Ymisk evni verða á Vinnudegnum 2015 viðgjørd og lýst við fyrilestrum og kjaki. Eisini verða Ársins Virki og Ársins Átak kosin.
Vinnudagurin er hátíðardagurin hjá føroysku vinnuni, har umboð úr vinnuni savnast til áhugaverdar fyrilestrar og spennandi kjak. Norðurlandahúsið er aftur í ár karmur um Vinnudagin, har vinnan kann fáa íblástur til framtíðar virksemi umframt at møguleiki er at hitta kundar, veitarar og samstarvsfelagar í óformligum umhvørvi.
Kristin Skogen Lund, ið er stjóri í norska arbeiðsgevarafelagnum Næringslivets Hovedorganisasjon (NHO), fer at halda fyrilestur um tær royndir, sum Noreg hevur við eitt nú oljuvinnuni, og tær vinnuligu og samfelagsligu avbjóðingar, sum liggja fyri framman. Kristin fer at koma við íblástri til, hvat eitt land sum Føroyar kann læra av Noregi.
Jesper Bo Jensen, framtíðargranskari og stjóri í Fremforsk, fer at greiða frá, hvussu arbeiðsmarknaðurin komandi árini fer at broytast. Jesper fer m.a. at tosa um, hvørji eru vinnarar og taparar á framtíðar arbeiðsmarknaðinum, og um tey krøv, komandi ættarlið hava til arbeiðsgevarar.
Triði fyrilesturin verður við Rúnar Reistrup, stjóra á Depop. Rúnar hevur royndir frá føroysku vinnuni og er m.a. nevndarlimur í Vodafone Føroyar. Rúnar fer á Vinnudegnum at greiða frá, hvussu Føroyar kunnu fáa fleiri vakstrarfyritøkur, serliga tá tað kemur til tøkni og fígging av verkætlanum.
Væl umtókta kjakið verður eisini á skránni hesuferð.
Skrá til Vinnudagin 2015 sæst her