Luttakarar í kjakinum verða Gunnbjørn Joensen, stjóri í Thor, Ólavur Ellefsen, stjóri í Simprentis og Erika Hayfield, adjunktur í samfelagsvísindum á Fróðskaparsetri Føroya. Óluvá Zachariassen og Stefan í Skorini fara at stýra kjakinum.
Endamálið við kjakinum er at varpa ljós á spurningin, hvussu vit kunnu útbúgva okkara arbeiðsmegi til tørvin hjá vinnuni og arbeiðsmarknaðinum annars fyri at skapa mest møguligan vøkstur í samfelagnum. Ætlanin er at skapa kjak um hendan spurningin í vinnuni, politisku skipanini og í samfelagnum annars.
Niðanfyri sæst kjakið frá Vinnudegnum 2013, har evnið var skattanýskipan.