at stýra kjakinum.

 

Tey, sum hava verið við á Vinnudegnum fyrr, vita, at veitslan er ein týdningarmikil partur av degnum. Borðreitt verður við góðum mati og drekka og aftan á verður dansur.

 

Tað er her, tað ber til at hitta sínar samstarvsfelagar á ein óformligan hátt.

 

Melda til Vinnudagin 2014 her

 

Skráin fyri Vinnudagin 2014 sæst her