Dr. Jonas Ridderstråle hevur millum annað skrivað bøkurnar “Funky Business” og “Karaoke Capitalism”. Dr. Jonas Ridderstråle fer á Vinnudegnum at tosa um, hvussu fyritøkur mugu verða klárar at tillaga virksemi og hugsanarhátt - alt eftir hvussu marknaðurin og umstøðurnar skifta. Hetta er týdningarmikið fyri kappingarførið. Hann fer at greiða frá, hvussu nýskapandi fyritøkur endurnýggja strategi, leiðslu og fyrisiting, og av tí sama gerast alsamt betri fyri. Millum annað greiður hann frá, hvussu rætta samansetingin av fólki, tøkni og arbeiðshátti kann styrkja kappingarførið.